info
Ongi úrslit

Bjarni hevur givið út lagið Tjaldur

Bjarni Åkesson Filholm, fyrrverandi bókavørður og rithøvundur og hálvur føroyingur, hevur skriva bøkur um kenda føroyska skipið M/S Tjaldur, sum varð bygt á Ålborg Værft í 1952.

Eirikur Lindenskov
15. februar 2023 kl. 20:59

Myndin er ikki tøk

– Skipið er bygt sama ár, sum eg eri førddur. Eg gjørdist forelskaður í hesum stolta og vakra skipi við fyrsta egnabrá og tað fór ikki úr huyga mínum. Tí mátti eg skriva bøkurnar um skipið ávikavist í 1999 og 2003, sigur Bjarni Åkesson.
Bøkurnar eru útseldar frá forlagnum, men kunnu sambært høvundanum framvegis keypast antikvariskt og lænast á bókasøvnum. Bókum frá 2003 við heitinum »Fire skibe med navnet Tjaldur« fæst enn til keyps.
Høvundurin hevur nú um pensjónsaldur eisini skrivað eitt tónleikaverk um skipið, og fatanina, hann fekk av skipinum. Sangurin Tjaldur er nú at finna á Spotify.
– Eg bað dóttir mína Mathidu syngja lead og standa fyri tí vokala í sanginum. Tað vildi hon tíbetur fegin sigur ein ikki sørt erpin Bjarni Åkesson Filholm.

Hoyrið lagið við at trýsta á pílin undir myndini.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

17 tímar síðan

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vampýrella í Fuglafirði og Klaksvík sunnudagin

6 minuttir síðan
Tíðindi

Vegurin í Kaldbaksbotni opin aftur eftir ferðsluóhapp

45 minuttir síðan
Tíðindi

Russiska bjørnin verður meira og meira aggressiv

49 minuttir síðan
Fótbóltur

Nú fer Fríði at spæla á Argjum

52 minuttir síðan
Tíðindi

Zelenskyj við persónligari heilsan til Bjørn Kallsoy

1 tími síðan
Tíðindi

Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

1 tími síðan
Tíðindi

Tónlistaskúlin á konsertferð

1 tími síðan
Tíðindi

Meira enn fjórða hvørt ak­far er í eftir­sleipi­num hjá Ak­stovuni

2 tímar síðan
Tíðindi

Bjørt Óladóttir Joensen fingið virðisløn fyri nýskapandi grøna tøkni

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

3 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Elias er valdur á vikuliðið hjá EHF

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj lon reist á Mølini í Skálavík

4 tímar síðan