Núverandi skipan er ikki við til at stimbra málførleikan hjá okkara næmingum, sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, m.a. í svari sínum til triðja spurning í §52a fyrispurningi frá Astrið Breckmann, løgtingskvinnu í sambandi við uppskot sent til hoyringar at avtaka týskt sum upptøkukrav á hugbreytini á gymnasialu miðnámsskúlaskipanini. Hoyringarfreistin er 22. september 2026.
Landsstýrismaðurin metir m.a. í sínum svari, at góðir málførleikar hava stóran týdning fyri fakligu og persónligu menningina hjá næmingum, og at vit framhaldandi eiga at menna málundirvísingina í fólkaskúlanum. Dentur eigur at vera lagdur á, at undirvísingin er fakliga væl grundað, samanhangandi og viðkomandi, og at næmingarnir bæði menna sínar málsligu førleikar og fáa áhuga fyri málum og teimum mentanum, sum málini geva atgongd til. Í hesum sambandi er umráðandi, at vit hava greiðar námsætlanir, kveikjandi undirvísingartilfar og góðar læraraførleikar, soleiðis at fortreytirnar gerast góðar fyri dygdargóðari undirvísing í fremmandamálum.
Fylgiskriv til uppskotið
Í fylgiskrivi til uppskotið sent til hoyringar stendur m.a. sum grundgeving fyri, hví neyðugt er at avtaka týskt sum upptøkukrav á hugbreyt, at umsøkjaratalið er nógv lækkað, síðan krav um í minsta lagi 2 ár av royndarfyrireikandi undirvísing í týskum í fólkaskúlanum kom í gildi í 2022. Spurningur verður somuleiðis settur við, um tað yvirhøvur er neyðugt at hava eitt upptøkukrav, tá týskt kortini ikki er kravd lærugrein á miðnámi fram um onnur fremmandamál, og um tað tí ikki nettupp bara er ein forðing hjá næmingum at søkja inn á hugbreyt.
Víst verður á sjey grundleggjandi atlit í fylgiskrivi til ætlanina at avtaka týskt sum upptøkukrav, ið sambært Bárði á Lakjuni tala fyri hesum:
Vaksa um málsligan áhuga og førleika: Hugbreytin hevur kravdar málsligar valærugreinar á A- og B-stigi. Talan kann vera um t.d. týskt, spanskt, franskt ella russiskt sum byrjanar- ella framhaldsmál. Fáa fleiri møguleikan at velja hugbreyt, ber til at økja um bæði áhuga og førleika fyri fremmandamálum millum okkara ungu.
Avmarka valbyrðuna í fólkaskúlanum: Næmingar eiga ikki longu í 7. flokki at velja seg inn á eina ávísa fakliga lívsleið. Mælt verður tí til, at týskt verður avtikið sum upptøkukrav á miðnámi.
Avmarkingar í møguleikum næminganna: Næmingar, sum annars hava sterkan fakligan og persónligan áhuga fyri hugvísindum, fáa ikki møguleika at søkja inn á hugbreyt, um teir ikki hava valt týskt í fólkaskúlanum.
Ójavnvág millum breytir: Búskaparbreytin kann verða fatað sum “lættari”, tí hon einki upptøkukrav hevur. Fleiri av hesum næmingum kundu uttan iva farið á hugbreyt, um upptøkukravið varð avtikið.
Ávirkan á breytaval: Sannlíkt velja fleiri næmingar búskaparbreyt heldur enn hugbreyt fyri at sleppa undan upptøkukravinum. Hetta er ikki grundað á fakligan áhuga og stuðlar ikki best møguliga fakligu og persónligu menningina hjá næmingunum.
Størri javnvág millum breytir: Næmingar fáa frælsi at velja breyt út frá fakligum áhuga heldur enn fyrilitum fyri upptøkukrøvum.
Somu upptøkukrøv fyri allar breytir: Upptøkukrøvini til allar breytirnar skulu setast javnt, soleiðis at lokið fólkaskúlaprógv gevur atgongd til allar breytir uttan onnur serstøk upptøkukrøv.
Viðmerkingar til svar og fylgiskriv
Rætt er, at eitt fólkaskúlaprógv átti at givið atgongd til allar breytir á miðnámi uttan onnur serstøk krøv. Rætt er somuleiðis, at tað er órímiligt at leggja ábyrgdina á tey 14 ára gomlu at taka avgerðir, sum skúlaskipanin av røttum eigur at taka sær av. Bárður á Lakjuni vil tí avtaka týskt sum upptøkukrav til hugbreyt, samstundis sum upptøkukravið til náttúrubreyt, t.e. alisfrøði og evnafrøði, verður innbygd í skipanina sum kravd lærugrein – ein avgerð, sum skipanin nú tekur fyri allar næmingar.
Bárður á Lakjuni er harmur um, at so fá velja hugbreyt. Hann nevnir ikki, at verandi breytaskipan frá 2013 hevði við sær, at fremmandamálini vórðu skerd og stórt sæð avmarkað til hugbreytina. Týskt og aðrar fremmandamálslærugreinar eru sostatt eisini í minking av eini trongari breytaskipan, ið ikki longur loyvir øllum næmingum við evnum og áhuga at velja fremmandamál.
Satt er, at hugbreytin er nógv minkað seinastu árini. Sjálvsagt er truplari hjá næmingum at navigera í eini skipan, har førleiki í týskum liggur uttanfyri sum serstakt krav. Støddin á breytini sigur tó ikki alt, tí kvantitetur má eisini síggjast í ljósinum av kvaliteti.
Fyri at økja um møguleikan at søkja á hugbreyt, mælir Bárður á Lakjuni til at avtaka týskt sum upptøkukrav. Á náttúrubreyt verður alis- og evnafrøði somuleiðis avtikið sum upptøkukrav og verður ístaðin kravd lærugrein í fólkaskúlanum. Rætt er tað, at tá standa allar breytir líka í upptøkukrøvum, sum er eitt fólkaskúlaprógv. Tað merkir tó ikki, at allar breytir standa líka fakliga, tí einki kemur eftir ætlan í staðin fyri týska upptøkukravið.
Bárður á Lakjuni sær onga meining í einum týskum upptøkukravi, tí týskt er ikki kravd lærugrein á miðnámi. Hann nevnir ikki, hvørjum endamáli upptøkukravið tænir, sum er at geva næmingum neyðugu fakligu barlastina sum fyrireiking til at fara undir fremmandamál á miðnámi. Tað snýr seg nettupp ikki um, at tey skulu velja týskt, tí valið stendur teimum frítt, men at geva teimum royndir, ið seta tey før fyri bæði at avgera, um fremmandamál er nakað fyri tey, og at røkka nóg høgum stigi innan trý ár á miðnámi til at náa førleikum, sum tey kunnu fóta sær við úti í lívinum ella í framhaldslestri.
Bárður á Lakjuni nevnir fýra fremmandamál, sum næmingar hava at velja ímillum á hugbreyt antin sum framhaldsmál ella byrjanarmál. Hann nevnir ikki, at í okkara skipan er týskt einasta framhaldsmálið. Ei heldur nevnir hann, at fyri at velja framhaldsmál krevst, at næmingurin hevur havt viðkomandi mál í fólkaskúlanum. Upptøkukravið er sostatt einasta verandi loysn at tryggja okkara næmingum eitt framhaldsmál.
Bárður á Lakjuni sigur í svari sínum til setta fyrispurning, at vit framhaldandi eiga at menna málundirvísingina í fólkaskúlanum. Næmingar skulu bæði menna sínar málsligu førleikar og fáa áhuga fyri málum og teimum mentanum, sum málini geva atgongd til. Hesi orð standa í andsøgn til at avtaka upptøkukravið í týskum uttan at seta annað ístaðin, tí tá fellur týskt í fólkaskúlanum burtur. Eingin fer at byrja týskt í fólkaskúlanum fyri síðan at byrja umaftur á miðnámi. Einasta framhaldsmálið á miðnámi, sum er týskt, fellur somuleiðis burtur, tí grundarlagið verður tikið undan tí.
Ymiskar lærugreinar mynda eina breyt, sum hvør hevur sín egna profil. At allar breytir eru á sama fakliga støði, eigur felags heitið ‘gymnasialt miðnám’ at vera garantur fyri. Tað er tí undranarsamt, at einki fokus er á innihald og fakligheit, men bara á tekniskar loysnir. Tað gongur ikki fram, at upptøkukravið er til fyri at halda fremmandamálum á sama stigið sum aðrar lærugreinar, ið mynda eina breyt. Verður upptøkukravið fyrilitarleyst tikið burtur, fer stigið í fremmandamálum sum heild at lækka. Hugbreytin fer tá frá at vera ein lítil breyt til kanska at verða ein stór og ‘lættari’ breyt á lægri stigi enn hinar. Tað hevði verið tað sama sum at sagt, at allir næmingar á náttúrubreyt nýtast ongan forkunnleika at hava í alis- og evnafrøði. Í royndini at skapa javnvág í upptøku millum allar breytir, fáa vit tá fakliga ójavnvág ístaðin, tí allar breytir vera ikki á sama fakliga stigi longur. Tað er at máa støðið undan gymnasialum miðnámi sum útbúgvingarskipan, har allar breytir eru sambæriligar.
Hvønn týdning hava fremmandamál?
Um 80% av okkara ungdómi hava í dag bara føroyskt og enskt á miðnámi. Tíverri! Fara vit í framtíðini bara at duga enskt og kanska eitt sindur av donskum aftur at móðurmálinum, er stórur vandi fyri, at føroyskt viknar skjótt. Tá er vandi fyri, at vit verða fremmandagjørd fyri føroyskum, ið tey nútíðar børn kanska eru á veg til, sum stríðast við kynum og føllum og fyrst koma á ensku orðini áðrenn tey føroysku. Ella teir tannáringar, sum ikki megna at lesa eina skaldsøgu í hádeild.
At læra fremmandamál gevur okkum eina fatan av málsligun bygnaði, bæði í fremmandum málum og í okkara egna, tí í frásjón traðka málslig fyribrigdi ofta týðiligari fram, antin mál líkjast ella eru ólík. Týskt er lætt hjá okkum at kenna seg aftur í, tí málini eru so lík bygnaðarliga. Tey stuðla tí væl hvørt annað, serliga viðvíkjandi føllum og kyni. Í alheimsgerðini eiga vit at styrkja okkara egna málsliga mótstøðuføri við at menna góða málfatan m.a. gjøgnum fremmandamál heldur enn at lata dyr upp á víðan vegg fyri enskum, sum vit harvið loyva í yvirhálingarbanan at gera størri inntriv í føroyska málið enn bæði gott og neyðugt er.
Mál er so øgiliga nógv meir enn málslig fyribrigdi, ella ein samskiftismiðil, sum nógv halda. Mál eru myndað av tí mentan, tey eru sprottin úr og geva tí eisini møguleika at skilja og virðismeta aðrar mentanir innanífrá. Sum Bárður á Lakjuni so væl sigur í svarinum, hava mál stóran týdning, ikki bara fyri fakligu men eisini okkara persónligu menning. Høvið at spegla sær í øðrum mentanum og bókmentum víðkar sjónarringin við evnum at fata og empati at føla. Harumframt varpa aðrar mentanir ljós á okkara egna, sum vit ikki altíð eru so tilvitað um. Vit síggja ikki altíð tað, ið vit taka sum givið, og sum altíð hevur verið. At síggja kontrastir og seta í frásjón kann sostatt draga fram í ljósið tað, vit annars ikki síggja. Hesir førleikar hava eisini týdning fyri okkum sum fólk í alheimsgerðini, tí tað kann ganga skjótt, at tað lokala og heimliga hvørvur, um ikki vit eru tilvitað og duga at meta um, hvat er serstakt og vert at varðveita í okkara mentan.
Skúlin eigur at vera ein mótvekt, sum skapar javnvág við tíðina, vit liva í. Hann eigur eisini at skapa gróðrarbotn fyri tí føroyska, og hvussu vit framhaldandi mennast sum serstakt fólk. At duga norðurlendskt og t.d týskt knýtir okkum tættari til okkara felags arv úr Norðurlondum og Evropa. Tað er her, vit eru heima og finna okkara kjølfesti. Henda samleika eigur skúlaverkið at birta uppundir, soleiðis at vit ikki bara vita, at vit eru føroyingar, men eisini føla okkum sum føroyingar, norðbúgvar og evropearar. Isolera vit okkum málsliga og harvið eisini mentanarliga, enda vit fremmandagjørd á heimligum jørðildi. Tá er skjótt, at annað ger innrás og tekur yvir, meðan okkara fánar.
Fremmandamál hava ongantíð havt størri týdning, enn nú heimurin er knýttur tættari saman. Enskt er heimsmál, men er ikki vegurin fram um onnur mál. Enskt er vegurin saman við øðrum málum. Her heima er stórt trot á fólki í ferðavinnuni, sum duga fremmandamál. Stórt trot er eisini á lærarum í føroyskum sum annaðmál, ið eisini byggir á egnar royndir í fremmandamálum. Fer trot somuleiðis at vera á týðingum úr upprunamálum heldur enn bara úr enskum, tí skikkaðir týðarar fara at tróta? Skerja vit fremmandamálini, skerja vit okkum sum menniskju umframt okkara fyrimunir og kappingarføri.
Niðurstøða
Eg fari staðiliga at heita á Bárð á Lakjuni um ikki at avtaka týskt sum upptøkukrav til hugbreyt, fyrr enn ein heildarloysn er funnin tvørtur um skúlamørk og tvørtur um breytir. Ein spurningur er, í hvønn mun týskt í veruleikanum er ella lutvíst kann vera vallærugrein. Verður hon tað, má henni framhaldandi verða tryggjað við verandi lóg, at hon ikki fellur burtur, um næmingatalið fellir. Annars skrædnar millum fólkaskúla og miðnám. Ein annar spurningur er, hví Fólkaskúlaálitið mælir til at leggja lærugreinar tættari saman fyri betur at stuðla hvørja aðra, minka um tímatalið og stytta skúladagin, men ikki tekur mállærugreinar við í tilmælið. Tað er upplagt, eisini frá einum fakligum sjónarhorni.
Enn eru allar súðir ikki syftar, hvussu pláss kann gerast fyri týskum í fólkaskúlanum og sum framhaldsmál á miðnámi uttan at lækka stigið á øllum fremmandamálum og elva til fakligan ójavna millum breytir. Og enn eru allar súðir ikki syftar, hvussu tímatalvan í fólkaskúlanum kann gerast rúmsáttari við plássi fyri týskum, handaligum og skapandi lærugreinum. Eitt upptøkukrav má ikki fylla so nógv, at vit gerast blind fyri heildini. Vit mugu tvørturímóti síggja upptøkukravið í ljósinum av heildini, soleiðis at vit finna loysnirnar til gagns fyri allar næmingar. Tvær eftirmetingar eru av breytaskipanini frá 2018 og 2024, tvær eftirmetingar av fremmandamálum (tilmæli og álit) frá 2019 og 2021 umframt Fólkaskúlaálitið frá 2023.
Keldur:
§52a fyrispurningur og svar: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=11580
Uppskot til ummælis og fylgisskriv: https://www.mmr.fo/fo/kunning/uppskot-til-ummaelis/uppskot-til-kunngerd-um-broyting-i-kunngerd-um-upptoeku-i-gymnasialu-midnamsutbugvingarnar-til-hoyringar-hoyringarfreist-22-september-2026
Eftirmetingar av breytaskipanini 2018 og 2024
Tilmæli og álit um fremmandamál 2019 og 2021
Fólkaskúlaálitið 2023:
https://www.mmr.fo/fo/kunning/alit