Tað verður nógv nýtt í báðum legunum, tá ið AB seinnapartin tekur ímóti B68 í fyrsta umfari í Effodeildini.
Kári J. á Høvdanum fer at bríksla fyri fyrstu ferð klokkan 15. Tað er turt og stilt, og sólin skínur oman og niðan. Hitin liggur um frostmarkið, og tí er spurningurin, um vøllurin verður hálur at spæla á. Avgerandi er, um sólin sleppur framat. Tað ger hon nú, og forsøgnirnar siga, at tað fer hon at gera í allan dag.
Trygvi Mortensen er nýggjur venjari á Argjum, har útskiftingin í spælarahópinum hevur verið heilt stór. Ellivu spælarar ella eitt heilt lið er farið síðani í fjør, og næstan eins nógvir eru lagstiftrat.
Trygvi Mortensen er nýggjur venjari á Argjum. Undanfarnu árini hevur hann vant NSÍ, sum í fjør vann silvur, og sum hevur havt mest sum somu manning í fleiri ár:
-Á Argjum er talan um nýggjan leiklut. Her hava verið nógvar skiftingar, og fleiri spælarar, sum tað hevur verið roknað nógv við, eru skaddir. Vit hava fingið onkrar aftrat nú fram ímóti kappingarbyrjan, og vit síggja positivt uppá tað. Setningurin er at vinna stig, og tað fara vit at stríðast fyri at gera, sigur AB venjarin.
Á skaðalistanum er á Argjum eru Gert Drangastein, Gunnar Haraldsen og Símun Samuelsen.
AB og B68 verða av nógvum roknað millum tvey av liðunum, sum fara at kappast fyri at sleppa undan at flyta niður. Tí kann tað fara at vísa seg at verða ógvuliga týdningarmikið, hvussu tað seinnapartin fer at spæla av.
Eftir at hava verið eitt ár í næstbestu deildini er B68 aftur millum tey fremstu. Páll Guðlaugsson er nýggjur venjari. Hann og spælararnir hava vant nógv síðani fyrst í november, og teir eru ógvuliga spentir, nú tað er álvari, og stig standa upp á spæl.
Millum fleiri nýggjar spælarar á Svangaskarði eru spaniumenninir Pedro og Carlos:
-Málið er at tryggja B68 plássið í bestu deildini. Dreymurin er at spæla í Europa. Vit vóna, at tað fer at eydnast við B68, siga spaniumenninir á Toftum.
N68 spælararnir Ivan Joensen og Kristian Anton Andreasen eru skaddir.
Nýggj avbjóðing hjá Trygva og Pálli Nýggj avbjóðing hjá Trygva og Pálli
B68 hevur í fýra mánaðir fyrireikað seg til avbjóðingina, sum tað í dag verður farið undir
info
Jóannes Hansen
6. mars 2016 kl. 10:39
Mest lisið
Mest lisið hesa vikuna
Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr
12. oktober kl. 00:01
Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági
19 tímar síðan
Simme Musikkhús heldur fram
10. oktober kl. 11:24
Vembur og avroð slongd eftir Argjavegnum
11. oktober kl. 21:48
Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu
Í gjár kl. 12:06
Løgreglan ávarar: Haldið tykkum innandura í Hvalvík og Streymnesi
Í gjár kl. 20:57
Fleiri tíðindi
Lesarabrøv
NOY – festarin í Kollafirði fær ikki eina krónu!
3 tímar síðan
Hondbóltur
Trygvi og liðfelagarnir máttu lúta fyri Afturelding
3 tímar síðan
Fótbóltur
Øll úrslitini frá Europa League og Conference League
4 tímar síðan
Tíðindi
Nýggjur sangur frá bólkinum Ekkaleys
4 tímar síðan
Hondbóltur
Liðið hjá landsliðsliðskiparanum var fyri fyrsta stigamissinum
5 tímar síðan
Tíðindi
Heiður til ungan LGBT+ drong
5 tímar síðan
Hondbóltur
Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan vunnu á útivølli
5 tímar síðan
Fótbóltur
Martin og Áki vóru við til at vinna søguligan sigur hjá Mjällby
6 tímar síðan
Tíðindi
Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,
6 tímar síðan
Hondbóltur
Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld
6 tímar síðan
Tíðindi
Filmisk styrki í Kringvarpinum
6 tímar síðan
Hondbóltur
Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum
7 tímar síðan