hevði sømt seg, at teir rættaðu feilin. Í endanum á tíðindunum varð rætt sagt frá, men eingin rættleiðing kom sum segði at skeivt var sagt frá fyrru ferð. Í yvirskrift í Sosialinum 16. oktober verður maðurin [...] tað sama. Men um henda skuldseting heldur í longdini, tað vita vit einki um, og so leingi rætturin ikki hevur dømt mannin sekan, skal hann roknast sum ósekur. Men í tíðindunum á middegi týsdagin 14. oktober [...] maðurin aftur dømdu soleiðis: »Kona doyði orsakað av harðskapi«. Í okkara rættarskipan er tað so, at eingin skal roknast sekur so leingi hann ikki er dømdur, og eg vil tí, bæði sum verji hjá skuldsetta og sum
størri nøgdir, og sostatt fáa sum mest fyri peningin. Búði í Danmark í 35 ár Vígdis Højgaard, sum tá hevði búð í Danmark í 35 ár, kom júst heimaftur í 1983. Hon var sett sum leiðari á Goymsluni. Upprunaliga [...] 30 mió. krónur árliga Í 1983 hevði Goymslan til húsa í fýrum hølum á Landssjúkrahúsinum, men av tí at virksemið vaks við nógvari ferð, varð deildin flutt. Í dag eru eisini 20 rúm í nýtslu, og tað er ógvuliga [...] Tað var rættilig hugnaløta fyrrapartin í gjár, tá starvsfólkini í Goymsluni á Landssjúkrahúsinum sessaðust í kaffisteðginum. Borðreitt var við kaffi og køkum, kertiljósum o.s.fr.. Hetta var seinasti a
haldið í staðin biðin um at lata Eikjugruninum eina peningagávu. Minningarhald í Klaksvík Fleiri staðni í landinum verða minningarhald í dag. Í Klaksvík verður minningarhaldið við minnisvarðan í Vágstúni [...] Í dag er alla halganna dagur, og fleiri staði í landinum verður minninarhald fyri teimum, sum hetta seinasta árið lótu lív á sjónum. Fimm fólk eru sjólátin, síðan 1. november í fjør: Torgerð Sunadóttir [...] Sunadóttir úr Havn, 30 ára gomul. Hon druknaði í Vestmannasundi 28. november í fjør. Jack Haraldsen úr Vestmanna, 47 ára gamal. Hann gekk burtur 8. desember í fjør við báti sínum Leithamar. Helgi Gudmundsson úr
handilsmonnunum í býnum, sum hava virkað longst í vinnuni - í hvussu so er hevur hann verið partur av handilslívinum í Havn í 35 ár. Vit tosa um Jákup Jakobsen, ella Jákup á Kamarinum í Havn, sum fyrr í ár tók [...] við leiðsluni í handlinum hjá Fiskimannafelagnum, »Samvinnufelagið« á Bryggjubakka í Havn. Jákup starvaðist í handlinum hjá Gundur í 13 ár og rak sjálvur handilin víðari í 18 ár. Í august í ár lat handilin [...] sum 15 ára gamal í læru sum goymsluavgreiðslumaður hjá Einari Storr í Havn. Hetta var í 1962 og varð hann útlærdur í 1966. Seinni sama árið - tað var tann 1. desember 1966 byrjaði hann í tí starvi, hann
til 1913. Í 1870 vóru 120 fólk í Svínoy, í 1890 vóru 124, í 1901 vóru 165, í 1911 187, í 1921 204, og tað var hægst í 1925 og í 1935, tá 214 fólk búðu í Svínoy. At fólkatalið vaks so nógv síðst í hinari øldini [...] og í 1901 eru fýra á lívi. Tey eru Poul, sum var føddur í 1889, Thomas Sigurd, sum var føddur í 1890, Anna Sofía, sum var fødd í 1896 og Axel Marius, sum var føddur í ár 1900. Í fólkateljingini í 1911 [...] var fødd í Miðvági 7. novembur í 1830. Pápi hennara var Joseph Haraldsen, sum var føddur í Miðvági 2. novembur í 1802. Pápi hansara var Harald Johnsen við Kirkjar í Miðvági, sum var føddur í 1750, og mamman
drigin inn í lívið hjá hjúnunum á ísfjallinum. Heiðraður leikur Leikurin Ísblomstrið er bygdur á sagnir og søgur um Johan Kaaven, mætasta gandakall í Noregi. Hann doyði í 1918. Terje Nordby fekk í 1995 Ibsen [...] deyða, einsemi og undurerk. Leikurin fer fram í Finnmørkini í 1880-árunum og snýr seg um ein gandakall. sum er boðsendur at lekja eina konu, sum liggur í seingini nærum lamin av sinnissjúku. Sum ein rættur
21 milliardir. Hetta komst serliga av støðuni í Jugoslavien og í Somalia. ST hevur friðarvarðveitandi eindir í ikki færri enn 15 londum. Úr einum kassa í annan Fyri at koma aftur til fíggjarstøðu ST?s [...] ) um nýggjan ST-bygnað - ein nýggjan ST-reform. Meðan starvsfelagar mínir heima í Føroyum í hesum døgum stríðast í fíggjarnevndini, við uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 1998, og helst við sveitta [...] vitjar tað mest demokratiska landið í heiminum, eigur hann sjálvandi at fáa at vita, hvat fólkið her hugsar og meinar um viðurskiftini í tí mest ódemokratiska partinum í heiminum?« Au pair gentan úr Onglandi
supermarknaður í Føroyum eftir útlendskari fyrimynd við slaktara. Hans Mortensen sigur, at matvøruhandlarnir í býnum vóru ikki sinnaðir at flyta í SMS. ? Eitt nú fekk Keypssamtøkan tilboðið. Stjórnin í FK tók [...] di í SMS. Í Miklagarði var vøruútboðið nógv størri, enn vit vóru von við í Føroyum. Og uttan iva hava vit verið við til at hildið prísleguni niðri á einum rímiligum støði Tí tað er einki at ivast í, at [...] longu fyrst í sjeytiárunum, at hugskotið til SMS birtist. ? Havnin var tá komið á eitt vegamót og støða skuldi takast til, stórbroytingar. ?Tað varð blivið ov trongt í býnum, og viðurskiftini vóru í mangar
serligan týdning fyri okkara hús. Sum eg nevndi í minningarorðunum, tá ið Christian Restorff, svágur Arn-old doyði, so búðu foreldur míni her, tá ið tey vóru í Havn. So vit hava kenst ógvuliga væl, her hava [...] var hin kendi handilsmaðurin, Hans Joensen. Handilin var í kjallaranum, og tvær aðrar familjur búðu í húsinum, báðir beiggjarnir, Hans og Rudolf. Húsini eru, sum kunnugt burtur nú. Hesi hús og henda familja [...] tann andaligi felagsskapur, sum hevur verið í trúnni á Harran Jesus. Tey ævigu tingini, tey hava allan týdningin og ikki minst nú, góða Anna, nú tú, við so stutt í millum, misti fyrst Per og so Arnold. Her
eisini væl við í tí, sum hendi útí í verðini, og fyrst í hesari øldini framførdu teir m.a. »Pílagrímskórið« hjá Wagner, sum annars doyði í 1883, so hetta hevur verið rættiliga feskt í Útnorði tá. Í 1920?unum [...] hoyrdist í Havnini. Í sekstiárunum og fram til áttatiárini vóru bert tvey almenn kór í høvuðsstaðnum, og vóru tey bæði blandað. Talið ferfaldaðist Fyrst í 80?unum kom ein nýggj frítíðarskipan í gildi fyri [...] hevur kórið ferðast í Íslandi, Danmark, Onglandi, Wales, Skotlandi og Hetlandi. Sum vit nevndu í blaðnum í gjár, gongur leiðin seinast í hesum mánaðinum til Estlands, Letlands og Litava í sambandi við tað