Ein ókeypis føroyskur undirvísingarpallur skal gera tað lættari hjá miðnámsnæmingum at fáa hjálp til støddfrøði á sínum egna máli. Á rokning.org eru nú 107 síður og nærum 130 stuttir undirvísingarfilmar, sum saman fevna um nærum alt tilfarið til Støddfrøði C - umframt partar av Støddfrøði B og A.
Fyri trimum árum síðani fóru Magnus H. Eysturoy og Janus Jógvansson undir verkætlanina Minerva, við einum greiðum máli: At gera gott, ókeypis og lætt atkomuligt undirvísingartilfar í støddfrøði á føroyskum.
Nú er fyrsta stóra stigið rokkið.
Á rokning.org kunnu næmingar í dag ókeypis finna undirvísingarfilmar, skrivligar frágreiðingar, dømi og prógv. Tilfarið er skipað eftir bæði stigi og evni, soleiðis at næmingar kunnu leita sær hjálp til júst tað, sum teir arbeiða við. Tað krevst hvørki innritan, hald ella gjald fyri at nýta pallin.
Støddfrøði á føroyskum
Ein høvuðsorsøk til verkætlanina er, at nógv av tí undirvísingartilfari, sum føroyskir miðnámsnæmingar nýta, tá ið teir skulu læra støddfrøði ella leita sær eyka hjálp, er á donskum ella enskum.
Hetta kann vera ein serlig avbjóðing í einum faki sum støddfrøði, har tað ikki er nóg mikið bara at duga at rokna. Næmingurin skal eisini skilja abstrakt hugtøk, logikk og sambandið millum ymisk støddfrøðilig fyribrigdi.
– Vit halda, at tað eigur at bera til hjá einum føroyskum næmingi at læra støddfrøði á føroyskum. Næmingar skulu ikki fyrst umseta eitt fakligt hugtak í høvdinum, áðrenn teir kunnu fara undir at skilja sjálva støddfrøðina. Tí vildu vit gera tað tilfarið, sum vit sjálvir saknaðu, tá vit gingu í miðnámi.
Minerva hevur tí eisini ein málsligan leiklut. Tá ið støddfrøði verður greidd frá á føroyskum, verða føroysk fakorð brúkt og gjørd natúrligari hjá næmingum. Visjónin er sostatt ikki bert at hjálpa einstaka næminginum, men eisini at styrkja føroyskt sum fakmál innan náttúruvísindi og tøkni.
Til bæði tann, sum stríðist, og tann, sum vil meira
Minerva er ikki bert ætlað næmingum, sum hava trupult við støddfrøði. Pallurin skal eisini kunna brúkast av næmingum, sum vilja fyrireika seg til undirvísing ella próvtøku, læra eitt evni betur ella fáa eina aðra frágreiðing enn ta, teir hava fingið í skúlanum.
– Vit vita sjálvir, hvussu stóran mun tað kann gera, tá ið eitt trupult hugtak brádliga verður greitt frá á júst tann rætta mátan. Endamálið er, at ein næmingur, sum situr fastur klokkan níggju um kvøldið, skal kunna fara inn á rokning.org, finna rætta evnið og fáa eina frágreiðing á føroyskum - púra ókeypis.
Tilfarið á heimsíðuni er góðskutryggjað í samstarvi við Nám, og verkætlanin er stuðlað av Námi og Betri.
Byrjaði sum ein dreymur fyri trimum árum síðani
Tá ið Magnus H. Eysturoy og Janus Jógvansson fóru undir Minerva, var ætlanin at byggja tað tilfarið upp frá grundini, sum teimum tóktist manglaði.
Báðir hava fakliga bakgrund innan støddfrøði frá Københavns Universitet, og royndir við undirvísing og fakligari miðlan. Tað hevur gjørt tað møguligt bæði at arbeiða við sjálvari støddfrøðini, føroysku fakheitunum og við at gera tilfarið talgilt og lætt at nýta.
Í dag fevnir Minerva um 107 síður og nærum 130 undirvísingarfilmar, og tilfarið fevnir um nærum alt pensum til Støddfrøði C, umframt partar av hægri stigunum.
Ætlanin røkkur longur.
Langtíðarvisjónin er at stimbra áhugan fyri STEM-fakunum í Føroyum - millum annað støddfrøði, alisfrøði, evnafrøði, forritan og kunningartøkni - og gera tað lættari hjá fleiri ungum at fáa áhuga fyri og seinni velja útbúgvingar innan hesi øki.
Minerva kann nýtast ókeypis á rokning.org.