info
Ongi úrslit

Andstøðan rýmdi av býráðsfundi í Havn

Býráðið skuldi taka støðu til, um Bergur Robert Dam Jensen var gegnigur, tá býráðið samtykti at flyta eldradepilin í Kollafirði. Eftir drúgt orðaskifti fór øll andstøðan av fundinum, og eingin atkvøðugreiðsla var.

Eirikur Lindenskov
19. november 2026 kl. 23:00

Tað endaði við roki á býráðsfundinum í Havn í kvøld, tá síðsta málið á skránni kom til viðgerðar. Býráðið skuldi taka støðu til gegnið hjá Bergi Robert Dam Jensen í sambandi við avgerðina um at flyta eldradepilin í Kollafirði úr Todnesi til Norðreki.

Eftir drúgt orðaskifti boðaði Tróndur Sigurðsson av Kommunulistanum frá, at hann fór av fundinum. Hann segði, at hann ikki vildi standa model til at vera dómari í einum máli, sum samgongan ikki megnaði at loysa. Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum boðaði eisini frá, at hann fór. Tað endaði við, at øll andstøðan fór úr fundarhølinum.

Heðin Mortensen og Bergur Robert Dam Jensen fóru eisini úr fundarhølinum eina løtu. Sum skilst vildu teir hava øll skjølini í málinum fram, áðrenn atkvøtt varð.

Í minsta lagi sjey býráðslimir skulu vera til staðar, fyri at býráðið er viðtøkuført. Tað hoyrist ikki á stroymingini, hvat varð sagt seinastu minuttirnar. Eingin atkvøðugreiðsla var, og býráðið tók tí onga støðu til gegnisspurningin.

Samtykt við sjey atkvøðum móti seks

Á býráðsfundinum 17. september legði Bergur Robert Dam Jensen fram uppskot um at flyta eldradepilin úr Todnesi til Norðreki. Uppskotið fevndi eisini um, at umsitingin skuldi gera eina heildarætlan fyri Norðreki við nýggjari kirkju, eldradepli og møguligum eldrabústøðum.

Uppskotið varð samtykt við sjey atkvøðum fyri og seks ímóti. Bergur Robert Dam Jensen var ein av teimum sjey, sum atkvøddu fyri.

Heidi Lava Elgeirsdóttir bað um at fáa gegnisspurningin fyri býráðið eftir svar frá Kommunala eftirlitinum í sambandi við eina kæru um ógegni og manglandi málsviðgerð. Endamálið var at fáa eina støðutakan frá býráðnum, so Kommunala eftirlitið kundi viðgera kæruna og koma til eina niðurstøðu.

Í gerðabókini fyri býráðsfundin í kvøld stendur soleiðis um hetta málið:

»Býráðsfundur 19. november 2026: Kommunustýrið var ikki viðtøkuført at taka avgerð í málinum, av tí at Heðin Mortensen, Bergur Robert Dam Jensen, Tróndur Sigurðsson, Annfinn Brekkstein, Kári Johansen, Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen fóru av fundi.«

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

Í gjár kl. 10:11

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

Í gjár kl. 18:14

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

Í gjár kl. 14:27

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum vitjar í Suðuroynni

20 minuttir síðan
Tíðindi

Løgmaður kallar flokkarnar á fund eftir IOC-boðini

31 minuttir síðan
Tíðindi

Jólatrøini í Vága kommunu verða tendrað

50 minuttir síðan
Tíðindi

Kaj Leo um OL-málið: Eg royndi men ikki nóg mikið

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Óla skjóta og leggja upp til mál móti Magdeburg

1 tími síðan
Tíðindi

Silja Strøm hevur vunnið útboð um listprýðing av auluni hjá TSK

1 tími síðan
Tíðindi

Karstin er nýggjur B36 málmansvenjari

1 tími síðan
Tíðindi

Maður drap unnustu og dóttur á Jútlandi

1 tími síðan
Tíðindi

Sendistovur í Kyiv raktar í russiskum álopi

1 tími síðan
Tíðindi

Lis til Suðurstreym

1 tími síðan
Hondbóltur

Dánjal var aftur á vøllinum fyri Fram

2 tímar síðan
Tíðindi

Inga Beder 100 ár

2 tímar síðan