Zuma fer eisini úr FCK

Nú er greitt, at Todi Jónsson ikki verður einasti framherjin, ið ikki heldur fram í FC Keypmannahavn eftir summarsteðgin.
Suðurafrikanski Sibousisu Zuma er nevnliga komin ásamt við týska Arminia Bielefeld um ein sáttmála.
Zuma og Bielefeld eru komnir ásamt um ein trý ára sáttmála, og FCK fær sjey milliónir fyri at selja 30 ára gamla framherjan.