Jennifer Barreto varð týskvøldið krýnd Miss Universe 2026 í høvuðsstaðnum San Juan í Puerto Rico. Hon vann framman fyri Melissa Núñez úr Dominikanska lýðveldinum og Clara Vegas úr Venesuela. Tilsamans vóru 116 luttakarar í kappingini.
Barreto er úr San Sebastián í vestara parti av Puerto Rico og eigur eina dóttur. Sambært AP savnaðust fólk á torginum í heimstaðnum at síggja finaluna á stórskíggja. Eftir sigurin koyrdu tey í bilfylgi gjøgnum býin og floytaðu.
Giftar kvinnur og mammur hava havt loyvi at luttaka í Miss Universe síðani 2023. Sigurin hjá Barreto var tann sætti hjá Puerto Rico og kom sama ár, sum fyriskipararnir hátíðarhildu 75 ára dagin hjá kappingini. Hon tekur við eftir Fátimu Bosch úr Meksiko, sum vann í fjør.
-
©