niðurfyri? - Ella fara fram hendingar í Tinganesi, sum vit als ikki hava nakað ánilsi um? - Og kanska enn verri: Hendingar og hondfestingar, ið als ikki tola dagsins ljós? - Tí neyvan nakrantíð áður munnu føroyingar [...] hevur fullkomuliga endavent hesa okkara áskoðan. Og, Danmark er ikki annað enn eitt amt í Europeiska Samveldinum, og EF-samveldið er ikki annað enn eitt kapitalistiskt rottureiður í ferð við at grava sær [...] føroyingar, í dagsins Danmark, eru annað enn eitt rokniark við heilt eksaktum, knallhørðum, krøvum til linjuna niðast á arkinum. Er ikki tíðin komin til, at vit í komandi samráðingum við danskar myndugleikar
sum Helgi Augustinussen vanliga verður nevndur, ikki upplýsa. Men prísurin var so mikið lagaligur, at tað skal vilja øgiliga illa til, um virkið ikki fer at bera seg. Tí havi eg sera góðar vónir sigur [...] Flakavirkið á Tjørn er spildurnýtt, men hevur havt eina umskiftiliga lagnu. Gomlu eigararnir fingu tað ikki at bera til og skjótt kom kinkur í. Virkið legði stilt, var síðani endurreist, men fór einaferð afturat [...] og tað lýkur at kalla øll ES krøvini. Tó er okkurt at gera, og tað verður gjørt nú. Tí verður ikki fiskaarbeiði á virkinum fyrrenn beint eftir páskir. Ætlanin er, at Sancy skal avreiða til virkið
Dagurin verður heilt øðrvísi enn ein dagur plagar at vera, sigur Maud. Byrjaði í Losjuni Sjálv er Maud heilt nýggj á Verkstaðnum Vón. Hon byrjaði sum leiðari 1. februar í ár, og kennir hon tí ikki so væl søguna [...] varð til í Losjuni heilt fram til 1980, tá ið flutt varð út í bygningin á Argjum. ? Losjan varð normerað til 20 arbeiðsfólk. Tá ið vit fluttu út á Argir, vaks talið upp til 35. Heilt fram til 1988, tá yvirtikið [...] tann yngsti er 20 ár. Miðalaldurin liggur kanska um eini 40 ár. ? Tað er ikki nakað annað tilboð fyri tey eldru, og tí er heldur ikki pláss at taka nýggj inn, sigur Maud. Í nýggja bygningin í mai Verkstaðið
onkur annar teirra sambýli. Hann ivast ikki í, at hesin mátin fer at vinna fram í Føroyum, sum frálíður Heilt stórur tørvur Sjálvur ivast hann ikki í, at tørvurin er heilt stórur. Vit hava gjørt eina lítla [...] spurningurin um at geva teinum eldru,sum ikki longur klára seg sjálvi, mannsømilig kor at liva undir, er eitt ovurhonds stórt mál. Hetta er eitt so stórt mál, at tað ber ikki longur til at láta sum onki. Og málið [...] er tað heilt neyðugt, at kommunan sjálv tekur sær um reiggj og fer undir arbeiði, og tað má gerast beinanvegin, sigur Bergur Bærendsen Hinvegin er málið so umfatandi, at kommunan loysir tað ikki sjálvt
undirklæðunum, tvørturum tær mest framkomnu teldurnar, heilt fram til teir allar nýggjastu bilarnar. Og fleiri av framsýnarunum hava sjálvandi heilt serlig stevnutilboð, so tann, sum liggur framvið, kann [...] áhugavert at síggja: Og ikki minst verður nakað at hoyra fyri tey kræsnu oyruni . Tí tann eini sjónvarpshandilin fer at seta upp eitt rúm har ið áhoyrararnir kunnu uppliva eitt satt ljóð-orgie við tí nýggjasta [...] at øll fáa nakað burturúr, báði framsýnarar, gestir og fyrireikarar. Og fyribils sær gott út, tí ikki færri enn 33 framsýnarar av øllum møguligum slag, og úr øllum landinum, fara at bjóða seg fram á
trupulleikar at stríðast við. Tað er ikki yvir at dylja, at tað tærir báði likam og sál at arbeiða undir so vánaligum umstøðum. Og í fyrrárið skrædnaði heilt, tá ið vit fóru í aðru deild, sigur Ronnie [...] í góðum treysti. Og hann dylir heldur ikki fyri, at TB¹ararnir í ár stíla hægri, enn ein í fyrsti atløgu skuldi trúð um ein nýuppflytara. Vit ætla okkum ikki bara at yvirliva í 1. deild. Vit ætla [...] liðunum í 1. deild av. Men Ronnie Midjord heldur ikki, at tann dysturin skal takast fyri meiri enn hann var: Ársins fyrsti venjingardystur. Eg haldi ikki, at úrslitið gevur eina rættvísa mynd av spælinum
betur egnaður enn nakar annar. Men trupulleikin, sum løgmaður ikki roknaði við var, at tað álit, sum løgmaður kanska átti í løgtinginum nú var heilt burtur. Nú sita bert fólkafloksmenn og verja hansra evnu [...] um dómarakanningina og seinni hesa serfrøðingakanning. Málið var byrjað í løgtinginum, tí var tað ikki annað enn væntandi, at løgtingið fekk málið aftur til umrøðu. Men her funnu menn alskyns orsøkir til [...] løgtingið fær einki gjørt, tí tað er meira ella minni heimsent, men samstundis boðar hann frá, at hann ikki kann standa á odda í samráðingunum. Eg vil nú siga, at henda seinasta metingin hjá løgmanni er rættiliga
taka av. Fleiri heilt ungir og evnaríkir spælarar eru nú tiknir upp í rekkjurnar hjá teimum vaksnu, og harafturat eru fleiri, sum venja í Havn. TB og hini suðuroyarliðini eru í eini heilt serligari støðu [...] deildini, so sum tað var heilt frá 1942 til 1988. Hetta tíðarskeiðið vann TB sjey føroyameistaraheiti ? í 1943, 1949, 1951, 1976, 1977, 1980 og 1987. Tað áttanda kemur helst ikki í ár, men uppflytingin í [...] ímóti føroyameistarunum B36. Sum tað kann lesast aðrastaðni á hesi síðuni, verður Tórður Holm helst ikki at síggja á TB-liðnum sunnudagin ella í nøkrum øðrum dysti í nærmastu framtíð. Hetta er ein stórur
hava sagt, at modellið, sum Den Danske Bank hevur lagt fram, kann ikki brúkast til nakað. Tað er tekniskt sera kompliserað og snýr seg ikki um tað, sum er kjarnin í bankamálinum. -Vit hava víst hesum aftur [...] kann nýggjasta útspælið frá Den Danske Bank ikki metast sum nakað tilboð sigur Knud Heinesen. Hann sigur, at sjónarmiðið hjá Fíggingargrunninum er eitt heilt annað enn tað hjá Den Danske Bank. -Okkara sjónarmið [...] og í hvussu er uppá stytri sikt ikki hevði brúk fyri meiri peningi. Longu 30. juni 1993, tá ein sera kvalifiserað uppgerð varð gjørd, vísti tað seg, at hetta var ikki rætt, og í bankakanningini verður
okkum í at verða trýstir í aftastu rekkju, tí at vit ikki duga ikki at njóta rúsdrekka, sjálvandi vil tað altíð verða fólk ið ikki duga sær hógv, tað hevði tað eisini verið um rúsdrekka var fullkomiliga [...] floghavn ikki fær loyvi til at selja tollfrítt, er so vánaligt, at ein skal leita leingi eftir líknandi landi, ið hevur hetta bannið. So Ivan, sjálvt um tú ikki longur nýtir rúsdrekka, ber ikki til at revsa [...] Rúsdrekka & Narkotikaráðið, sær út til at rigga heilt væl, eisini tá hugsað verður um, hvør situr í hesi nevnd. Nevndin er jú mannað við limum, ið als ikki vilja hava at føroyingar njóta eitt glas av víni