info
Ongi úrslit
Brúna økið á Copernicus-myndini vísir stóra økið á oynni Brač, sum varð sviðið av skógareldinum. Myndin varð tikin 13. september 2026. Mynd: European Union, Copernicus Sentinel-2 imagery

Eldur hevur sviðið 3.000 hektarar á kroatiskari oyggj

Ein stórur skógareldur hevur sett týðilig spor eftir seg á ferðamannaoynni Brač í Kroatia. Nýggj fylgisveinamynd frá Copernicus vísir, hvussu stórt øki er sviðið.

Eirikur Lindenskov
14. september 2026 kl. 12:29

Stóri skógareldurin kyknaði á kroatisku oynni Brač 10. september nærindis bygdini Ložišće.

Eldurin breiddi seg skjótt í nógva boravindinum og hótti fleiri bústaðarøki. 223 sløkkiliðsfólk og 69 sløkkiliðsbilar vórðu sett inn í stríðið móti eldinum, og harumframt hjálptu fýra Canadair-sløkkiflogfør til úr luftini.

Nýggja dagsins mynd hjá Copernicus er tikin 13. september við einum av Sentinel-2 fylgisveinunum.

Myndin er gjørd í følskum litum, so tað sæst serliga væl, hvussu eldurin hevur herjað. Svidna økið sæst brúnt, meðan gróðurin, sum ikki er raktur, sæst ljósagrønur.

Sambært upplýsingum frá Copernicus Emergency Management Service eru meira enn 3.000 hektarar á Brač raktir av eldinum.

Copernicus brúkar fylgisveinaupplýsingar til at kortleggja, hvussu stór skógareldsøki eru og hvussu álvarsamir eldarnir eru. Upplýsingarnar kunnu síðani brúkast bæði til skaðameting, eftirlit við náttúruni eftir eldin og til at meta um framtíðar váða fyri skógareldum.

Brač liggur í Dalmatia úti fyri kroatisku strondini og er ein væl umtókt ferðamannaoyggj.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

5 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Útlendingar skulu rinda fyri læknavaktina

18 minuttir síðan
Fótbóltur

Her er U21-landsliðshópurin

24 minuttir síðan
Tíðindi

Stoltenberg sigur starvið frá sær í München

28 minuttir síðan
Lesarabrøv

Skal týskt vera upp­tøku­krav til fremm­­anda­mál á miðnámi?

44 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyar varð­veita trið­hægstu rating frá Moody’s

51 minuttir síðan
Fótbóltur

Fimm stig til NSÍ og tvey stig til Víking

54 minuttir síðan
Tíðindi

Fylgisveina­mynd­ir vísa stórar oyðileggingar

1 tími síðan
Tíðindi

Borgararnir hava verið sera tolnir

2 tímar síðan
Tíðindi

Bil­ar­nir skilja ikki før­oysku ferðslu­skeltini

2 tímar síðan
Tíðindi

Bilførari rendi á autoverjuna

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðsúttøkur

2 tímar síðan
Fótbóltur

Tveir spildurnýggir spælarar á landsliðnum

2 tímar síðan