undan at gjalda inn til tvungnu uppsparingina her heima, um hann rindar inn til eina útlendska lívrentuskipan, eitt nú Folketrygd. Eisini vilja vit tryggja, at dupulta innkrevjingin til Folketrygd og Heilsutrygd [...] arbeiða uttanlanda. Eisini á hesum øki vil eg brúka mínar politisku royndir til at hjálpa og gera mun, fái eg møguleikan til tað eftir valið. Jákup Mikkelsen, Løgtingsvalevni Fólkafloksins [...] liviligar og rættvísar umstøður at røkja sín vinnuveg. Kortini er tað tíverri so, at hesir borgarar ikki fáa nøktandi viðferð í okkara heimligu skipanum. Hetta er millum annað galdandi fyri teir, ið sigla
samdøgursfrádrátti nú eru loyst fyri árini 2010 og 2011. Landsstýrismaðurin harmast tó um, at stundir ikki vóru til restina av skattanýskipanini fyri persónar, ið arbeiða og sigla uttanlands. Landsstýrismaðurin [...] tryggja hesum persónum skattlig viðurskifti, ið eru so greið og eins, sum til ber. Tað er av stórum samfelagsligum týdningi, at tað ber til at búgva í Føroyum og arbeiða uttanlands. Arbeitt verður tí beinanvegin
men eg arbeiði víða hvar í Stór-stockholmsøkinum. Hví flutti tú til Stockholm? Eg flutti higar til býin í lestrarørindum á heysti í 1987. Til Svøríkis flutti eg í 1985. Hvat tekst tú við nú? Eg eri free-lance [...] effektivir, fyri tað mesta vinsælir og eitt sindur smædnir. Teir leypa ikki um hálsin á tær, fyrstu ferð tit hittast, men fært tú ein svenskara til vin, hevur tú mangan ein vin fyri lívið. Hetta er serliga galdandi [...] liggur Stockholm við havið. Eg búði eitt skifti inni í landinum, men bleiv til frens av tí. Hevur tú ætlanir at flyta heimaftur til Føroya? At svara upp á handan spurningin krevur eina longri blaðgrein. Skal
Kristian út-longsul og valdi í 1937 – tað var stutt eftir konfirmatiónina - at fara til Danmarkar at læra. Hann hevði hug til tað dynamiska fakið, elektromekanikk og kom í læru summarið 1938 á tí viðgitnu og [...] teimum fyrstu, sum prestur fekk sær sum fastan álitismann til at hagreiða alt slag av kjøti, fiski og viðskera, sum kom sendandi úr Føroyum til tær nógv umtóktu kvøldseturnar hjá Kirkjuliðinum. Hesi vælvitjaðu [...] Kristian ikki orkaði meira. Men sjálvt um Kristian var inkarneraður og felagsfúsur útiseti, gloymdi hann ongantíð, at hann avgjørt eisini var hvalbingur. Hann ferðaðist næstan á hvørjum ári til barndómsheimið
fólk ikki trívast í einum fjarskotnum samfelag. - Hvar tú ert er líkamikið, um tú bara kanst flúgva til flestu stórbýir í Evropa upp á undir tríggjar tímar. Har er prísurin altavgerandi. Tað er ikki vist [...] Føroyum, so síggi eg, at eg eri broyttur so yvirdrivið nógv, at eg ikki kann ímynda meg sjálvan sum ein, ið altíð hevði búð í Føroyum. Eg veit ikki, hvør eg hevði verið, sigur hann. Hann vísir á, at tá ein føroyingur [...] andaligum ella búskaparligum ískoyti til føroyska samfelagið. Virði hjá útisetanum eru upplivingarnar, sum hann ómøguliga kundi fingið í Føroyum, og sum kunnu umsetast til onkran búskaparligan, sosialan,
í Nilánni. Hevur tú ætlanir at flyta heimaftur til Føroya? Eg eri føroyskur tænastumaður í farloyvi til og við mars 2008, so tað verður tað helst til. Og dóttirin skal ganga nøkur ár í føroyskum skúla [...] grønmeti afturvið øllum máltíðum. Og so eru tey púra vill við at veiða smáfugl til matna, og tað smakkar eisini væl. Kryddað, men ikki sterkt. Tú fær øll sløg av “sydfruktum” og í løtuni eru jarðber at fáa. Hvussu [...] eri ráðgevi fyri leiðsluna í aðalráðnum viðvíkjandi menning av umsitingini, sum skal miðspjaðast til tess at koma nærri borgaranum í einum landi. Hóast landið er meira enn 20 ferðir størri enn Danmark
Tað var stórt umskifti. Men tað liggur í mær at fara til verka her eg eri staddur, og so verður mangt sær sjálvum líkt. Og sum danir taka til, hevur tú okkurt keðiligt í skjáttuni: Nissen flytter med [...] eg av lagnunnar speisemi valt at búgva, tí skula tey eisini eiga mín tokka. Tað ber til at velja kærleikan, men ikki ástina. Nú gevst tú sum leiðari í Føroyahúsunum – Hvat fer Martin Fjallstein at takast [...] okkara hús. Húsið er kortini meira enn tað, um til ber at siga so. Tað er ein pallur hjá fólki innan list, tónleik, sang, sjónleik, matstaður, fundarstaður og til dagdvølju. Harafturat hevur húsið verið
mest um tað man sum lítil fekk í barnaføðingardøgum. Rugbreyð kennir meginparturin ikki til, og kips á fransbreyð er ikki óvanligt. Men tað hevur sína sjarmu, avgjørt. Sakni nógv heimagjørda matin hjá mammu [...] serliga teirra kømentan og samveru/pubmentan, sum ikki líkist nógv føroyskari mentan. Hvussu er maturin í Skotlandi? Ógvuliga ósunnur og feitur og ikki serliga eksotiskur. Haggis og Shepard’s Pie, skotskir [...] heim aftur til Føroya eftir loknan lesna? Ja, um tað er brúk fyri mær, so sjálvandi. Eg havi tann hugburð, at tað er skeivt, at einans knarra um hvussu føroyska samfelagið átti at verið, og so ikki gera sítt
Eg kom til Onglands í 2001. Tað var so, at eg hevði verið úti í heimi og fjakka, og ætlaði at ferðast enn meir. Tískil fór eg til London. Her ætlaði eg at vinna mær pening, soleiðis at hevði ráð at ferðast [...] eru nakrir føroyingar sum ganga her, men vit síggjast ikki so nógv, av tí at universitetið er so stórt. Her læri eg til sniðgeva í binding. Tað er ikki so, at vit bara læra at binda siðbundnar troyggjur [...] bindi nógv til mótasýningar her í London, men hetta er altíð torført at selja, tí støddirnar eru so løgnar. Tað er so, at tá ið tú ger klæði til eina mótasýning í London, skalt tú gera klæðini til modellir
mentanin í Grønlandi víkur ikki so nógv frá teirri føroysku, og mær dámar báðar væl. Hvussu er við málinum – dugir tú nakað á grønlendskum? - Tíanverri er tað ikki blivið til nógv grønlendskt enn. Tá eg [...] aðrastaðni í heiminum. Alheimurin er heilt vist eisini komin til Grønlands hvat tí viðvíkur. Man kann eisini fáa flogfríska mjólk úr Danmark til 38 kr. liturin – so fólk drekka longlife mjólk. - Tann grønlendski [...] grønlendski maturin er líkur føroyskum mati, men tey gera ikki nógv við at ræsa matin. Eg havi hoyrt at luftin er ov turr til at ræsa. Vanligur matur her er hvalatvøst við spiki, kópur, svartfuglur og annar