info
Ongi úrslit

Nýtt ráð fyri gransking, menning og nýskapan

Nývaldu limirnir hava ikki sitið í ráðnum áður, og fyri fyrstu ferð eru útlendsk umboð eisini við í ráðnum.

Dagfinn Olsen
2 tímar síðan

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, hevur tilnevnt nýggjar limir í ráðið fyri gransking, menning og nýskapan. Nývaldu limirnir hava ikki sitið í ráðnum áður, og fyri fyrstu ferð eru útlendsk umboð eisini við í ráðnum.

Maria Skaalum Petersen er sett sum forkvinna í ráðnum og tekur við eftir Tórheðin Jensen, sum var fyrsti formaður í ráðnum.

Nývaldu limirnir eru tilnevndir frá 2026 til 2030 og eru:

• Maria Skaalum Petersen (forkvinna), professari í heilsugransking og leiðari á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.

• Arne Flåøyen, ph.d., granskingarleiðari og serráðgevi í norsk vetrinerinstitut og fyrrverandi stjóri í NordForsk

• Sólvá Káradóttir Eliasen, ph.d. í oceanografi og granskari á Havstovuni

• Tróndur Møller Sandoy, ph.d. í búskaparfrøði og adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya

Verandi limir í ráðnum, sum eru tilnevndir frá 2024 til 2028, eru:

• Eyðun Jacobsen, ph.d. í teldufrøði og ráðgevi hjá Klintra

• Ragnheiður Bogadóttir, ph.d. í umhvørvismálum, og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya

• Gunnvør á Norði, ph.d. í lívfrøði og granskingarráðgevi á Firum

Landsstýrismaðurin ynskir nývaldu limunum blíðan byr í arbeiðinum í ráðnum fyri gransking, menning, og nýskapan, og takkar somuleiðis fráfarandi limum fyri sítt góða íkast, sum tey hava givið granskingarøkinum í Føroyum, skrivar Mentamálaráðið.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

1 tími síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

2 tímar síðan

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

7 tímar síðan

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

1 tími síðan

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

3 tímar síðan

Nashville Nights kemur aftur til Føroya

7 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Champions League: Óli skoraði og legði upp til 12 mál

12 minuttir síðan
Tíðindi

Ritan fer í dokk – Jósup avloysir

27 minuttir síðan
Tíðindi
Kelda: youtube.com

VIDEO: FSF víðkar stuðulin til skúlafótbólt

42 minuttir síðan
Tíðindi

Listafólkabústaður á Føroya Fókaháskúla!

1 tími síðan
Hondbóltur

Ísak og liðfelagarnir vunnu stórsigur

1 tími síðan
Tíðindi

Myndir: Tingfundur 10.09.26

1 tími síðan
Lesarabrøv

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

1 tími síðan
Tíðindi

Oyndarfjørður aftur karmur um Søgugonguna

1 tími síðan
Tíðindi

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

2 tímar síðan
Uttanlands

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

3 tímar síðan
Tíðindi

Heimsstjørna solistur til heystkonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar

4 tímar síðan