við skrúðgongu og sangi. Martin Fjallstein heldur røðuna. Kl. 14 byrjar kappróðurin. Umleið 35 manningar luttaka í kappróðrinum, sum endar við einari norðurlandakapping. Í ár luttaka 7 lond í norðurla [...] Western Blus spælir til dans til tann ljósa morgun. Tað er møguligt at keypa sær bæði føroyskan og danskan mat og drykkjuvørur allan dagin. Nevndin fyri Neystið
ferðamannaskipinum »m/s England«. Og Ranafossur lá mannleysur og brann eystur av landgrunninum í ein landsynning úr Akrabergi. Martin sigur frá, at teir fóru av Tvøroyri um morgunin og sigldu í ein landsynning [...] hava staðið og práta soleiðis í umleið ein tíma, kom ein ungur drongur upp og segði, at tað var sovorðin roykur í kokkahúsinum. Motorpassarin leyp niður beinanvegin, men var skjótur aftur og segði, at helst [...] teir sendu rakettir, lætst bretin ikki um vón og sigldi bara víðari. Tórshavnar Radio hoyrdi Ranafoss og fekk samband. Teir fingu at vita, hvussu vorðið var, og so varð beinanvegin farið undir at fá teimum
øld og eitt nýtt ártúsund! Talva I 1. flokkur 2. flokkur 3. flokkur Danmørk 8-10 t. 8-9. t. 7-10 t. Svøríki 8-11 t. 8-10 t. 9-11 t. Føroyar 6-7 t. 6-7 t. 6 t. (+1 t. nú) Við vón um vælvild! Á Borg 7/6-99 [...] nóg gott, og okkurt er verri, enn tað var frammanundan. Móðurmálið Ágangurin á móðurmálið er stórur í hesum teldu-, tøkni- og sjónvarpstíðum, nú umheimurin bæði so og so floymir inn í skúlar og heim okkara [...] myndugleikarnar Mín álvarsama og inniliga áheitan á háttvirda Føroya Landsstýri og háttvirda Føroya Løgting verður tískil: Mennið og styrkið undirvísingina í føroyskum og tónleiki munandi, nú vit fara
vóru óvanliga nógv reyð kort víst í 7. umfari. Ikki færri enn fimm spælarar vórðu riknir av vøllinum, og tríggir teirra (Hans Fróði Hansen úr HB, Dan Djurhuus úr VB og Øssur Jacobsen úr B68) ? fingu beinleiðis [...] tveimum hjá sumbingum. Og málskjúttarnir vóru enntá teir somu í báðum dystinum. Tann 3. oktober 1998 fekk Kurt Mørkøre trý mál og Rógvi Jacobsen tvey, meðan Birgir Jørgensen og Eirikur Joensen skoraðu [...] gøtumaðurin Magni Jacobsen og Hans Jørgen Djurhuus úr B71, høvdu fingið eitt gult frammanundan. Hvørki í fjør ella áður í ár hava dómararnir brúkt reyða litin so ofta. Bæði í 6. og 10. umfari í kappingini
vóru í Havn og leiktu móti HB, taptu teir ikki minni enn 7-0. Men so galið fer tað ikki at gangast hesaferð, er venjarin vísur í. ? Eg eri púra vísur í, at vit fara at geva HB skarpan gang, og teir skulu [...] ar. Og samstundis, sum toftamenn løgdu doyðin á at bróta ígjøgnum verjuna hjá sandoyingum, so vóru gestirnir sera vandamiklir tá teir fingu møguleikararnar upp á kontra. Teir gjørdu skjótt av, og trýstu [...] bóltur lagdur aftur eftir vøllinum og hann fór fram við verjuspælaranum hjá B71. Annar brasiliumaðurin hjá B68 smekkaði til, bólturin brast í stongina og tá hann kom út aftur á vøllin var veteranurin Aksel
sera lítið undirhaldandi og ikki stóð mát við fyrra hálvleik, sum hevði betri spæl og fleiri málmøguleikar. Nógv hevur verið tosað um álopið hjá GÍ, sum ikki er nóg hvast, og sunnudagin sóu vit aftur, [...] Bjarni Prior upp við handaru stong og setti høvdið undir eitt hornaspark, og so var 3-0 í staðin fyri 2-1. Hevði GÍ fingið brotssparkið, sum fyri teimum flestu var sólaklárt, og gøtumenn væntandi høvdu minkað [...] fleiri streingir at spæla uppá og eitt hvassari álop enn GÍ, sum misti ein part av góða málmuninum eftir 7-2 sigurin á Sumba. B36 hevur skotið 24 mál í sjey landskappingardystum, og málmunurin ger eisini, at
hjá KÍ og HB móti botnliðum vóru teprir, og hóast B36 vann 4-0 á GÍ, var spælið ikki nakað at reypa av. Toppurin Tey trý liðini, sum nú liggja ovast við 16 stigum í part, hava øll víst veikleikar, og øll [...] seg, og hóast Marcelo ikki var millum málskjúttarnar hesaferð, fær hann størri og størri týdning í álopinum hjá B68, sum hevur vunnið tríggjar ferðir á rað. Teir skulu í Gundadal at spæla móti HB, og so [...] dystirnir millum VB og Sumba eru kendir fyri at kunna fara báðar vegir. B71 hevur tapt tepurt móti bæði GÍ og KÍ, og teir eiga størsta sigurin higartil í 1. deild ? 6-0 móti ÍF. Sandoyingar skulu nú til Vágs,
vestri og útnyrðingi. Ælingur, men eisini sólglottar og hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið hósdagin: Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og sólglottar, men eisini okkurt ælið. Hitin millum 7 og 10 stig [...] fríggjadagin og leygardagin: Gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi og fyrst regn vestaneftir, seinni sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst við Ísland fer í landnyrðing og gevur [...] Veðrið í dag: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og suðri, í støðum upp í skrið. Ælingur, men eisini onkur sólglotti. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið mikudagin: Fyrrapartin upp í hvassan vind
onelt kongadømi við fúrsta og lóggevandi Landtag og liggur í alpunum millum Schweiz og Eysturríki til støddar 25 km x 6 km. Fúrstadømið er kent fyri frímerkjaframleiðslu og sera lagaligan skattapolitikk [...] politiska- og umsitingarliga vitloysi í 80-unum, sum tók støðið undan vanligum viti og skili við katastrofalum avleiðingum fyri at kalla hvørt hús og heim, mugu spyrja, hvussu henda mikla ferðina eystur og vestur [...] kk. Har arbeiða umleið 20.000 fólk herav 12.000 útlendingar, og av teimum eru 7.000 búsett í Schweiz. Næstan ongin skattur og lagaligar reglur fyri útlendskum kapitali er orsøkin til, at meira enn 25.000
umsitur fyri felagið. Føroyakvøldini eru sett at vera 15.6., 22.6., 29.6., 6.7., 13.7., 20.7., 3.8., 10.8. og 17.8. Atgongumerki eru at fáa í Kunningarstovuni. [...] Ólavur Jacobsen og Flóvin E. Viderø gjørt nýggjan tónleik til hesa skránna, ið verður 15. juni og 22. juni. Teir báðir vera eisini við á pallinum til allar framførslurnar við guitarspæli, og arbeiða nú við [...] stig til tiltakið og samstarvið við Havnar Sjónleikarfelag, sum leggur til rættis føroyskar mentanarskráir/undirhald til framførslu á palli. Dansifeløgini Tøkum Lætt - Dansifelagið í Havn og Dansifelag Kaggans