samstundis dent á, at tað ikki er nevndin í felagnum, sum er orsøkin til, at brandstøðin ikki var mannað gjáranáttina. Tað má vera álitismaðurin á brandstøðini ella teir, ið hava verið á vakt, ið hava ábyrgdina [...] orðum vil tað siga, at um onkur ólukka hendi, var eingin á brandstøðini, sum kundi geva boðini víðari. Hetta heldur Leivur Hansen vera skelkandi, men sigur, at loysn er funnin á hesum við tað at virkandi [...] teir til arbeiðis, um onkur ólukka hendir, men teir rykkja ikki út til hvat sum helst, sigur hann. Er tað ein bilur, ella okkurt annað, sum ikki er til vanda fyri onnur, so er ikki vist, at teir rykkja út
»Seglið« skipar fyri. Tað hevur verið so, at ítróttarfeløgini hava skipað fyri siglingunum, handan av steypum og øðrum í tí sambandi, men nú vit hava fingið eitt áhugafelag, verður tað væl so, at felagið [...] verður í ár sunnudagin 24. august. Tað er vanliga tann síðsta kappsiglingin í árinum og eitt slag av einum endabresti. Leygardagin 7. juni var so ársins fyrsta kappsigling. Tað var á Strondum í sambandi við [...] grindabátarnir í Vági og aðrir bátar fara at sigla kring oynna. Tað verður fríggjadagin 4. juli og leygardagin 5. juli. Sigast kann, at tað er alsamt vaksandi áhugi fyri sigling og fyri tí føroyska bátinum
málkensluna hjá tí føroyska málbrúkaranum. Eitt tað mesta virkna - kanska tað virknasta - eftirskoyti í føroyskum orðum er -ari. Tað hevur frá gamlari tíð verið, og verður enn, natúrliga brúkt til at gera [...] tykist kortini lítil ivi vera um, at tað eitur maltesararnir, framborið/maltesarinir/. Vanliga verður eisini í hvørjumfalli sagt maltesarum. Men hjá summum tykist tað, sum teir vilja snúra tunguna av lagi [...] avskeplaða og rangvørga málkenslu. Hvørt óspilt mansbarn í Føroyum veit, at tað eitur europeari og australiari. og á sama hátt eitur tað koreanari, japanari (ella japanesari), indari, iranari, ísraelari, palestinari
Svøríki, sum hevur verið háborg svenska javnaðarmanna í næstan 70 ár. Síðani 1930 hevur býurin verið undir javnaðarleiðslu. Ein av gomlu stuðlum floksins, August Palm var úr Malmö, har tað í dag búgva um 250 [...] Síðani var tað formaður í eysturríska tjóðartinginum Heinz Fischer. Hann tosaði m. a. um fólkaatkvøðuna, sum verið hevur í Eysturríki um ES-limaskapin. Hann segði, at málini, ið serliga høvdu verið uppi í [...] Sum nevnt í blaðnum í síðstu viku hevur Jóannes Eidesgaard verið við til rundborðskjak, har evnið var pedofeli. Tað var svenski ES-kommiserurin, Anita Gradin, ið legði fyri, greiðir Jóannes Eidesgaard
heldur eisini, at tað er løgið at foreldrabólkurin ikki gevast at stríðast, tí tað tænir ongum endamáli. Jákup Dam er álitisfólk á skúlanum í Kollafirði. Hann sigur, at tað hevur verið við vilja, at lærararnir [...] børnini av hesum eru komin í tvístøðu, er tað bara harmiligt. - Hvat sigur tú til seinasta skrivið frá foreldrabólkinum? - Tað vil eg ikki gera viðmerking til. Tað skal vera upp til tann einstaka, sum lesur [...] Kollafirði standa saman við 1. læraranum. Tað vístu teir m.a. við at ?leggjast sjúkir³ nakrar dagar. Skúlafyrisitingin hevur roynt at basa ófriðinum, men heldur ikki tað hevur eydnast. Nú hevur Lærarafelagið
tiltøkum sínum á hesum leiðum eisini vil steðga oljuleiting við Føroyar, sigur talskvinnan, at tað ger tað. -Okkara grundleggjandi sjónarmið er, at øll nýggj leiting í heila tikið eftir olju eigur at steðgast [...] steðga framleiðsluni so ella so. Tað er ikki so langt síðani, at umboð fyri Greenpeace mótmæltu framleiðsluni á Foinaven uttan fyri høvuðsskrivstovuna hjá BP í Aberdeen. Tað er greitt, at við tiltøkum sínum [...] fer tað at eydnast Greenpeace at steðga oljuleiting vestan fyri Hetland og við Rockall tvs. skamt frá okkara egna marki, so kemur túrurin eisini til Føroyar, tá fyrsta útbjóðingarumfar hevur verið og
tá ringt verður upp til skipanina. Hetta hendi seg næstan ikki í Grønlandi. Nógv lættari skuldi verið at fingið hetta at virkað í einum lítlum landi sum Føroyum og tí kann hetta ikki góðtakast. Eg ætli [...] umboð ella onkur annar her á landi kann bjóða eina tænastu, sum er at liva við og vil ráða øðrum til tað sama. Internet fan
svikaligan. Og hann vísir á, at tað er monopol líknandi støðan hjá Føroya Fiskavirking á Tvøroyri, ið er ein orsøkin til svikaligu prísirnar. Seinastu dagarnar hevur stór ónøgd verið við prísin á kongafiski úr [...] annað hevur Reiðarin á Suðringi víst á, at prísurin er alt ov vánaligur. Misbrúkar støðuna Í løtuni er tað bara Fiskavirking á Tvøroyri, sum hevur orku at virka kongafisk í størri nøgdum. Og hetta heldur formaðurin [...] studningi fyri kilo av hesum sama fiskinum. Stjórin á P/F Fiskavirking, Jákup Mørkøre, vísir upp á tað harðasta aftur, at Fiskavirking misbrúkar støðuna. Tá vit á sinni tosaðu við Marner Lisberg, reiðara
n, at tað kundi verið áhugavert at tosa um hann á einum fjølbroyttum fundi, sigur Jákup Mørkøre. Hann heldur, at á einum slíkum fundi kundi t.d. Bjørn á Heygum, formaður í Rættarnevndini, verið við. Hann [...] kundi verið at fingið orðaskifti í bløðum, útvarpi og sjónvarpi, um hetta við sjálvtekt (sjálvtekt: tú tekur lógina í egnar hendur, blðm.) Formaðurin í Framtíðini vil onga viðmerking gera til tað, Jákup [...] fyrr enn Fiskavirking vísir, at ætlanirnar at flyta linjuna eru sleptar, verða bilar og krani flutt. Tað sigur formaður í Arbeiðsmannafelagnum Framtíðini í Vági, Kári Jacobsen. Hann skjýtur nú upp, at P/F
broytt nakað í mun til undanfarin ár. Tað verða nú fleiri lívfrøðisfak í byrjanini av lestrinum. Áður hava lærugreinirnar í fyrstu lestrarhálvu fyri tað mesta verið sonevndar stuðulslærugreinir, so sum [...] sindur ringt við at siga alt tað tú hugsar, og kanska knípir tað eisini eitt sindur við úttaluni. Tá tú gekst í studentaskúlanum, vóru tey kanska einir 20 næmingar. Var tað okkurt tú ikki skilti, kundi [...] at vera burtur heiman, trupulleikarnir við málinum og tað, at frálæran er so ópersónlig, kann í byrjanini fella tungt hjá mongum lesandi. Tí er tað avgjørt ein fyrimunur hjá ungfólki, sum ætla sær undir