? SMS hevur verið við til at stabilisera Havnina. ? Vit blivu ein partur í eini menning, sum heilt avgjørt var neyðug. Og tíbetur er miðbýurin við at fáa fótafesti aftur.?Havnin skal vera ein sterkur keypsstaður í kappingini við, Eysturoynna.
? SMS kollvelti handilslívið. Men eg haldi at tað var neyðugt. Var býarætlanin, við handilshúsinum á Trapputrøðni ikki komin, hevði okkurt annað hent, okkurt, vit kanska ikki høvdu havt tamarhald á.
Sigur maðurin, sum meir enn nakar annar er vorðin ímyndin av føroyskum handilslívi
SMS heldur í hesum døgum 20 ára føðingardag.
? Vit hava lagt unglingaárini afturum og eru blivin vaksin. Vit hava funnið okkum sjálvi og nú gongur alt sína gongd, stillisliga og róliga, sigur stjórin í SMS, Hans Mortensen, nú hann lítur afturum bak eftir 20 árum, sum ikki bara hava verið ein dansur á rósum.
Hann sigur, at tað var longu fyrst í sjeytiárunum, at hugskotið til SMS birtist.
? Havnin var tá komið á eitt vegamót og støða skuldi takast til, stórbroytingar.
?Tað varð blivið ov trongt í býnum, og viðurskiftini vóru í mangar mátar so óskipað, at okkurt mátti henda. Og tá var tað, at býráðið skuldi taka støðu til, hvønn veg, høvuðsstaðurin skuldi mennast.
Skuldi hann mennast uppeftir, ella skuldi hann mennast úteftir í ymsar ættir.
Hans Mortensen sigur, at eftir hansara tykki tók býráðið ta skilagóðu avgerð at Havnin skuldi veksa úteftir. ? Tað hevur varðveitt Havnina sum hon var, men tað hevur givið henni meiri luft og hevur fríðkað um hana í stórum.
? Langur, breiður vegur - R.C. Effersøesgøta - varð teknaður og lagdur niðan a Háls, og stykkið á trapputrøðni varð lagt av til handilshús.
Hans Mortensen sigur, at her sóu tey møguleikan og hugskotið um SMS varð fostrað.
Stór mótstøða
Hans Mortensen minnist, at mótstøðan ímóti SMS varð stór.
? Tað var væl ikki annað enn náttúrligt, at handilsmenn í býnum vóru ímóti SMS, tí tað fór sjálvandi at herða kappingina munandi.
? Eisini býráðs-politikarir vóru ógvuliga ivasamir.
?Men tað var ikki mótstøða í býráðnum ímóti at byggja handil á Trapputrøðni. Mótstøðan var meiri ímóti at geva einum manni loyvi at byggja húsið.
? Og tað vóru eisini tey, sum hildu, at hetta var óføroyskt.
Hans Mortensen sigur, at av tí sama gingu fleiri ár at fáa loyvi.
? Men tað kom so, og SMS varð bygt.
Uppsunaliga varð ætlanin, at SMS skuldi verða størri. M.a. skuldi biografur eisini verða í sølumiðstøðini.
? Men tað bleiv ov stórt, og tí kappaðu vit ta eina ?húsið? av. so vit nú hava seks ?hús?, ístaðin fyri sjey.
Limirnir í FK vildu ikki
Tað mest kollveltandi í SMS var matvøruhandilin, sum kom.
? Hetta varð fyrsti, veruligi supermarknaður í Føroyum eftir útlendskari fyrimynd við slaktara.
Hans Mortensen sigur, at matvøruhandlarnir í býnum vóru ikki sinnaðir at flyta í SMS.
? Eitt nú fekk Keypssamtøkan tilboðið. Stjórnin í FK tók av, men táið ætlanin varð løgd fyri limirnar, søgdu teir nei.
?Sostatttt máttu vit sjálvir gera matvøruhandilin, og FK fekk ein stóran kappingarneyta - og mátti byggja uppi í Hoyvík.
Hans Mortensen sigur, at hann hevur hoyrt okkurt um, at er tað nakað, stjórnarlimir í FK iðra seg um nú, er tað tað, at tey ikki fluttu í SMS.....
Fingið fótafestið aftur
Hinvegin gekk ikki so illa at fáa aðrar handlar í býnum at flyta í SMS.
Hans Mortensen sigur, at tíverri doyði miðbýurin mest sum út eina tíð.
? Men tíbetur er miðbýurin nú við at fáa fótafestið aftur.
? Tað eru vit glaðir fyri. ? Vit eru áfastir við miðbýin, og eg haldi, at vit hanga saman.
? Eg haldi, at vit øll arbeiða fyri felagsáhuamálum. Havnin er ein keypsstaður, og vit vilja fegin hava hann til ein sterkan keypsstað. Vit kappast jú við Eysturoynna t.d.
? Og eg haldi, at tíðin fer at vísa, at tað er væl pláss fyri okkum báðum.
Ein menning, sum var neyðug
Hans Mortensen heldur avgjørt, at SMS bleiv ein náttúrligur partur í eini býarmenning, sum var neyðug í Havnini.
? Var SMS ikki komið, hevði okkurt annað hent. kanska ein útbygging, vit ikki høvdu havt tamarhald á. So tað er einki at taka seg aftur í, at vit tóku undir við býarætlanini, sum gjørd varð tá.
Og eg haldi eisini, at vit hava megnað væl at lagað SMS til Havnina, báði í byggisniði og í innihaldi so at ta nettupp ikki er óføroyskt.
Hava hildið prísin á rímiligum støði
Hans Mortensen sigur, at tað er onki at ivast í, at SMS hevur broytt føroyskan handilsskap nógv
? So kunnu vit altíð kjakast um, antin broytingin er av tí góða, ella av tí ringa
Ikki minst Miklagarður, sum var tað mest kollveltandi í SMS.
Í Miklagarði var vøruútboðið nógv størri, enn vit vóru von við í Føroyum. Og uttan iva hava vit verið við til at hildið prísleguni niðri á einum rímiligum støði Tí tað er einki at ivast í, at hørð kapping kemur forbrúkarunum til góðar. Í so máta hava vit havt serstakliga stóran týdning.
Eitt upplivilsi at fara til handils
? Og hví skal tað ikki vera eitt upplivilsia t fara til handils. Hví skal tað bara vera nakað, sum skal fáast frá hondini.
Hans Mortensen sigur, at tað vísir seg allastaðni, at har mentanarlív tekur seg upp, er handilslív frammanundan. Har handilslív er, er eisini mentan. Men tað er ongantíð øvugt. Handilslív er ein fortreyt fyri mentan. Ikki øvugt.
SMS hevur av og á eisini skipað fyri ymsum tiltøkum, og tit hava eisini skipa fyri tiltøku mat fremja føroyska frameiðslu. Men nú er nakað langt síðani seinast?
? Ja, eg haldi, at í einum handilshúsi, har so nógv fólk hevur sína dagligu gongd, sum í SMS, eiga vit at hava okkurt at bjóða fólk útyvir tað, vit vanliga selja.
? Tí skipa vit av og á fyri mentanarligum tiltøkum, tí tað er húsið eisini vælegnað til. Men vit ætla okkum ikki
taka kappingina upp við Listaskálan ella Norðurlandahúsið.
? Tey mentanarligu tiltøk, vit skipa fyri, eru av tí meiri fólksliga slagnum.
? Tað er eisini rætt, at vit hava skipað fyri tiltøkum fyri føroyskari framleiðslu.
? Vit hava havt føroyskar vikur, og vit hava havt hugskotskappingar.
? Hesi tiltøk eru sprottin úr ynskinum at royna at stuðla føroyskari framleiðslu.
Hans Mortensen sigur, at hóast tað er langt síðani seinast, roknar hann við, at hesin táttur verður tikin uppaftur komandi ár.
50.000 fólk um vikuna
Hans Mortensen sigur, at SMS er vælegnað at skipað fyri tiltøkum í.
? Hvørja viku eru eini 50.000 fólk í SMS.
Tvs, at hvør einasti føroyingur er inni á gólvinum meiri enn einaferð um vikuna.
? Tað mesta, sum hevur verið í SMS uppá eina viku, er 100.000 fólk.
? Tað mesta, sum hevur verið ein dag, er 30.000 fólk.
Teir smáu handlarnir hvørva
SMS hevur oftað fingið skyldina fyri at hava beint fyri teimum smáu, hugnaligu bygdarhandlunum.
? Eg veit nú ikki, um so nógvir handlar eru farnir í Havn. Eg haldi, at tað eru næstan líka nógvir handlar í Havn nú, sum tað vóru áðrenn
? Tað er rætt, at nakrir matvøruhandlar eru farnir. ? Men eg ivist í, um teir smáu handlarnir høvdu verið varðveittir, hóast vit ikki komu. Eg rokni við, at komu vit ikki, hevði okkurt annað hent. Kanska hevði eitt annað slag av handilslívið verið uppi á Hálsi, ella onkra aðrastaðni.
Hans Mortensen heldur tvørturímóti at SMS hevur verið við til at stabilisera Havnina.
? Tað var alt ov trongt í Havnini, so okkurt mátti henda. Tað hevði verið ein menning, vit ikki høvdu havt tamarhald á. Býurin hevði ment seg heilt øðrvísi, enn hann hevur. Men hvussu, er ómøguligt at siga
? So tað er onki at taka seg aftur í, at vit tóku undir við, at býráðið fekk skipað viðurskifti við býarætlanini.
Men hvussu síggja so tey næstu 20 árini út hjá SMS?
? Hevði eg nú bara havt eina kúlu at hugt í...Nei, eg veit ikki. Eg rokni við, at alt fer at ganga sína gongd framyvir. Stillisliga og róliga í hvussu so er í nøkur ár.
? Men tekur oljuvinnan seg upp, verður støðan ein heilt onnur. Men fyribils arbeiða vit, sum um ongin olja kemur. Kemur hon, fara vit tá at taka støðu til, hvat vit gera. Tí tá fer keypikraftin uttan iva at økjast.
? Vit fáa ikki bygt meiri afturat, men kanska skulu øðrvísi handlar til.
Hann sigur, at tey eru bjartskygd. Tíðirnar eru ikki góðar, men tað er slætnað undir føti.
? Tó er tað ógvuliga umráðandi, at vit ikki leypa framav, sum vit øll gjørdu í áttatiárunum. Eisini vit í SMS. Tað hevur ikki bara verið ein dansur á rósum. ? Vit gjørdu t.d. ein ræðuligan brølara at vit fóru undir parkeringsplássið.
Hann sigur seg ikki minnast, hvat tað kostaði, men tað var øgiligt. Tað er ein brølari, hann tekur á sínar egnu herðar. Og hann hevur framvegis ikki hug at útgreinað, hvat tað var, sum gekk galið.
Men hinvegin: vit hava avgjørt ikki ov nógv parkeringspláss nú, leggur hann afgturat.
Ídnaðardepilin slept
Hans Mortensen hevur havt aðrar dreymar enn at verða handilsmaður.
Einaferð droymdi hann um at gera ídnaðarbarónur, við miðdepili inni á Sundi.
Men sundsdepilin er langtsíðani sleptur með alla.
? Tá ið vit mitt í áttatiárunum vóru til reiðar at fara undir tað fyrsta virkið, fekk býráðið boð um, at inni á Sundi máttu bara goymslur byggjast. Tað var ikki akkurát okkara ætlan, so vit sleptu øllum. Og tað er púra vist, eg geri ikki meiri við tað ætlanina, sigur Hans Mortensen.