John Johannessen
Av tí at Paul Watson er burturvístur úr Íslandi og Noreg, hevur hann ikki loyvi at koma til Føroya.
Hetta váttar danska løgmálaráðið.
Sambært norðurlendsku passavtaluni, hevur løgreglan fullan rætt til at sýta Paul Watson at koma inn um føroyska pass markið, ið er tríggjar fjóðringar úr landi.
Løgverjan gav um middagsleitið í gjár Paul Watson boð um at fara úr Føroyskum sjóøki.
Danska løgmálaráðið verður við jøvnum millumbilum kunnað um støðuna.