upphæddir og tað skal meiri enn so til at bjarga kommunum, sum eru illa fyri, legði hann afturat. Havnin hevur ein serliga støðu, tí hon er høvuðsstaður. Í eini slíkari skpan, verður eisini neyðugt at leggja upp
síðani, so hevur Sjálvstæðisflokkurin mist 2,4 prosent. Samfylkingin hevur mist 1,9 prosent. Vinstru Grønu hava seinastu vikuna havt eina framgongd upp á 2,8 prosent, og Framsóknarflokkurin hevur havt eina
sanniliga hevur eyga fyri vakurleikanum í flagglitunum og í silvurknappunum, sum hann ómaksfult hevur teknað á morreyðu troyggjurnar ein fyri og annan eftir. Pappírslist Sum kunnugt hevur pappírslistin [...] týdningarmikil sum málningalistin. Hetta kemst m.a. av, at pappírið ofta hevur verið brúkt til skitsur til tað lidna verkið, sum hevur verið málað á t.d. lørift. Á framsýningini hjá Tóroddi Poulsen spælir [...] verkum hevur valt at límað pappírslepar oman á tað málaða løriftið við vatnlitamyndum, fotomyndum og eini ørgrynnu av tekningum. Tekningin er høvuðstáttur í samlaða verki Tórodd Poulsens og hevur sum skilst
skipar fyri og konsertin er fingin í lag í samband við at danski klaverleikarin Rune Thorsteinsson hevur undirvíst næmingunum í STOMP, sum er tónleikur og kroppsrørsla. Næmingarnir fara at vísa fram tað
longur missa pensjónina. Tað ætlar Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almananmálum Í Løgtinginum hevur Bergtóra Høgnadóttir Joensen spurt landsstýriskvinnuna um hon ætlar at gera naka við tað mannminkadi [...] verður tikin frá teimum so at tey bara fáa 1000 krónur um mánaðin í lummapengum. Hon vísti á, at Javni hevur mælt til tað sama. Støðan er tann, at tey, sum búgva á sambýlum, fáa fyritíðarpensjón og rinda fyri [...] m, fáa onga pensjón, men umleið 1000 kr. um mánaðin í lummapeningi. Rósa Samuelsen sigur, at hon hevur málið til viðgerðar beint nú og hon er samd í, at tað er mannminkandi, at vaksin fólk á stovnum, sambýlum
segði politiski formaður Javnaðarfloksins. Hetta er fallið Sjálvstýrisflokkinum fyri bróstið og hann hevur nú spurt Javnaðarflokkin, um allur flokkurin stendur aftanfyri eina slíka útsøgn. Kári P. Højgaard
afturvali. Gitkafelagi hevur 600 limir og er eitt av teimum elstu sjúklingafeløgunum í Føroyum ?felagið fylti 60 í august. Ein stórur trupulleiki hevur verið, at ongin fastur giktalækni hevur verið í Føroyum [...] framstig, sum tey hava longst eftir í nógv ár. Tað eru eini 200 sløg av gikt og ein stórur trupulleiki hevur verið, at møguleikarnir at fáa venjing hava verð so vánaligir kring landið. Men Giktafelagið er nú [...] nú við í einum bólki, sum roynir við at fáa nakað á føtur í Eysturoy. Tað er Lions Klubburin, sum hevur tikið stig til hetta og roynt verður nú at fáa kommunurnar at stuðla tiltakinum við 5000 krónur í
sethúsaeigarar. Tað sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag. Í sambandi við kreppuna, hevur nógv verið tosað um møguleikan fyri at útvega landskassanum eyka inntøkur. Men í hesum sambandi vil
bátabygdini Vestmanna. Á hvørjum ári seinastu sjey árini hevur Bátastevna verið hildin í mai mánaði. Soleiðis verður aftur í ár. Stevnan hevur verið ógvuliga væl umtókt. Undanfarin ár hava umleið 200 bátar
ein endurtøka av finaluni frá í fjør, tá Ragnar vann sítt fyrsta FM-heiti í bestu deildini. Ragnar hevur eisini vunnið Grand Prix í ár. Grand Prix kappingarnar kunnu eisini kallast landskappingin í borðtennis [...] vann Rakul hesa finaluna 3-2 eftir at hava verið aftanfyri 0-2 í einum sera tøttum dysti, og í ár hevur Marin vunnið Grand Prix kappingina, so lítið er at ivast í, at hetta verður sera spennandi aftur í