Lagið, ið skal avgera, hvør vinnur sangkappingina X Factor, verður framleitt av svenska Per Sundig, ið eitt nú eisini hevur framleitt sangir fyri the Cardigans.
Tá X Factor finalan fer av bakkastokki 28. mars, skulu báðir finalistarnar syngja sama lag. Sangurin eitur ?The 1? og verður seinasta lagið, ið kann avgerða, hvør vinnur kappingina. Lagið verður innspælt av báðum finalistunum áðrenn finaluna, og er skrivað av danska sangskrivaranum Brinck, ið áður hevur skrivað temalagið til sjónvarpsrøðina ?Anna Pihl? og tónleikin til filmin ?Elsker dig for evigt?.
?The 1? verður framleitt av svenska framleiðaranum Per Sundig, ið áður hevur arbeitt fyri the Cardigans, the Ark, Swan Lee, Sort Sol, Bob Hund, TV-2 og fleiri onnur.
Á heimasíðuni hjá DR sigur Jan Lagermand, ið er undirhaldsredaktørurin hjá sjónvarpsrásini, at hann frøðist um, at eitt so listarliga sterkt hold stendur aftanfyri lagið.
Hann sigur, at DR alla tíðina hevur ætlað at skapt eina stjørnu, ið ikki bert verður ein døgnfluga, og tí er tað týdningarmikið at sangirnir verða eins góðir og evnini á sangaranum.
Vinnaralagið kann takast niður á x-vinder.dk beint eftir finaluna fríggjadagin 28. mars.