info
Ongi úrslit

Føroysk lesandi fáa betri treytir til próvtøku í Danmark

Nú fáa føroysk lesandi í Danmark betri møguleika fyri longdari tíð og øðrum serligum treytum, tá tey taka próvtøku á donskum. Útbúgvingarmálaráðfrúan Christina Egelund fer at broyta reglurnar, so tað verður greitt, at føroysk lesandi eru fevnd av reglunum fyri lesandi, sum hava annað móðurmál enn danskt.

Eirikur Lindenskov
1 tími síðan

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi:

Higartil hava reglurnar verið tulkaðar ymiskt á donskum universitetum. Til dømis fekk ein føroyingur viðhald í eini umsókn um serlig próvtøkuviðurskifti, meðan ein annar fekk noktandi svar.

Eftir áheitan frá lestrarfelagnum MFS tóku føroysku fólkatingslimirnir Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg málið upp við útbúgvingarmálaráðfrúnna, Christinu Egelund. Nú hevur hon so boðað teimum frá, at hon fer at broyta próvtøkukunngerðirnar fyri hægri útbúgvingar.

– Hetta snýr seg í grundini um, at føroysk lesandi skulu hava somu møguleikar sum onnur, ið ikki hava danskt sum móðurmál. Tí er tað gott at hoyra, at reglurnar nú verða broyttar, sigur Sjúrður Skaale.

Broytingin merkir tó ikki, at øll føroysk lesandi sjálvvirkandi fáa longda próvtøkutíð. Universitetini skulu hinvegin gera eina ítøkiliga og individuella meting av, um tann lesandi hevur tørv á serligum treytum, eitt nú longdari tíð ella atgongd til orðabøkur.

Universitetini skulu ikki kunna avvísa eina umsókn bara við teirri grundgeving, at tann lesandi hevur danskt A ella føroyskt A frá miðnámi.

Broytingin fer eisini at fevna um grønlendsk lesandi.

Útbúgvingarmálaráðið fer eisini í dialog við teir hægri útbúgvingarstovnarnar fyri at tryggja, at reglurnar verða skiltar og fylgdar á sama hátt allastaðni.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

5 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

6 tímar síðan

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

10 tímar síðan

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

5 tímar síðan

B68 hevur sett nýggjan venjara

3 tímar síðan

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

6 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kt-skipan til barsil krevur 2,5 milliónir afturat

58 minuttir síðan
Tíðindi

Toskurin lyftir grønlendska búskapin

1 tími síðan
Tíðindi

Skrá tøk fyri mentanardagarnar 2026

1 tími síðan
Tíðindi

Fleiri deyð í bussvanlukku í Sveis í kvøld

1 tími síðan
Tíðindi

Nærum 130 undirvísingar-filmar í støddfrøði á føroyskum

1 tími síðan
Tíðindi

FSF víðkar stuðulin til skúlafótbólt

2 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bayern og United vunnu stórsigrar

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi Fagraberg hevur roynst væl

2 tímar síðan
Fótbóltur

B68 hevur sett nýggjan venjara

3 tímar síðan
Hondbóltur

Trúgvi Hávardsson legði aftur upp til fleiri mál í kvøld

3 tímar síðan
Tíðindi

Russar leypa á ukrainskar keypsmiðstøðir

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgtingið feldi uppskot um 7.000 krónur meira í orkuískoyti

3 tímar síðan