info
Ongi úrslit

Arbeiðsloysið óbroytt á 0,9 prosentum í oktober

335 fólk vóru skrásett arbeiðsleys í oktober. Tað eru níggju fleiri enn í sama mánaði í fjør. Arbeiðsloysið minkaði hjá kvinnum og øktist hjá monnum.

Eirikur Lindenskov
26. november 2026 kl. 07:00

Arbeiðsloysið í Føroyum var 0,9 prosent í oktober, sama støði sum í oktober í fjør. Tað vísa nýggj tøl frá Hagstovu Føroya.

Tilsamans vóru 335 fólk skrásett arbeiðsleys í mánaðinum. Umroknað til fulla tíð svarar tað til 289 fulltíðararbeiðsleys, átta fleiri enn í fjør. Tvey fólk, sum eru arbeiðsleys í ein hálvan mánað í part, telja til dømis sum eitt fulltíðararbeiðsleyst.

Størst arbeiðsloysi í Suðuroy

Arbeiðsloysið hjá kvinnum var 0,7 prosent, 0,1 prosentstig lægri enn í fjør. Hjá monnum var tað 1,2 prosent, 0,1 prosentstig hægri enn í fjør. Í alt vóru 119 kvinnur og 216 menn skrásett arbeiðsleys í oktober.

Suðuroy hevði hægsta arbeiðsloysið við 1,3 prosentum, hóast tað var minkað 0,4 prosentstig samanborið við oktober í fjør. Í Norðoyggjum og Vágum var arbeiðsloysið lægst, 0,7 prosent.

Býtt eftir aldri var arbeiðsloysið lægst hjá teimum 16 til 24 ára gomlu, 0,5 prosent. Tað var hægst hjá teimum 35 til 44 ára gomlu, 1,3 prosent.

37 hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár

Av teimum 335 skrásettu høvdu 37, ella 11 prosent, verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár. Tað er á leið sama lutfall sum í fjør. Størsti bólkurin var tey, sum høvdu verið arbeiðsleys í 30 til 89 dagar. Tey vóru 106 í tali.

Uppgerðin hjá Hagstovuni byggir á skrásetingar hjá ALS og Almannaverkinum og fevnir um fólk í aldrinum 16 til 66 ár.

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fyrsta mamman er krýnd Miss Universe

7 minuttir síðan
Ítróttur

KÍF kløkkaði Fleyr, sum kom fyri seg og vann

48 minuttir síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

1 tími síðan
Hondbóltur

Champions League: Barcelona-GOG beinleiðis á TV3

1 tími síðan
Tíðindi

Jökull fiskaði svartkalva tá ið neyðarkallið varð sent

6 tímar síðan
Hondbóltur

TV2 Sport vísir dystirnar hjá Føroyum í Golden League

7 tímar síðan
Tíðindi

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

7 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: United knógvaði eitt stig í Lissabon

7 tímar síðan
Fótbóltur

14 venjarar hava staðið UEFA A-prógv

8 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Kyndil, H71, VÍF og KÍF vunnu

8 tímar síðan
Tíðindi

Ivasamt um barnalógin verður løgd fram í hesi tingsetuni

8 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

17 fólk í sjón­um eyst­an fyri Ís­land – fiski­skip sokkið

9 tímar síðan