info
Ongi úrslit

Ivasamt um barnalógin verður løgd fram í hesi tingsetuni

Barnaverkætlanin steðgar í verandi líki um ársskiftið. Arbeiðið við lógini heldur fram, og Mentamálaráðið kannar, um eitt netverk millum verandi stovnar kann taka við uppgávunum hjá ætlaðu Barna- og familjueindini.

savnsmynd
Eirikur Lindenskov
25. november 2026 kl. 22:50

Ætlanin var at leggja uppskotið til barnalóg fyri Løgtingið aftur í hesi tingsetuni. Nú er ivasamt, um tað fer at eydnast, sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, í svari til Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmann.

Fyrra uppskotið fall burtur, tá ið val varð útskrivað. Tað legði upp til, at bygnaðurin á barna- og ungdómsøkinum skuldi vera komin upp á pláss, áðrenn børn og ung fingu rætt til samskipaðar tænastur tvørtur um geirar.

Arbeiðið heldur nú fram í tveimum sporum. Í øðrum verður arbeitt við sjálvari lógini, og í hinum við, hvussu barna- og ungdómsøkið skal skipast. Kommunufelagið er við í lógarfyrireikingini, har ábyrgd, uppgávur og fíggjarlig viðurskifti hjá kommununum verða viðgjørd.

Kanna netverk í staðin fyri nýggja eind

Í fyrra lógaruppskotinum skuldi ein Barna- og familjueind samskipa samstarvið á barna- og ungdómsøkinum. Nú verður kannað, um eitt varandi netverk millum verandi stovnar og myndugleikar kann røkja hesar uppgávur.

Eftir tí leistinum varðveita stovnarnir sína fakligu ábyrgd, meðan netverkið skal stuðla undir felags menning, samskipan og uppfylging. Eigarabólkurin skal viðgera uppskotið nærri. Skipan, heimild, arbeiðsorka og fígging skulu greiðast, áðrenn endalig støða verður tikin.

Bárður á Lakjuni sigur, at næsta stigið er at arbeiða víðari við lógaruppskotinum, greiða ábyrgdarbýtið og gera tær fylgibroytingar, sum krevjast. Eisini skal greiða fáast á, hvørja arbeiðsorku, førleikamenning og fígging kommunur og stovnar hava tørv á fyri at røkja nýggju skyldurnar.

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

1 tími síðan
Tíðindi
Haldaragrein

17 fólk í sjón­um eyst­an fyri Ís­land – fiski­skip sokkið

1 tími síðan
Lesarabrøv

Fiskavirkis­skip­an­in bindur arbeiðsmegi

1 tími síðan
Tíðindi

Siri Hustvedt um at velja eitt lív við list og bókmentum

1 tími síðan
Tíðindi

SpaceX sleppur at senda millión fylgisveinar út í rúmdina

1 tími síðan
Tíðindi

29 ár síðan Sám­al Pet­ur tendr­aði Sosi­al­in á netinum

1 tími síðan
Lesarabrøv

Fólkapensjónin og fyri­tíðar­pen­sjónin eru púra aftur­út­sigldar

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar og Bret­land styrkja sam­starv­ið við nýggj­um samstarvsskjali

2 tímar síðan
Hondbóltur

Fjórða tapið á rað hjá HF Karlskrona

2 tímar síðan
Hondbóltur

Aarhus vann greitt í grannauppgerðini

3 tímar síðan
Tíðindi

Tað eru pengar at spara við at búgva í Eiðis kommunu

4 tímar síðan
Tíðindi

Bjarni vil hava svar um skatt av vinningi frá húsasølu

5 tímar síðan