USA hevur framt tríggjar deyðadómar í dag

Útlendskir miðlar vita at siga, at tað er av tilvild, at menninir verða avrættaðir sama dag

Í ellivu amerikanskum statum vórðu 47 fólk avrættað í 2025

Tríggir menn í trimum ymiskum statum í USA eru avrættaðir í dag, og tað er ikki hent í USA síðan 2010, at trý fólk eru avrættað sama dag.

 

Ein maður í Tennessee er avrættaður fyri at hava dripið eina reingerðarkvinnu á einum motelli í 1985.

 

Ein er avrættaður í Oklahoma fyri at hava dripið unnustu sína í 2003, og at enda skal ein maður avrættast í Alabama fyri at hava neyðtikið og dripið eina fimm ára gamla gentu í 2021.

 

Útlendskir miðlar vita í dag at siga, at tað er av tilvild, at menninir verða avrættaðir sama dag. Tó vísir hetta eina gongd, har USA seinastu árini hevur framt fleiri og fleiri avrættingar.

 

Sagt verður, at í ellivu amerikanskum statum vórðu 47 fólk avrættað í 2025, og hetta er størsta tal í eitt ár síðan 2009. Higartil í ár eru 21 fólk avrættað, og væntandi er, at nakrar avrættingar aftrat verða í hesum árinum.

 

At enda verður sagt, at tá trý fólk seinast vórðu avrættað sama dag í USA, vóru hesar avrættingar í Louisiana, Ohio og Texas.

 

Í ellivu amerikanskum statum vórðu 47 fólk avrættað í 2025