ikarnir tí eru nærum eins góðir, sum í persónbilum. Men framvegis er talan um sera tunga ferðslu, og er óhappið úti, so er skaðin tað størri. Jón Kragesteen vísir eisini á, at eitt nú í Svøríki arbeiða [...] av ferðsluóhappum. Tað er púra greitt, at minni ferðin er - smærri verða skaðarnir. Hóast lógaruppskotið, ið nevndin, sum skuldi endurskoða ferðslulógina hevur gjørt, ikki er komið alment fram enn, [...] greitt, at tað kostar, vilja vit koma skjótari fram. Vit tosa eisini so nógv um »framkomiligheit«, men vit mugu eisini geva okkum far um, at hetta kostar. Tí er tað ikki bara sum at siga tað at økja um
upptikin aðrastaðni. Tað kundi hon so, men ikki fyrrenn klokkan fimm um dagin. Ása Djurhuus sigur, at tað tí er heilt greitt, at hevði verkfall blivið fríggjakvøldið, hevði tað verið Tummas Magnussen [...] eitt hangandi hár, at tað endaði við verk- fallið seinasta fríggjadag. Og tað var ikki av ósemju um sáttmálan. Tað var tí, at tá ið samráðingarnar skuldu byrjað, stakk Tummas Magnussen, samráðingarleiðari [...] eiðara. Ása Djurhuus sigur, at tað tí er beinleiðis ósatt, tá ið Tummas Magnussen sigur, at hann einki hoyrdi aftur frá heimahjálparafelagnum so leingi, at hann tók tað sum um vit høvdu góðtikið útsetingina
Miðnoreg verður nú miðvíst leitað eftir olju. Hetta er tað økið, sum oljufeløgini kalla The Atlantic Frontier ella Atlantic Margin ella Atlantsmótið. Talan er um útbjóðingarøkið hjá fýra londum, nevniliga Noregi [...] Føroyar næsta økið Tað er annars greitt, at írskir myndugleikar leggja stóran dent á at fáa oljufeløgini at vísa Írlandi ans, nú íløgur verða gjørdar í leiting í nýggjum økjum. Tað eru nógv ár síðani, [...] verður lutaðir út. Freistin at søkja er 15. desember 98. Nú tað hava verið tvær útbjóðingarrundur í bretskum og írskum øki eru oljufeløgini farin at vísa Føroyum ans. Tað verður bíðað í stórum spenningi eftir
arbeiðsplássum er eisini avmarkaður. Hjá einstøku fyritøkunum er vánaliga gjaldførið í sær sjálvum ein trupulleiki. Fyri at bøta um gjaldførið, er neyðugt við fremmandum kapitali, og í stórum er einasti møguleiki [...] marknaði. ?Tað merkir, at føroyska eftirlønaruppsparingin er av týdningi, um einum føroyskum marknaði skal verða lív lagað³, sigur Eginpeningsnevndin. Jonhard Eliasen vísir á, at tað tí er av stórum týdningi [...] vísir á, at føroyski búskapurin er so lítil, at neyðugt er at spjaða seg rættiliga nógv so ella so, skal tað bera til við einum virðisbrævamarknaði. Aðrastaðir eru tað lívstryggingarfeløg og eftirlø
Hóast tað mest verður tosað um olju á Atlantsmótinum, so er tað ein sannroynd, at útlitini fyri at finna gass í undirgrundini heldur enn olju eru stór. Hetta er í hvussu er tað, sum nógvir jarðfrøðingar [...] Hetland, at har er nógv gass. Ein orsøk til at oljufeløgini heldur ynskja at finna olju heldur enn gass er tann, at tað í dag er lættari at fáa oljuna til høldar enn gassið. Eitt nú er eingin infrastrukturur [...] myndugleikar um tað, sum hendir í projektinum. Hóast tað sær lovandi út, so ávarar kanningarleiðarin um ikki at hava ov stórar vónir longu nú, tí eitt stórt arbeiði liggur fyri framman. M.a. er tað av stórum
km/t ella hvat nú einaferð er best hóskandi. Orsøkin til at vit heita á tykkum er, at tað er rættiliga vandamikið at so nógvar »fartgrensur« eru settar á ymisk akfør, tí tað vísir seg, at tá trailararnir [...] fylgjast Í skrivinum søgdu teir m. a.: » Tað er soleiðis vorðið, at vit ikki fáa útført okkara arbeiði sum ynskiligt hevði verið, tí at hámarksferðin fyri trailarar er bert 50 km/t á landavegi og 50 km/t í [...] Teir vísa eisini á, at um allir trailarar fara at koyra við 49 km/t er rættuliga stórur vandi fyri ferðsluvanlukkum, tí tað tryggasta er, at øll ferðslan fylgist í ferð, siga teir. Teir upplýsa eisini, at
eitt boð frá honum, sum segði, tað fullgjørt er. So spírurnar kunnu liva longur enn her og nú, ja, liva saman um ævir við honum í himnabúð. Tøkk fyri verkið tú inti at ala, tað góða fram, so búnast kundu tey [...] millum syllar og so vítt til veggja, men orðini ið fullu bóru altíð tað góða fram. Hennara stílur var hesin at taka alt væl upp og leggja tað besta í alt. Minnini renna fram fyri meg, so mong og so góð. Kann [...] Seinasta kornið rann úr tímaglasinum. Ein lýsandi kerta er slóknað. Unna, Rúni, Gunnvá og tit, sum stóðu henni næst, árini vóru komin og lívið er eitt lán. Tit sita við sakninum, men minnini eiga vit, og
ígjøgnum eygu og oyru við møguleikum, tilboðini eru eins og við tað kalda borðið, vel tær tað, sum tær dámar, et teg mettan, tað kostar bara tað og tað, og hevur tú ikki tíð at sigla, ja so kanst tú blíva fluttur [...] í móti, tað er altíð ein ella onnur sesong, sum bíðar fyri framman, eg eri ikki meira enn reiðiliga liðugur at hoyggja, so kemur nátatíðin, og síðan eru heystfjøllini á baki, og so eru jól. Tað hevur ikki [...] at heysta, og har ein ikki sáddi heystaði ein sparsommiliga. Hettar er eisini tíðin á árinum, har øll gleða seg til summarferiu, tað er eins og dyrnar verða lætnar upp inn í ein nýggjan heim, og ferðamn
hálva øld, er á veg. Tað eru tveir risar í føroyskum vinnulívið, sum eru farnir at ressast. Tað eru nevniliga Føroya Banki, og Poul Mohr, sum skulu tryggja tað peningaliga grundarlagið undir teirri nýggju [...] Nú er røringur komin í í føroysku fíggjarverðini. Tveir risar í føroyskum vinnulívið eru farnir at ressast, og tað er nógv sum bendir á, at Tryggingarsambandið fær okkurt at hugsa um Áki Bertholdsen Tað [...] men nú stjórin, Håkon Jacobsen fór frá fyri aldur, er sakførarin blivin stjóri. Tað skilst, at hann bara skal verða stjóri fyribils, tí felagið er umskipað. Poul Mohr kom í nevndina fyri nøkrum árum síðani
kortið skal eisini brúkast aðrastaðni«, so er hetta ikki kjarnin í málinum. Eftir mínum tykki er kjarnin í málinum, tað sum tænir viðskiftafólki best. Alt annað tos er uttanumtos og bíligar umberingar. [...] sæst aftur á konto seljarans. Henda seinkan broytir soleiðis eisini gjaldføri seljarans. Annað er so tað, at føroya Sparikassi í brævi til viðskiftafólk síni »elegant« skrivar, at skjølini, brævbjálvar [...] viðurskiftini. Teir, ið gera hesar viðmerkingar er ikki hvør Hanus og Janus, men fólk, ið sita á ovastu rókum í penignastovnunum. Yvirskriftin henda dagin er at »FR kortið skal eisini brúkast aðrastaðni«