Ein dómstólur í Hongkong hevur fríggjadagin dømt tríggjar aktivistar millum fimm ár og sjey ár og tríggjar mánaðir í fongsul.
Tey eru dømd fyri brot á lógina um tjóðartrygd, eftir at tey í fleiri ár skipaðu fyri minningarhaldum um mótmælisfólkini, sum vórðu dripin á Himmalska friðartorginum í Beijing í 1989.
Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Tey dømdu eru 69 ára gamli Lee Cheuk-yan, 41 ára gamla Chow Hang-tung og 74 ára gamli Albert Ho. Tey hava sitið fongslað, síðan ákæra varð reist móti teimum í 2021.
Í august vórðu tey funnin sek í at hava brotið kinesisku grundlógina við at heita á fólk um at virka fyri, at kinesiska eittflokkastýrið skuldi fáa ein enda.
Lee og Chow noktaðu seg sek. Lee fekk sjey ára fongsul, meðan Chow varð dømd sjey ár og tríggjar mánaðir. Albert Ho, sum áður hevur verið tingmaður, játtaði seg sekan í januar og fekk fimm ár og tveir mánaðir í fongsul.
Chow, sum er sakførari og førdi sína egnu sak, segði í rættinum í síðsta mánaði, at hon ikki góðtók dómin og einki hevði at angra.
Málið hevur fingið harðan altjóða kritikk frá millum annað ST, mannarættindafelagsskapum og fleiri útlendskum stjórnum.
Hongkong og Macao vóru áður einastu støðini undir kinesiskum valdi, har loyvt var alment at minnast tey, sum vórðu dripin 4. juni 1989. Síðan lógin um tjóðartrygd kom í gildi, hava almenn minningarhald í veruleikanum verið bannað í Hongkong.