Tað er ein ovurfegin Signa Mrdalo, sum vit hitta uppi á Ress spa, sum er hennara lærupláss, nú hon hevur tikið útbúgving sum kosmetikari. Hon er júst komin heim úr Danmark, har hon hevur tikið endaligu sveinaroyndina.
Signa Mrdalo hevur altíð vilja starvast í vælveruvinnuni. Tá hon gekk í 10. flokki, las hon í eini bók við ymiskum útbúgvingarmøguleikum.
- Eg hugdi ígjøgnum alt, og hetta var tað einasta sum eg vildi vera. Eg tími bara hetta.
Hon hevur altíð tíma væl at geva røkt, og gingið uppí húðrøkt.
- Eg havi sjálv havt eitt sindur ringa húð, og verið áhugað í hvussu tað kann loysast.
Signa Mrdalo væntaði tó ikki at starvsmøguleikarnir vóru nógvir í Føroyum. Tað broyttist tá fleiri vælverustovur lótu upp, og tá fór hon at síggja møguleikar.
Tá Signa byrjaði á yrkisskúlanum at lesa til kosmetikara, merkti hon beinanvegin, at hetta var nakað sum hon hevði góð evnir til.
- Tað hevur gingið ordiliga væl í skúlanum, og tað hevur verið løgið, tí soleiðis plagar ikki at vera hjá mær. Í fólkaskúlanum fekk eg at vita at vita at eg var ein miðal næmingur.
-
©
Tvær linjur eru á yrkisskúlanum, húð og vakurleiki, og spa og vælverulinjan. Skúlin hevur bjóða kosmetikaraútbúgving í 35 ár, hesi árini er tað bara hent tvær ferðir at gullheiðursmerkir eru latin, og ongantíð á spa og vælverurlinjuni, sum var tann Signa gekk á.
- Lærararnir søgdu at vit sum høvdu spa og vælveru, skuldu ikki vænta at fáa gull, tí tað bar næstan ikki til hjá okkum, men fingu vit silvur, var tað sum at fáa gull.
Sveinaroyndin var í nýggju pørtum, og fyri at fáa gull kravdist karakterurin 12 í øllum, umframt eitt serligt avrik afturat topkarakterinum.
- Eg var nervøs um morgunin, tá eg skuldi til royndina, men eg hevði gjørt av at eg skuldi tosa og handla sum ein sum longu hevði fingið gull.
Signa gjørdi nógv burturúr. Hon valdi sær evni aldur í sjónum. Signu dámar væl at hyggja út á sjógv, tí aldurnar hava sissandi ávirkan. Hetta sást aftur í rørslum í massasjuni, tilfarinum í maskum og øðrum.
- Eg hevði eisini lisið ógvuliga væl uppá.
Tá royndirnar vóru lidnar, savnaðust øll, og lærarin las úrslitini upp.
- Tær flestu høvdu staðið, ella staðið við rós. Ein fekk silvur heiðursmerki, og vit vóru tvær sum fingu gull.
Kann fáa arbeiði allastaðni
Gullheiðursmerki merkir, at Signa Mrdalo longu hevur fingið fleiri starvstilboð.
- Nú kann eg í prinsippinum fáa arbeiði allastaðni, tí at tað er óhoyrt at fáa gull í hesum. Fólk vísa áhuga, og eg fái tilboð um at koma at arbeiða ymsastaðni, tað er stuttligt, men eg veit ikki hvat framtíðin hevur at bjóða.
Signa Mrdalo er glað fyri viðurkenningina, og at vita tað at hon er dugnalig til arbeiði hjá sær, ger hugin til arbeiðið enn størri.
Ein vanligur arbeiðsdagur byrjar við at Signa Mrdalo hyggur eftir skemanum, vanliga hevur hon 4-7 viðgerðir um dagin. Talan er um andlitsviðgerðir og massasjur av ymiskum slag.
- Vit vita ongantíð hvat dagurin hevur at bjóða, og hvønn vit fáa inn, tað er altíð spennandi. Vit arbeiða á einum hotelli, og tí koma nógv ferðafólk, sum vit fáa góð prát við.