Landsbanki Føroya skrivar, at Føroyar varðveita við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody's, sum hevur 21 stig. Onnur lond, ið hava hesa rating á okkara leiðum er Írland.
Ratingin sigur nakað um, hvussu evnini hjá Føroyum eru at rinda aftur skuld. Moody’s gevur Føroyum triðhægsta próvtal. Tað hevur týdning at fáa eitt gott próvtal, tí so eru tað fleiri íleggjarar, sum vilja veita Føroyum lán. Tað gevur føroyingum møguleika at føra sín egna fíggjarpolitikk í tíðum við búskaparligari afturgongd. Góða próvtalið hevur eisini ávirkan á, hvørja rentu landskassin skal rinda fyri lánið. Jú betri próvtal, jú lægri renta.
Samanumtikið er grundgevingin fyri ratingina á Aa2 tann sama, sum undanfarin ár, at Føroyar millum annað hava fíggjarligt sjálvræði, at Føroyar hava stórt gjaldføri (minstagjaldførið er 4,2 mia. kr.), at Føroyar hava góð rakstrarúrslit áðrenn løgur, og at skuldin er lutfalsliga lítil.
Avbjóðingarnar fyri Føroyar sigur Moody’s vera, at búskapurin er einstáttaður og at íløgurtørvurin er høgur, tí fólkatalið veksur.
ESG-rating
Umframt fíggjarligu ratingina ger Mooody’s eisini eina ESG-rating. ESG-ratingin sigur nakað um váðar sum stava frá:
Umhvørvi, til dømis broytingar í veðurlagi. (Environment)
Sosialt umhvørvi, til dømis, hvussu útreiðslutrýstið frá vaksandi tal av eldri fólki verður fíggjað (Social)
Stjórnarskipan í breiðum týdningi, millum annað um almennir myndugleikar hava trúvirði og um politiskar avgerðir eru gjøgnumskygdar. (Governance)
Karakterskalin gongur frá 1 (best) til 5 (vánaligast). Føroyar fáa próvtal 3 fyri umhvørvi, 2 fyri sosialt umhvørvi og 1 fyri stjórnarskipan. Miðal av hesum trimum hjá Føroyum er sostatt 2, sum er næst besta ratingin. Ratingin er ikki broytt frá 2025 til 2026.
ESG-ratingin hevur enn ikki ávirkan á fíggjarligu ratingina.
Tíðindaskriv og lánførismetingin frá Moody’s kann lesast her.