Fleiri fólk lótu lív, og fleiri vórðu løstað, tá ein niðurlendskur ferðafólkabussur koppaði á leiðini millum Zernez og Susch í Sveis í kvøld.
Millum miðlarnar, sum bera hesi tíðindi, er eitt nú sveisiska netávísin, 20 Minuten.
Løgreglan í økinum váttar, at fleiri eru deyð og fleiri eru løstað, men løgreglan segði seg fyrr í kvøld ikki kunna upplýsa talið av deyðum.
Eftir vanlukkuna varð eitt stórt bjargingarátak sett í verk - við eitt nú tyrlum og sjúkrabilum.
Høvuðsvegurin í sveisisku Engadine-regiónini hevur verið stongdur eftir álvarsligu bussvanlukkuna í kvøld.