Vunnu sín millumbólk - eru millum 20 tey fremstu í heiminum

Føroyska U18-kvinnulandsliðið skal spæla um endastøðurnar millum nummar 17 og 20

Føroyska U18-kvinnulandsliðið hevur vunnið sín millumbólk í niðara endaspælinum í HM-endaspælinum í Norðurmakedonia, og skal tískil spæla um endastøðurnar millum nummar 17 og 20. 

 

Við sannførandi 31-22 sigrinum á Kasakstan er staðfest, at Føroyar eru millum 20 tey fremstu hondbóltsliðini hjá kvinnum í hesum árganginum. Føroyar vóru greitt betra liðið allan dystin. Lukka Arge gjørdi vart við seg við at skjóta heili níggju mál. 

 

Sambært hagtølunum hjá altjóða hondbóltssambandinum skoraðu Føroyar uppá 57 prosent av sínum málmøguleikum, meðan Kasakstan skoraði uppá 42 prosent av sínum málmøguleikum. 

 

Føroyar hava í millumbólki 2 seks stig. Eysturríki og Kasakstan hava tvey stig, meðan India einki stig hevur. Eysturríki og India spæla klokkan 19.30 í kvøld.

 

Føroyar spæla Play Off hálvfinalu móti Spania sunnudagin. Vinna okkara kvinnur tann dystin skulu tær spæla um 17. og 18. plássið. Tapa okkara kvinnur skulu tær spæla um 19. og 20. plássið. Endaligu plasseringsdystirnir vera leiktir mánadagin.

 

Føroyar-Kasakstan 31-22 (17-12) 

 

Føroyar: Lukka Arge 9, Inga Maria Joensen 5, Maria P. Nólsoy 4, Silja Olivia Heðinsdóttir 2, Lea Mohr 2, Karin Egholm 2, Barbara Hammer 2, Karina D. Heinesen 1, Sára S. Mikkelsen 1, Anna S. Mikkelsen 1, Hanna J. Dalsgarð 1, Simona K. Michelsen 1.