info
Ongi úrslit

Putin er í India á BRICS-toppfundi

Væntandi er, at BRICS-toppfundurin hesaferð serliga fer at snúgva seg um kríggini í Miðeystri og Ukraina

Vilmund Jacobsen
40 minuttir síðan

Russiski forsetin, Vladimir Putin, er komin til New Dehli í India at luttaka á sonevnda BRICS-toppfundinum.

Tað vita russiskar tíðindastovur at siga tíðliga í morgun.

BRICS er eitt samstarv, har ríkisleiðarar í Russlandi, Brasilia, India, Kina og Suðurafrika eru við.

Seinnu árini eru eisini fleiri onnur lond, sum eitt nú Egyptaland og Samendu Arabisku Emiratini, vorðin partur av felagsskapinum.

Onnur lond, sum plaga at luttaka á BRICS, eru Hvítarussland, Bolivia, Kasakstan, Kuba, Malaysia, Nigeria, Thailand, Uganda, Usbekistan og Vietnam.

Væntandi er, at BRICS-toppfundurin hesaferð serliga fer at snúgva seg um kríggini í Miðeystri og Ukraina.

Russiskir miðlar vita at siga, at Vladimir Putin verður í India í tríggjar dagar, og sagt verður, at hann varð ynsktur vælkomin av virkandi indiska uttanríkisráðharranum, Kirti Vardhan Singh.

Kinesiski forsetin, Xi Jinping og iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, eisini eru við á BRICS-toppfundinum í India hetta vikuskiftið.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

12 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

13 tímar síðan

B68 hevur sett nýggjan venjara

10 tímar síðan

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

17 tímar síðan

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

1 tími síðan

Fleiri deyð í bussvanlukku í Sveis í kvøld

8 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

47 minuttir síðan
Tíðindi

25 ár síðani heimurin broyttist

1 tími síðan
Tíðindi

Hongkong-aktivistar fongslaðir fyri minningarhald

1 tími síðan
Lesarabrøv

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

1 tími síðan
Fótbóltur

AB hevur favorittstøðuna móti B68

2 tímar síðan
Tíðindi

Kt-skipan til barsil krevur 2,5 milliónir afturat

8 tímar síðan
Tíðindi

Toskurin lyftir grønlendska búskapin

8 tímar síðan
Tíðindi

Føroysk lesandi fáa betri treytir til próvtøku í Danmark

8 tímar síðan
Tíðindi

Skrá tøk fyri mentanardagarnar 2026

8 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri deyð í bussvanlukku í Sveis í kvøld

8 tímar síðan
Tíðindi

Nærum 130 undirvísingar-filmar í støddfrøði á føroyskum

9 tímar síðan
Tíðindi

FSF víðkar stuðulin til skúlafótbólt

9 tímar síðan