hann noyddur at svimja. Fýra stórir klettar Tað, sum ikki sást úr landi, var, at maðurin, sum stóð og boraði, stóð uppi á einum stórum kletti, sum liggur beint undir vatnskorpuni úti í Sandagerði. Heilir [...] eina løgna sjón, sum tó hevði eina heilt nátúrliga frágreiðing. Bert føturnar undir vatni Einar 30-40 metrar úr landi stóð ein maður frá brandstøðini við eini borimaskinu og boraði. Tað, sum gjørdi sjónina [...] og hesir klettar eru ofta til stóran ampa fyri bátar, tá ið grind er í Havn. Tað eru mangir bátar, sum hava fingið skaða av hesum klettum. Kommunan í Havn hevur tískil tikið avgerð um, at hesir fýra klettarnir
skrivað, liggur á 10. plássi í norsku Tippeligaini, sum telir 14 lið, og niðurflytingin ikki er so langt burturi, gongst væl hjá føroyska landsliðsspælaranum Julian Johnsson. Føroyski miðvallarin, sum eisini [...] eisini er úttikin til landsdystin í Bosnia, hevur bert mist ein dyst av týdningi, síðani hann kom til norska felagið, og tað var ein steypadystur, sum Kongsvinger spældi, meðan Julian var í Estlandi við landsliðnum [...] herfyri seldi Rosenborg ein spælara ? Vegard Heggem ? til Liverpool fyri meir enn 50 milliónir krónur. Tað eru í løtuni 21 mans í hópinum hjá Kongsvinger, og á bonkinum situr ein maður, sum Kongsvinger keypti
sjálvir, sum avgera samstarvsháttin við ES. Møguleikarnir eru nógvir. Ein kann velja als einki samstarv at hava, ein kann velja at fara upp í ES-samstarvið, ella ein kann finna eina skipan, sum liggur onkustaðni [...] at Schlüter er ein sera áhugaverdur maður, sum hevur drúgvar royndir, bæði sum vinnulívsmaður og sum politikari. Tað er tí sera áhugavert, at Klaksvíkar kommuna tekur stig til at fáa ein slíkan »tungvektara« [...] eitt rættiliga víttfevnandi gjaldoyrasamstarv, sum um stutta tíð endar við, at meginparturin av ES fær nýtt gjaldoyra, kallað ECU. Ongar kursbroytingar Ein tann størsti fyrimunurin við gjaldoyrasamstarvinum
frá, nú vit hitta teir ein týsdag í august, at alt var ein stór veitsla kring sjálvt koyriøkið. Sunnudagin var sjálv kappkoyringin, og teir eru teir allir samdir um, at tað var ein uppliving fyri lívið. [...] hvussu man skuldi fyrireika ein túr av hesum slag. Motorsúkklur - eitt dýrt ítriv Tað er fáur maður í Føroyum, sum hevur eina motorsúkklu til dagliga nýtslu. So at siga øll, sum hava eina motorsúkklu, hava [...] máli um, at tað, sum ger tað so stuttligt at koyra á motorsúkklu, er spenningurin. At liggja næstan niðri á vegnum í einum svingi og kenna kraftina frá motorinum undir tær er ein kensla, sum als ikki kann
A. R. Brenton, sum er deildarstjóri í uttanríkisráðnum, hevur tikið við sum nýggjur leiðari í bretsku samráðingarnevndini eftir Frank Bermann, sum ikki rættiliga slapp at royna seg sum leiðara, nú naggatódn [...] viðmerkingar til málið, soleiðis sum tað liggur nú, men hann vísir ikki aftur, at leiðaraskiftið hjá bretum kann tulkast sum, at nú er nóg mikið tosað um jura og at ein nú má finna fram til, hvat tann politiski [...] stutt eftir. Tað er tí ikki óhugsandi, at ein John Battle sum oljumálaráðharri kann hava positiva ávirkan á gongdina í marknatrætuni millum Føroyar og Bretland. Ein eygleiðari sigur við Sosialin, at stóri
fýra løg í part, men onkuntíð velur ein kanska seks og ein tvey løg. Teodor hevur mangan hug til at velja løg, sum kanska hava eitthvørt tilknýti til okkurt evni, sum er frammi í sendingini. Meðan vit sita [...] um okkurt, sum kundi verið áhugavert at tikið fram í sendingini. Tað kann til dømis verða onkur, sum hevur stovnað eitt nýtt felag av einum ella øðrum slag, ella kanska onkur sum letur ein handil upp og [...] luftina ein gráan hósdag í august, situr ein rættiliga forkølað Ginna Midjord longu inni í útvarpsstovuni. Framman fyri sær hevur hon eina teldu, og á henni situr hon so og lesur allan teldupostin, sum er komin
er tað eisini ein sjálvmótsøgn, tá sami maður, sum vil hava eitt sakligt orðaskifti um stórar og álvarsligar samfelagsspurningar, ikki tolerarar, at onnur eru ikki sum hann og hugsa ikki sum hann. Tað fyrikemur [...] sansar ikki, at tað eisini finst ein verð uttan fyri tjóðveldismúrarnar. Hetta skal ikki skiljast sum eitt álop á tjóðveldisfólk sum so, men eg konstateri bara, at ein persónur kann gerast so sannførdur [...] hvussu skeivt hini, sum ikki hugsa og meina sum hann, bera seg at. Sannføringin er so grundfest, at tú kansts fáa eina fatan av, at hesin maðurin ikki hevur stórvegis virðing fyri fólki, sum ikki eru tjóðveldisfólk
økið og Statoil hevur leverað útbúnaðin. Tríggir 15.000 litur tangar og ein 6.000 litur tangi eru lagdir niður, og samlaða íløgan liggur um 1 mió. kr. Hvørki Shell ella Statoil hava bensingoymslu í Vágum, [...] bløðini og donsku vikubløðini úti á Bakka, og bæði Dimma og Sosialurin verða at fáa kvøldið fyri, sum tey koma út. Og upplatingartíðirnar hjá Statoilstøðini eru gerandisdagar frá 8.00?23.00 og sunnudagar
umboðunum hjá Føroyum komandi ár. Men GÍ-liðið hevur verið óstøðugt í ár, og sum nú er, eru fýra stig upp til NSÍ, sum í løtuni liggur til at fáa føroyska plássið í Intertoto-kappingini komandi ár. Dystarskráin [...] formáddi sær so lítið, sum teir gjørdu vesturi á Eiðinum leygardagin. Fyri tað fyrsta var tað eyðsæð, at Europa Cup-dysturin frá hóskvøldinum framvegis sat í beinunum hjá GÍ-arunum, sum ikki fóru suður fyrr [...] kundi Popczynski uttan trupulleikar sláa VB-sigurin fastan. Ein tann mest positivi luturin hjá GÍ í ár hevur verið blaðungi Súni Olsen, sum hevur gjørt vart við seg úti í vinstru síðuni. Hóskvøldið skoraði
at vit hava tann neyðuga dialogin millum partarnar. Ein dialog, sum beinir burtur miskkiljingar, ein dialog, sum greiðir og lýsir eitt mál og ein dialog, har partarnir kunnu læra og geva hvørjum øðrum [...] stovnaður. Um ikki beinleiðis, so tó sum eitt úrslit ella fylgja av hendingini í 1915 og teimum fakfeløgum, sum komu Fylking á baki. Ein politiskur vongur við somu endamálum, sum fyrstu fakfeløgini í Føroyum høvdu [...] ikki gjørdist tað politiska jarnbrotið, sum fakrørslan ætlaði. Teir av umboðunum, sum royndu at gera politiskar semjur og fremja praktiskan politikk, sum er ein krumtappur í øllum politiskum virksemi,