stórur biti at svølgja. Spurningurin er so, hvat fer at koma burtur úr hesum stórmálum og hvussu úrslitini fara at gagna okkum! VIT kunnu kanska býta hetta upp í tveir høvuðspartar. Annar er spurningurin um [...] bankakanningini verður greitt, og ein ella onnur avgerð skal takast í marknatrætuni við Bretland. Aftrat hesum kemur vitjan Nyrups í Føroyum, samtykkjan av oljulóggávu, 1. útbjóðing á føroyskum øki, Heimastýrislógin [...] lagnumánaður fyri Føroyar. Tá fáa vit úrslitið av bankakanningini. Tað kann ganga fleiri vegir. Eitt nú kunnu føroyingar fáa viðhald í skuldsetingunum, ella verða danir fríkendir. Ella verða tað høgg til báðar
samráðingarnevndini. Hví so er mugu vit bara gita um. KANN ein orsøkin vera hon, at løgmaður við hesum vil staðfesta sína hørðu linju mótvegis Bretlandi í markamálinum. Kann tað vera so, at løgmaður í [...] ynskt at fáa Árna Olafsson frá sum samráðingarleiðara, men at hann ikki hevur fingið undirtøku fyri hesum í Tinganesi! TAÐ er neyvan nakar ivi um, at løgmaður ætlar sær ikki at geva so uttan víðari í sam [...] til fyrimunar fyri at geva loyvi til oljuleiting. Hetta eru tankar, sum bert løgmaður og eftirtíðin kunnu lýsa rættleikan ella skeivleikan í. LØGMAÐUR hevur ferð eftir ferð biðið føroyingar og serliga tingmenn
eisini tað, sum hendir viðhvørt, at politikarar hava ikki rygg at standa ímóti. Og tað tykist henda í hesum døgum, nú seinasta hond skal leggjast á fíggjarlógina fyri 1998. HERFYRI hevði leiðslan í sjúkrah [...] syrgiligar myndir, tá fólk flyta út. Úrslitið er, at Løgtingið játtar 300.000 krónur, so fólkini kunnu flyta innaftur. Í SÍÐSTU viku boðar leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi frá, at neyðugt er at at skerja [...] uld aftur næsta ár. V.ø.o. sýnir borgarliga landsstýrissamgongan einki annað enn ábyrgdarloysi í hesum døgum.
hansara í hesum sambandi. Tað er at fegnast um, at leiðandi politikararnir úr øllum trimum økjunum í ríkinum hittast - og at hetta er fingið í lag í slíkum formumi, sum ein ríkisfundur er, og hesum kunnu vit [...] fara - soleiðis at vit í framtíðini kunnu fáa eitt gott og konstruktivt samstarv millum ríkispartarnar. Tá bankakanningin í næstamánaði verður almannakunngjørd, kunnu vit taka støðu til tey enn ógreiddu [...] soleiðis at stríðsmálið - sum nú hevur ulmað alt ov leingi - eina ferð fyri allar verður avgreitt. Tá kunnu vit tosa um brøðratjóðir, ið við stoltleika samstarva á jøvnum føti við respekt fyri hvørjum øðurm
landinum, nú vit hava gjørt ein faldara um møguleikarnar, ið eru við nýggja Internet Sosialinum. Í hesum faldara ber eisini til at tekna seg sum haldara av vanliga Sosialinum. TAÐ er ikki hvønn dag, at høvi [...] hvat innihaldinum viðvíkur. Vit fara sjálvandi ikki her og nú at avdúka alt tað vit arbeiða við, men kunnu tó siga so mikið sum, at vit fara at brúka meiri orku uppá at koma út kring landið. Føroyskir fjølmiðlar [...] staðnum og útvega tíðindi og annað tilfar. Annað er at hava gott samband við fólkið úti kring landið. Í hesum sambandi er tað okkara vón, at fólk fara at taka væl ímóti okkara blað- og myndafólkum. Vilja fólk
at vit kunnu ikki halda fram. SO hevði løgmaður verið í eini heilt aðrari støðu. Bæði mótvegis sjálvstýrisflokkinum og sínum egna flokki, tí nú hevur hann við at koyra Sámal Petur frá í hesum málinum [...] Sambandsfelag. SJÁLVANDI ber til at seta spurnartekin við, um Sámal Petur í Grund bar seg rætt at í hesum máli. Helst hevði verið betur, um hann hevði latið landsstýrið viðgera málið, áðrenn tað varð lagt
framtíðina hjá hesum landi og tess fólki. Sum so verður hon karmurin kring tað arbeiði og virksemi, sum verður á føroyskum øki mong ár fram í tíðina. Hon setir út í kortið ein heildarpolitikk á hesum økinum. [...] verða tey grundleggjandi politisku sjónarmiðini løgd einaferð med alla - treyðugt so - allar lógir kunnu endurskoðast, tá umstøðurnar broytast. NÚ er ikki vist, at vit fara at fáa eitt so drúgvt og hart [...] vónað, tí málið hevur verið so væl lýst longu. Men tað er uppgávan hjá okkara politikarum at geva hesum stórmáli eina professionella, seriøsa og sakliga viðgerð. Heldur venda teim ymsum pørtunum í lógini
millum londini bæði byggir á drúgvar traditiónir bæði vinnuligar og mentanarligar. At tað júst í hesum tíðum koma út bøkur um føroyingar í vinnu í Grønlandi sigur so heldur ikki so lítið um, hvat vit hava [...] verið so sum so við vinnuliga samstarvinum. Spurningurin er um ikki føroyingar og grønlendingar aftur kunnu taka saman hendur og vera við til at menna vinnuna í Norðuratlantshavi. Nú vit fara inn í eina nýggja [...] tað bara innantóm og einkisigandi orð. Hetta mugu vit til at gera nakað við. Vit mugu til at geva hesum orðum kjøt og blóð - vit føroyingar og tit grønlendingar - til felags ágóða. SUM smátjóðir - men kortini
onnur týðandi mál. Men hetta er ein sannleiki við motifikatiónum. Tí vit eru noydd til at fylgja hesum máli ?to the bitter end?, sum tikið verður til. Tað ber ikki til nú - fyri tað um luftin er farin [...] Hvussu sambandskir og samríkishugaðir føroyingar enn eru tað, so fer eingin føroyingur at stuðla hesum samstarvi í framtíðini - um ikki teir seku í Danmark, tað verið seg banki ella politikarar vísa angur [...] álvarsligt, at vit bera ótta fyri, hvat fer at henda, um løgmaður einsamallur sleppur at rutta við hesum máli, eins og hann hevur gjørt við so nógvum øðrum málum. Demokratiið í Føroyum má røkka út um skrivstovu
varðveita orðaskifti á slíkum støði við at loyva dulnevndu lesarabrøvunum! Og kanska vit við at banna hesum kunnu vera við til at fáa eitt betri, meira opið og ærligt samfelag. Sigast kann um dulnevndan brævskrivara [...] halda, at tíðin er búgvin til, at ikki bert vit, men eisini øll onnur bløð taka hetta stigið. Vit kunnu so bert vóna, at onnur fylgja í hesi slóð. VIT gera hetta fyrst og fremst fyri at hækka støðið í bløðunum [...] lesarabrøvini. Av tí at fólkini, sum skriva, sleppa undan at seta sítt navn undir, halda tey, at bløðini kunnu brúkast sum teirra ?ruskspann?. Tað er rætt, at tað verður roynt at skilja tað ringasta frá, men hetta