Yvir 100 børn og lærarar hava koronu

– Nógv børn eru heima hesar dagarnar, sigur skúlastjórin

##med2##

 

Ein av teimum skúlunum, sum er ógvuliga hart raktur av koronu, er Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík. Har eru eini 740 børn og eini 70 starvsfólk og sostatt eru tað stívliga 800 fólk, sum hava sína dagligu gongd á skúlanu.

 

Men skúlin hevur verið hart rakt av koronu og í dag eru tað eini 114 skúlabørn og starvsfólk, sum hava koronu og tað ávirkar skúlagongdina nógv.

 

Vagn Foldbo, skúlastjóri sigur, at allir teir eldru flokkarnir eru sendir til hús, har teir fáa fjarundirvísing í so stóran mun, sum tilber  - og har lærarin ikki eisini liggur við koronu.

 

Sostatt eru tað bara 1.- 3. flokkur, sum er í skúla, men teir flokkarnir eru rættiliga fámentir, tí nógv børnini eru heima.    

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr skúlastjóran greiða frá