og Páll, at tey kundu hugsað sær at komið heimaftur at búgva, men at tað verður neyðugt at hava nakað at gera, so familjan kann klára seg. - Mín ætlan var eftir útbúgvingina, at koma heimaftur at arbeiða [...] - Fyrimunurin við at ferðast við sjónleiki er, at leikararnir fáa høvi at uppliva landið. Annar fyrimunur er at spæla fyri børnum, og so tað, at bert verður spælt í dagtímunum og at tú hevur frí í vik [...] avbera væl, men at kravið er, at ein er støðufastur og dugir at tilrættisleggja sær arbeiðið. - Fyrimunurin er, at tú ikki nýtist at fara frá húsum við børnunum kl. sjey á morgni. Við hvørt skal eg møta
sjálvir at tekja húsini og at hjálpa til at tekja hjá teimum eldru, sum hava trupulleikar við sjálv at umvæla húsini. Hetta inniber eisini at húsini koma at halda longur, av tí at vatn ikki sleppur at viðinum [...] hava fingið møguleika at fara á skeið í matgerð, fyri at læra at framleiða mat til víðarisølu og soleiðis skapa sær eina inntøku. Eisini er møguligt hjá nøkrum íbúgvum at læra seg at gera rygg-sekkir (h [...] , sum verða nýttar til at seyma nýggj klæði og til at bøta um gomlu klæðini. Soleiðis er eisini her møguligt at skapa inntøku. Tað er sera týdningarmikið at tey fáa hjálp til at finna sær arbeiði, tí annars
framført fyri fullum húsum fleiri ferðir - ikki færri enn 5000 fólk hava sæð leikin - verður skjótt framførdur fyri donskum børnum - á Bornholm. Tað er ?Scene 2³ á Bornholm, sum hevur boðið felagnum at koma [...] koma til Bornholm við leikinum. Fyri at kunna fíggja slíka ferð varð leygardagin skipað fyri sera hugnaligum og stuttligum tiltaki í Sjónleikarhúsinum, har nógv børn og ung vitjaðu. Har var køkutombola, [...] 1. juli og koma heimaftur 8. juli. Eingin ivi er um, at ikki bert teir mongu leikararnir fáa eina uppliving, nú høvi verður at fara til Bornholm at vísa leikin. Tað verður so sanniliga eisini ein sonn
so tann parturin er í hvussu er greiður. Eitt sindur óvist er enn, nær NIM verður klárur at fara í sigling fyri Vaktar & Bjargingartænastuna. Skipið skal fyrst klassast, og enn er sáttmálin millum rei [...] undirskrivaður. Leiðarin á Vaktar & Bjargingartænastuni, Elmar Højgaard, sigur við Sosialin, at hann væntar ein mánað at ganga aftrat, áðrenn NIM fer í sigling. [...] Herfyri frættist, at NIM verður fyribils vaktar- og bjargingarskip hjá Vaktar & Bjargingartænastuni. Og nú gera teir skipið klárt. Seinasta árið hevur NIM havt skeltið ?Guard Wessel³ á síðuni á brúnni
lobbyarbeiði til frama fyri Føroyum. Umboð fyri bólkin hava hvør í sínum lag roynt at tosa við bretskar politikarar fyri at fáa teir at skilja støðu okkara í grindamálinum og harvið ikki blint at taka undir við [...] orðabókini stendur hetta til at merkja krókapolitikari - krókatutl. NÚ vit eru við at gerast ein meira integreraður partur av Europa og umheiminum annars er greitt, at tað oftari fer at verða gjørt brúk av orðinum [...] kann hava fyri okkum øll, sum búleikast á hesum klettum. Tað er ein spurningur um at duga at tosa okkara felags søk. Lat okkum bara taka grindamálið. Tað er eitt gott dømi um, har tú hevur brúk fyri lobbyistum
Tað vardi meg als ikki, at vágbingar framvegis eru ímóti at lata okkum brúka maskinurnar, sum standa á virkinum í Vági. Eg helt so avgjørt, at nú Fiskavirking er sanerað einaferð aftrat, so var alt sovorðið [...] So skjótt sum tey fingu varhugan av, at Fiskavirking vildi hava kongafiskalinjuna úr virkinum, vórðu lastbilar og kranar settir fyri dyrnar inn á virkið. Hildin fyri gjøldur Formaðurin í Arbeiðsmannafelagnum [...] sigur við Sosialin, at hvørki lastbilar ella kranar verða fluttir. Vit eru greið yvir, at vit gera nakað ólógligt. Men vágbingar hava fingið nógmikið. Fiskavirking hevur hildið okkum fyri gjøldur nóg leingi
Nú summarferian nærkast og skúlabókin verður latin aftur fyri hetta skúlaárið er vanligt, at skúlaflokkar av bygd leita til høvuðsstaðin at síggja ymiskt har. Hesa seinastu tíðina hava nógvir slíkir flokkar [...] saman við lærarinnuni. Á blaðnum varð greitt frá arbeiðsgongdini, hvussu eitt blað verður til frá tí at tað verður skrivað á teldurnar til blaðið verður prentað á prentsmiðjuni. Skúlabørnini í Árnafirði [...] Norðurlandahúsinum og høvdu so eisini verið útferð í Kirkjubø og á Velbastað. Avgjørt ein hendingarrík tíð fyri skúlabørn kring alt landið. Nú um dagarnar vóru skúlabørnini í Svínoy eisini á vitjan í blaðhúsinum
. Av tí at hann í hesari grein nemur eitt sindur við útróðurin, er tað skylda mín at koma við nøkrum viðmerkingum og nærri frágreiðingum, hesum viðvíkjandi. Sjálvt um vit í skúlanum lærdu, at hvussu f [...] óavmarkaðum tali av bátum til at royna eftir okkara tilfeingið. Teir 5000 fiskidagarnir eru ein viðurkenning og ein kompensatión frá Føroya Løgting fyri, at umstøðurnar eru ikki heilt tær somu, sum í hinum [...] umrøddu heildarveiðu, og ikki sum nevnt í Sosialinum 12%. Hetta er so prísurin man hevur valt at gjalda fyri at hava ein vinnubólk har hugtaki okkara tilfeingi kemur til sín rætt. Hesin fiskur verður longu
felagsins. Andreas Poulsen sigur, at hetta fær ikki nevndina at leggja frá sær. Hetta merkir, at limirnir ikki eru nøgdir við arbeiðið, vit hava gjørt. Men eg haldi ikki, at hetta er eitt misálit á nevndina [...] Starvs- og Tænastumannafelag. Tá varð samtykt, at ein sáttmáli skuldi leggjast fyri eini aðalfund, áðrenn hann kann koma í gildi. Anedras Poulsen vísir á, at tað hesaferð serliga vóru dagrøktarmammurnar [...] eisini tað fyri ein aðalfund. Verður tað aftur felt, so eitur formaðurin í Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag ikki longur Andreas Poulsen, sigur hann, uttan at hann kann svara fyri hini í nevndini
vóru um midnáttarleiti spurdir, um teir vóru sinnaðir at royna semju, men aftan á at hava tosað við báðar partar, hildu teir, at lítið útlit var fyri semju og tískil var sáttmálaloysi og verkfall. [...] endaðu við at partarnir skrivaðu undir sáttmála sunnunáttina. Men á seinasta aðalfundi hjá Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag verið skoytt upp í sáttmálan, at hann skuldi leggjast fyri aðalfund [...] gjørt, og úrslitið varð, at nevndin ikki fekk stuðul limanna. Av teimum 96 limunum, sum møttu á fundi, atkøvddu 38 fyri sáttmálanum, 6 atkvøddu blankt, meðan 52 atkvøddu ímóti at seta í gildi sáttmálan.