info
Ongi úrslit

Framleiðslu- & innkeypsleiðari til Varðan Pelagic

Eliesar Olsen
7. september 2026 kl. 09:42

Framleiðslu- & innkeypsleiðari til Varðan Pelagic

Vilt tú hava ein sentralan leiklut í rakstrinum av einum av størstu uppsjóvarvirkjum í Norðuratlantshavi?

Um starvið
Sum framleiðslu- og innkeypsleiðari hjá Varðanum Pelagic fært tú ein sentralan leiklut í dagliga rakstrinum á virkinum á Tvøroyri. Tú fært ábyrgd av framleiðsluni og verður við til at tryggja, at hon verður løgd til rættis og framd so væl og effektivt sum gjørligt.

Ein týðandi partur av starvinum er eisini innkeyp av rávøru. Tú kemur at arbeiða tætt saman við leiðsluni, sølupartinum og starvsfólkum tvørtur um virkið.

Arbeiðið fevnir m.a. um:

  • at hava ábyrgd av dagligu framleiðsluni og tryggja gott samstarv tvørtur um virkið
  • at hava ábyrgd av innkeypi av rávøru til virkið; herundir regluligt samskifti við skip
  • at tryggja ein effektivan og væl skipaðan rakstur og áhaldandi arbeiða við betringum av framleiðslu og arbeiðsgongdum


Vit leita eftir einum persóni, sum:

  • hevur royndir frá fiskivinnuni, framleiðslu ella øðrum viðkomandi vinnuligum virksemi
  • hevur gott innlit í framleiðslu, rakstur og vinnuna sum heild
  • dugir væl at skapa og varðveita góð sambond
  • trívist við ábyrgd og dugir at taka avgerðir í einum virksemi, har umstøðurnar kunnu broytast skjótt
  • hevur góð samstarvsevni og dugir væl at samskifta við ymiskar fakbólkar og samstarvspartar

Vit leita eftir einum sterkum profili til starvið og eru opin fyri, at tínar royndir og styrkir kunnu liggja serliga innan framleiðslu, rávøruinnkeyp ella bæði. Endaliga ábyrgdarøkið verður tillagað við støði í førleikum og royndum hjá rætta umsøkjaranum.


Um Varðan Pelagic
Varðin Pelagic er eitt framkomið uppsjóvarvirki á Tvøroyri við fjølbroyttum fakbólkum innan m.a. framleiðslu, tøkni, góðsku og umsiting. Virkið er partur av Varðin-samtakinum og framleiðir uppsjóvarfisk til marknaðir kring allan heimin.

Setanarviðurskifti og umsókn
Tú verður partur av eini fyritøku, har vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum. Talan er um eitt fulltíðarstarv við møguleika fyri bæði persónligari og fakligari menning. Løn og treytir sambært avtalu.

Arbeiðsstaðurin er á Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Tað kann væntast nakað av ferðing í samband við arbeiði.

Vilt tú hoyra nærri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rana Nolsøe Johannessen, umsitingarleiðara, á +298 291685 ella [email protected].

Umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum kann sendast til [email protected] í seinasta lagi ónsdagin 23. september 2026.

Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

4 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eldur hevur sviðið 3.000 hektarar á kroatiskari oyggj

7 minuttir síðan
Lesarabrøv

Skal týskt vera upp­tøku­krav til fremm­­anda­mál á miðnámi?

11 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyar varð­veita trið­hægstu rating frá Moody’s

18 minuttir síðan
Fótbóltur

Fimm stig til NSÍ og tvey stig til Víking

21 minuttir síðan
Tíðindi

Fylgisveina­mynd­ir vísa stórar oyðileggingar

52 minuttir síðan
Tíðindi

Borgararnir hava verið sera tolnir

1 tími síðan
Tíðindi

Bil­ar­nir skilja ikki før­oysku ferðslu­skeltini

1 tími síðan
Tíðindi

Bilførari rendi á autoverjuna

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðsúttøkur

2 tímar síðan
Fótbóltur

Tveir spildurnýggir spælarar á landsliðnum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Fýra stig til EB/Streym og fýra stig til B36

2 tímar síðan
Tíðindi

Tiltak um rúmliga arbeiðsmarknaðin

2 tímar síðan