info
Ongi úrslit

Vardi ferðafólk í toki við einari steikipannu

Hann sá eitt barn um fimm ára aldur, tá maður leyp á við knívi í tokinum. - Tá eg sá, at børn vóru har, gjørdi eg av, at eg noyddist at gera okkurt, sigur Samir Zitouni

Uttan at hugsa seg um, tók hann eina steikipannu úr køkinum at verja seg og ferðafólkini við
Vilmund Jacobsen
29. november 2026 kl. 13:37

Nú rættarmálið er endað, greiðir eitt bretskt tokstarvsfólk frá dramatisku løtuni í november í fjør, tá hann tók eina steikipannu fyri at steðga einum álopsmanni við knívi.

Samir Zitouni var til arbeiðis á fyrsta klassa í einum toki millum Doncaster og London hin 1. november 2025, tá ein maður leyp á ferðafólk í tokinum við knívi.

Í nýggjari samrøðu við bretsku sjónvarpsstøðina ITV News greiðir hann frá, at hurðin brádliga fór upp, og fólk komu rennandi í panikki og róptu, at ein maður gekk runt við knívi.

– Eg sá eitt lítið barn um fimm ára aldur. Tá eg sá, at børn vóru har, gjørdi eg av, at eg noyddist at gera okkurt, sigur Samir Zitouni við bretska miðilin.

Uttan at hugsa seg um, tók hann eina steikipannu úr køkinum at verja seg og ferðafólkini við, meðan hann royndi at halda álopsmanninum burtur.

Í vikuni varð álopsmaðurin dømdur sekur í rættinum í Cambridge fyri drápsroynd móti 14 fólkum, meðan Samir Zitouni hevur fingið stórt rós kring alt Bretland fyri sítt áræði.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Send nýskipanarnevndina til hús

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Landið tekur 60 mió frá SEV – hús­ar­hald­ini hægri elprís

23 minuttir síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Kommunur kappast um barna­fam­ilj­ur: Her fært tú mest fyri pengarnar

53 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyskur fiskur miss­ir markn­að­ar­part til Nor­eg og Ísland

1 tími síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

2 tímar síðan
Tíðindi

Myndarøð: Jólatræið í Vágstúni varð tendrað í gjár

2 tímar síðan
Tíðindi

Danska fíggjar­lóg­in gev­ur pen­sjón­ist­um meira pengar

2 tímar síðan
Tíðindi

43 mió. kr. til trygd, heilsu, mentan og ítrótt

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Betri og tryggari karmar til Bólk 5

2 tímar síðan
Tíðindi

Spania vel­ur í dag – høgra­vendi Vox kann fáa stjórnar­vald

3 tímar síðan
Tíðindi

Nógv fólk í býnum – men sera friðarligt

5 tímar síðan
Tíðindi

Skíggin verður lagdur til viks, og hugflogið sleppur framat

5 tímar síðan
Tíðindi

Nú ber til at keypa Reyðakrossbonkin

5 tímar síðan