Í innleiðandi bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum hevur Kyndil fult stigatal, seks stig fyri tríggjar dystir. Men í kvøld vunnu kyndilsmenn við minsta marginali.
Í KÍ-høllini vann Kyndil 27-26 á Team Klaksvík. Kyndil var á odda 15-12 í steðginum. Kyndil var á odda við fýra-fimm málum fyrsta partin av seinna hálvleiki. Klaksvíkingar fingu tíðum minka munin niður til eitt mál, men komu ikki nærri einum heimasigri.
Við sjey málum var Páll Müller toppskjútti hjá Team Klaksvík. Gabriel Skeel Árnason var toppskjútti hjá Kyndli, somuleiðis við sjey málum.
Í sama bólki vann KÍF í høllini á Skála 36-32 á StÍF. Í steðginum vóru kollfirðingar á odda 16-13.
Við átta málum var Búi D. Poulsen toppskjútti hjá KÍF. Bárður Dam var við 12 málum toppskjútti hjá KÍF.
Kyndil er fremst í bólkinum við seks stigum fyri tríggjar dystir. KÍF er nummar tvey við fýra stigum fyri tríggjar dystir. StÍF, Team Klaksvík og H71 2 hava enn fyrsta stigið til góðar.
Í innleiðandi bólki 1 gjørdist talan um stórsigrar.
Í høllini í Vestmanna vann VÍF trivaligan 44-18 sigur á EB. Í steðginum vóru vestmenningar á odda 20-7.
Við 10 málum var Filip Jojic toppskjútti hjá VÍF. Eiri Petersen var við seks málum toppskjútti hjá EB.
Í Hoyvíkshøllini vann H71 39-28 á Neistanum. Í steðginum var støðan 17-10 til H71.
Jónas Gunnarson Djurhuus var við átta málum toppskjútti hjá H71. Við seks málum var Lýðar í Dímun toppskjútti hjá Neistanum.
VÍF er fremst í bólkinum við fimm stigum fyri tríggjar dystir. H71 er nummar tvey við fýra stigum fyri tveir dystir. Kyndil 2 hevur tvey stig fyri tveir dystir, Neistin hevur eitt stig, meðan EB er aftast við ongum stigi.
HER eru dómaraseðlarnir frá HSF frá teimum fýra dystunum, ið vóru leiktir í Faxe Kondi kappingini hjá monnum í kvøld:
-
©