info
Ongi úrslit

Toskurin lyftir grønlendska búskapin

Betri toskafiskiskapur og hægri prísir geva vón um størri búskaparvøkstur í Grønlandi. Men færri og eldri íbúgvar fara at leggja trýst á almennu fíggjarligu viðurskiftini næstu áratíggjuni.

Grønlendska landsstýrið, Naalakkersuisut, heldur til í Nuuk. Búskaparráðið væntar størri búskaparvøkstur í Grønlandi í 2026 og 2027. Savnsmynd: Christian Klindt Sølbeck/Ritzau Scanpix.
Eirikur Lindenskov
1 tími síðan

Útlitini fyri grønlendska búskapin eru batnað.

Eftir trý ár við einum vøkstri undir einum prosenti væntar Búskaparráðið í Grønlandi, at búskapurin fer at vaksa 1,3 prosent í 2026 og 1,5 prosent í 2027.

Tað sæst í eini frágreiðing, sum varð almannakunngjørd í gjár.

Serliga toskafiskiskapurin er við til at lyfta búskapin. Í 2025 var toskaveiðan 65 prosent størri enn í 2022, og samstundis fæst hægri prísur fyri fiskin.

Hinvegin er veiðan av svartkalva og rækjum minkað. Toskur, svartkalvi og rækjur standa tilsamans fyri 90 prosentum av grønlendska útflutninginum av fiski og skeljadjórum og hava tí avgerandi týdning fyri búskapin.

Sambært Búskaparráðnum hevur trýstið á rækjufiskiskapin verið ein av orsøkunum til lága búskaparvøksturin seinastu trý árini.

Ráðið væntar eisini, at inflatiónin fer at lækka úr 3,7 prosentum í 2025 niður í umleið trý prosent í bæði 2026 og 2027. Harumframt verður roknað við, at arbeiðsloysið minkar.

Færri og eldri íbúgvar leggja trýst á

Hóast ljósari útlit eru framvegis álvarsligar avbjóðingar fyri framman, ávarar Búskaparráðið.

Fólkatalið verður væntandi minni, og íbúgvarnir eldri. Hetta fer at leggja trýst á almennu fíggjarligu viðurskiftini næstu áratíggjuni.

Móti endanum av 2030-árunum verður roknað við einum árligum halli í landskassanum á 400–500 milliónir krónur.

Tí er sambært ráðnum stórur tørvur á nýskipanum, sum kunnu fáa fleiri at arbeiða, økja framleiðsluførið, hækka útbúgvingarstigið ella tálma útreiðsluvøkstrinum.

Búskaparráðið er sett av grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut, og hevur til uppgávu at greina og meta um grønlendska búskapin. Seks limir eru í ráðnum, og formaður er Torben M. Andersen, professari við Aarhus Universitet.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

5 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

6 tímar síðan

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

10 tímar síðan

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

5 tímar síðan

B68 hevur sett nýggjan venjara

3 tímar síðan

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

6 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kt-skipan til barsil krevur 2,5 milliónir afturat

59 minuttir síðan
Tíðindi

Føroysk lesandi fáa betri treytir til próvtøku í Danmark

1 tími síðan
Tíðindi

Skrá tøk fyri mentanardagarnar 2026

1 tími síðan
Tíðindi

Fleiri deyð í bussvanlukku í Sveis í kvøld

1 tími síðan
Tíðindi

Nærum 130 undirvísingar-filmar í støddfrøði á føroyskum

1 tími síðan
Tíðindi

FSF víðkar stuðulin til skúlafótbólt

2 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bayern og United vunnu stórsigrar

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi Fagraberg hevur roynst væl

2 tímar síðan
Fótbóltur

B68 hevur sett nýggjan venjara

3 tímar síðan
Hondbóltur

Trúgvi Hávardsson legði aftur upp til fleiri mál í kvøld

3 tímar síðan
Tíðindi

Russar leypa á ukrainskar keypsmiðstøðir

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgtingið feldi uppskot um 7.000 krónur meira í orkuískoyti

3 tímar síðan