skal ikki dylja yvir, at eingin hevur verið meiri ivasamur, enn eg havi verið sjálvur, sigur FSF bossurin, og so útgreinar hann: Tað eru nógv sjónarmið, sum hava verið frammi, t.d. at tú bindir komandi nevndir [...] við, at tað verða nógv, sum vilja hava part av køkuni? Tað er einki at ivast í, og vit vóna, at peningurin, sum FSF vinnur, kemur føroyska fótbóltinum í breiðum týdningi til góða. Men fyri at tað skal bera [...] fótbóltslandsliðnum. Føroyingar hava hildið avtaluna, sum var galdandi fram til 31. desembur 1999, verið góða, men tað munnu týskararnir eisini hava hildið. Teir hava strongt á at leingja samstarvið, og beint eftir
fáa, gjørdist veruleiki mikukvøldið. Fuglfirðingurin Símun Eliasen er í felagnum, men hann hevur verið álvarsliga skaddur og hevur ikki spælt í fleiri mánaðir. Símun var við í fyrireikingini hjá Århus [...] hálvu av kappingini, men í hesi fyrireiking var Símun so óheppin at bróta beini í venjingardysti. Tað hevði gingið Símuni serstakliga væl, tá skaðin hendi, og hann var á veg inn á besta liðið, men ístaðinfyri
startskammlar eru, tí tað sum fer fram nú er teknisk og intensiv venjing. Svimjararnir taka tíð á teinunum og telja tøkini. Hetta er svimjing sum tað ikki ber til at gera aðrastaðni. Tað sum undrar tey í [...] 3 til 6 um náttina. Og sjálvt fyri svimjarar er tað ein ókristiligt tíðspunkt at venja í. Kundi arga vanliga borgaran Argumentið hjá TKST er, at tað kann arga fólk, at Oyggjaleikalandsliðið sleppur í [...] Oyggleikirnar, og tað er sera umráðandi, at tann venjingini verður gjørd undir teimum umstøðum, sum vit skulu svimja undir á Oyggjaleikunum, sigur Aksel Haraldsen, skrivari í Svimjisambandinum. Tað vil siga, at
gjørdist tað sera tætt og bæði liðini kundu í grundini farið við sigrinum, og javnleikur kundi eisini verið eitt hóskandi úrslit. Men tað var nú HB, sum var omaná eftir teir 90 minuttirnar, og tað mundu vera [...] fleiri enn HB-fólkini, sum fegnaðust um sigurin, tí B36 hevur verið í slíkum formi higartil í ár, at tað hevur verið ilt at fingið eyga á tað lið, sum skuldi steðga teimum. Men við tapinum móti HB, er nakað [...] hálvleiki hendi meira, hóast sjálvt spælið ongantíð kom á tað støðið, sum tey bæði liðini eru før fyri at spæla. Nervin var alla tíðina til staðar, og tað lá í luftini, at eitt mál fór at avgera uppgerðina.
stovan hevur ongantíð í sínum ráðum tikið dagar ímillum, hvør skuldi taka politisku avgerðina. Tað verið seg Dam, Ellefsen, Sundstein, Petersen, Joensen ella Nyrup. Ein illgiting um, at hugmóðin á Fis [...] metingar og forsagnir á, hvussu viðurskiftini hava verið áður, hvussu var fiskiskapurin hjá skipunum í fjør, hvussu er aldursbýtið í veiðuni, hvussu sá tað út í yngulkanningunum, hvussu hildnaðist yvirli [...] tengd at fortreytunum. Vísir tað seg, at veruleikin er ørvisi enn fortreytirnar, so verður fiskiskapurin eisini ørvísi. Hetta hava vit sæð í fleiri førum. Eitt var, tá tað í forsøgnini viðvíkjandi toski
uttanlands, og at leggja eina framtíðarætlan. Hevði tað ikki verið rættari hjá landsstýrinum at bíða til nevndin var liðug? Jú tað besta hevði verið, at tað arbeiðið var liðugt. Men nevndararbeiðið er sera [...] reiðaríið um tað ikki var møguligt at fáa stuðul úr landsstýrinum til marknaðarføring. Og tað hevur landsstýrið játtað, sigur Sigmund Isfeld. Men hann sigur, at eingin upphædd er ásett, og tað er heldur ikki [...] Tað er nú endaliga greitt, at landsstýrið hevur slept øllum sum líkist føstum ferðafólkasambandi ímillum Føroyar og Skotlands. Tað er greitt eftir at landsstýrið og Smyril Line komu ásamt um eina avtalu
aðrar skeinur í andlitinum. - Eitt er at brúka nevarnar, men tað er óhugnaligt, at nakar fær seg til at særa onnur soleiðis við fløsku. Tað hendir alt ov ofta, sigur Hans Djurhuus, varaleiðari á politistøðini [...] Leygarkvøldið var ein ungur maður hjá politinum í Klaksvík og boðaði frá, at hann leygarnáttina hevði verið fyri harðskapi í Lognbrá. Hetta var hent um trý tíðina. Ein annar maður hevði lat á hann og sligið
at ætlanin ongantíð hevur verið at bora norðureftir frá Eysturoyartunnlinum eystanfyri. - Og tað ber heldur ikki til, tí tunnilin fer at halla suðureftir. Tað hevði tí verið at sett fólkið í ov stóran [...] at gróttilfarið, sum fer at koma frá tunnilsboringini, verður so nógv, at sjálvt um tað verður javnað út, fer tað at hækka lendið minst fýra metrar. Friðingarnevndin vísir á, at yvirfriðingarnevndin ísíni [...] arbeiðapláss hjá Landsverkfrøðinginum og brúka tað til at lekja sár í náttúruni, eitt nú fyrrverandi grótbrot, tí Landsverkfrøðingurin og SEV eru hvør sín stovnur. Tað er gingin umleið ein mánaður síðan, at
Stakkin av ongum. Men seinasta leygardag bar til. Hann hevði sagt høgætt, men tað var úrnyrðingur, sum er góð ætt, tá tað er stilt. Tjørnuvíkingar høvdu lýst við túrinum og biðið fólk teknað seg. 150 fólk [...] komu ymsa staðni frá. Tað er ikki so øgiligt at fara í kassanum út í Stakkin, tí tú sær ikki niður á sjógv. Sundið er líkasum inni undir lenndinum. Á veg innaftur sær tú niður, og tað eru 133 metrar. Væl [...] vegvísararnir fóru við. Tað gekk so mikið væl, at klokkan 13 vóru øllheima aftur. Trygdartiltøk Í Stakkinum høvdu teir spent bond út móti eggini og mæltu fólki til at halda seg innan fyri. Tað gekk alt væl. Í
?Tøkum Lætt³ bjóðaði upp á gólv. Tað er ikki so ofta, at pensionistar fáa heiðursløn fyri felagsarbeiði, men í Kópavági er tað veruleiki. Meðan ferðalagið hevur verið í Føroyum, hevur almanna- og heil [...] ferðalagið kemur heimaftur. Frítíðarfelagið ?Hana nú³, sum merkir nakað tað sama sum ?Beint nú³, varð stovnað fyri 14 árum síðan. Tað var Ásdis Skúladóttir, sum stovnaði felagið, og hon hevur arbeitt øll [...] limirnir fingið holla vitan um tað landið, sum verður vitjað. Drúgvar fyrireikingar til Føroyaferðina Í vetur hava Føroyar staðið ovarlaga á breddanum. Í Kópavági hava verið fleiri føroyakvøld, har føroyingar