Zelenskyj: Vit góðtaka ikki friðaravtalur aftan fyri rygg okkara

Ongar avgerðir skulu takast um hvørki Ukraina ella Evropa uttan at tey eru við, sigur Zelensky.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyy, talaði á trygdarráðstevnu í München leygardagin, har hann millum annað greiddi frá friðarsamráðingum og atgerðum hjá Evropa. - Mynd: Wolfgang Rattay/Reuters

Ukraina fer ongantíð at góðtaka eina friðaravtalu, sum er gjørd aftan fyri ryggin.

 

Tað segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í dag í røðu á trygdarráðstevnu í München, har nógvir ríkis- og stjórnarleiðarum eru á fundi.

 

Tað skrivar Reuters.

 

- Ukraina fer ongantíð at góðtaka avtalur, sum verða gjørdar aftan fyri okkara rygg - uttan at vit eru við. Og sama regla skal vera galdandi fyri alt Evropa, sigur forsetin.

 

Hann nevnir eisini, at "vit skulu byggja upp vápnaðu herdeildirnar í Evropa".

 

Ráðstevnan fer fram skjótt trý ár eftir, at Russland gjørdi innrás í grannalandið.

 

Zelenskyj heldur, at "Evropa skal hava sæti við borðið".

 

- Ongar avgerðir um Ukraina uttan Ukraina, ongar avgerðir um Evropa uttan Evropa.

 

- Evropa skal standa saman og byrja at virka á ein hátt, har eingin kann siga nei til Evropa, manipulera tað ella viðgera tað sum eitt lætt offur (pushover, red.), segði Zelenskyy sambært AFP.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fleiri ferðir sagt, at hann er sera áhugaður í at enda kríggið í Ukraina.

 

Og hesa vikuna hevði hann eina drúgva telefonsamrøðu við russiska forsetan, Vladimir Putin.

 

Teir báðir ríkisleiðararnir hava avtalað at hittast eitt tíðspunkt, sum enn ikki er kunngjørt.

 

Hósdagin segði Trump, at Ukraina fær sæti við borðið undir øllum friðarsamráðingum við Russland. Tað skrivar Reuters.

 

Í dag segði Zelensky, at tað verður "hættisligt", um Trump hitti Putin, áðrenn hann hitti ukrainska forsetan.

 

Undan ráðstevnuni í München er Trump-stjórnin sent fleiri nívandi boðum til Ukraina.

 

Amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, segði mikudagin, at Ukraina skal geva øki upp til Russland sum liður í eini friðarloysn. Her skal Ukraina eisini sleppa ynskinum um at gerast limur NATO. Og USA fer ikki at senda hermenn til Ukraina.

 

Í dag segði Zelenskyy, at hann ikki fór at taka hugskotið um limaskap í NATO av borðinum, skrivar Reuters.

 

Í gjár hitti hann fyri fyrstu ferð varaforsetan í USA, J.D. Vance, fyri at tosa um møguleikarnar fyri enda á krígnum í Ukraina.

 

- Vit vilja hava kríggið at enda, og vit vilja hava drápið at steðga, segði Vance eftir fundin.

 

Zelenskyj segði við hann, at Ukraina vil hava trygd frá stjórnini í Washington, D.C.

 

- Vit eru til reiðar at flyta okkum so skjótt sum gjørligt móti einum veruligum og tryggjaðum friði, skrivaði hann á sosiala miðlinum X mikukvøldið.

 

Trygdarráðstevnan byrjaði fríggjadagin og heldur fram til í morgin.

 

 

 

/Ritzau/

 

 

 

 

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyy, talaði á trygdarráðstevnu í München leygardagin, har hann millum annað greiddi frá friðarsamráðingum og atgerðum hjá Evropa. - Mynd: Wolfgang Rattay/Reuters