Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
??
Fyrsta valuta-handilsdag í nýggja árinum styrknaði dollarin nakað í mun til euro. Fyri eina fekst tann dagin 1,3507 $. Men verður hugt at strikumyndini, sum vísir gongdina seinasta mánaðin, hevur tendensurin klárt gingið hin vegin. Dollarkursurin hevur verið fallandi í mun til euro. Ymiskar meiningar eru um orsøkirnar, og somuleiðis um framtíðar útlitið. Men lítil ivi er um ávirkanina, tað gerst tvørligari hjá euro-londum, og Danmark og Føroyum við krónuni, sum er føst knýtt at euruni, at selja vørur í USA. Hinvegin skuldi verið lættari hjá USA at útflutt vørur, men hetta tykist ikki at eydnast í fult mát, tí landið hevur framvegis hall á handilsjavnanum.
Danfoss-stjórin sigur
Jørgen Mads Clausen, stjóri á Danfoss-koncernini við høvuðssæti í Sønderborg, heldur, at tað mest er spekulatión, sum pressar dollaran niður. Í dagblaðnum Børsen, 3.1.05, sigur hann: "Jeg ved godt, at USA har et enormt stort underskud på betalingsbalancen. Trods det kan jeg ikke se, at der er nogen realøkonomisk basis for en så lav dollarkurs." Men enn hevur lági dollarkursurin ikki rakt Danfoss serliga meint enn. Clausen metir, at einar 25 til 50 mio. kr eru kappaðar av umsetninginum uppá 17 milliardir kr. Hann leggur aftrat, at hann "har svært ved at gennemskue, hvad der sker på valuta-området i øjeblikket."
Vinnulívsblaðið Børsen
Sama blað, Børsen, sigur tó aðra staðni, at tað framvegis er tað ovurstóra hallið á amerikansku handils- og gjaldsjavnvágini, sum fær fólk at ivast. Kann amerikanski búskapurin framhaldandi draga útlendskan kapital til, sum kann fylla holið upp. Blaðið citerar Royal Bank of Scotland, sum væntar at dollar-gongdin verður sum í farna ári, also við rúkandi ferð niðureftir. Eingin grund fyri bjartskygni.
Washington Post
Ein konservativ amerikansk avís, Washington Post, 17.11.04, hevur eina grein, har R.J. Samuelson sigur, at Bush als ikki hevur umrøtt tað størsta problemið í USA enn. Tað er hvørki hallið á fíggjarlógini ella minkandi talið av arbeiðsplássum. Nei, tað er møguleikin fyri at dollarin krasjar á valutamarknaðinum. Blaðið heldur, at Bush neyvan sjálvur hevur skilt, hvat er á vási. Upp aftur verri, eingin veit hvat er at taka til. Men kemur eitt slíkt dollar-krasj, so verður tað orsøk til eina ræðandi búskaparkreppu og ringar tíðir. Samuelson sigur, at fremsta orsøkin til at dollarin er viknaður seinastu tíðina er, at amerikanski búskapurin hevur verið fyri nógv størri vøkstri enn búskapurin í øðrum framkomnum londum, eitt nú Europa. Skjótt vaksandi ríkidømi í USA hevur elvt til størri innflutning av vørum. Tí kemur hallið á handilsjavnanum. Harnæst sigst, at útlendingar hava hug at gera íleggingar í USA, nettupp tí búskapurin veksur skjótari har enn í heimlondunum í Europa, Japan ella hvar. Hesar íleggingar eru, so ella so, við til at fíggja amerikanska undirskotið.
Amerikanska Business Week
Sjálvt tað amerikanska vikublaðið Business Week, sum bert hevur íleggingar, pengar og profitt í høvdinum, er farið at ivast í, hvat ið er galið við dollaranum. Seinasta nummarið í fjør metti um útlitini og orsøkirnar, og brúkar vendingar sum "A possible crash in the US dollar" (Eitt møguligt krasj í dollarvirðinum). Størsti vandin er, siga teir, at fólk fara at missa álitið á amerikanska búskapinum, og at teir sum standa fyri stýrinum (Bush-stjórnin) ikki klára uppgávuna. Tá metast skal um útlitið fyri 2005, so er dolarin eitt "Wild card" ella ein óberokniligur jokari.
Keldur:
ECB, European Central Bank, heimasíða
Dagbladet Børsen 3-1-200505
Business Week December 27, 2004
Washingtonpost.com 17-11-2004