info
Ongi úrslit

Fimm íkarar úttiknir til HM í inniróðri

5 og 6. desember verður National Exhibition Centre í Birmingham í Onglandi karmur um heimsmeistarakappingina í inniróðri, sum verður hildin saman við bretsku meistarakappingini (BRIC).

Eirikur Lindenskov
23. november 2026 kl. 20:05

Róðrarsamband Føroya hevur úttikið fimm íkarar at umboða føroyska landsliðið til kappingarnar.

Hesir íkarar eru úttiknir:

  • Vár Guriardóttir Hansen, Argja Róðrarfelag

  • Sarita Kristina Hansen, KÍF Kappróður

  • Jóhanna av Steinum, Havnar Róðrarfelag

  • Símun Heinesen, Klaksvíkar Róðrarfelag

  • Hans Jose Poulsen, Eiðis Róðrarfelag

Íkararnir eru úttiknir við støði í úrslitum og einari heildarmeting av menningarmøguleikum, ágrýtni og ídni. Málsetningurin er at røkka góðum úrslitum og stríðast um heiðursmerkini, men fyrst og fremst at hvør einstakur íkari fær sítt besta fram og setur persónligt met.

Landsliðsvenjarin, Tobias S. Kempf, hevur staðið fyri ítróttarligu fyrireikingunum til HM. Hann hevur skipað fyri regluligum felagsvenjingum og fylgt upp við venjingini hjá íkarunum. Tobias fer eisini við landsliðinum til Birmingham, har hann verður við til at stuðla og vegleiða íkarunum undir kappingunum.

Leygardagin 5. desember verður kappast á 2000 og 500 metrum, har heimsmeistaraheitini skulu avgerast. Bretska meistarakappingin verður hildin samstundis, men bert bretskir ríkisborgarar kunnu vinna heiðursmerki í BRIC. Sunnudagin verður vælumtókta Super Sprint Sunday á skránni, har kappast verður á fimm ymiskum sprintteinum. Tað er ymiskt, hvørjar teinar landsliðsíkararnir luttaka á.

Umframt landsliðið fara fleiri aðrir føroyskir innirógvarar eisini at luttaka í Birmingham. Teir umboða ymisk føroysk róðrarfeløg og fara somuleiðis at royna seg móti altjóða kappingarneytum.

Róðrarsamband Føroya ynskir landsliðinum og øllum hinum føroysku íkarunum bestu eydnu til kappingarnar í Birmingham.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Jólahugni í Plantasjuni

18 minuttir síðan
Fótbóltur

Aluminij mátti lúta fyri oddaliðnum

1 tími síðan
Tíðindi

Danmark bann­ar far­tele­fon­um í skúl­um frá næsta skúlaári

1 tími síðan
Tíðindi

Kommunurnar taka undir við áheitan um hægri samsýning til fosturforeldur

1 tími síðan
Tíðindi

Serfrøð­ing­ar mæla frá at brúka Eir­ar­garð í meira enn trý ár aftrat

2 tímar síðan
Tíðindi

Donsk screen­ing kann eisini fevna um um­søkj­ar­ar í Før­oyum

3 tímar síðan
Tíðindi

ES-nevndin við nýggjum revsitiltøkum móti Russlandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Eingin semja um fastar læknar á røktarheimunum

3 tímar síðan
Tíðindi

Estland vísir russiskum skuldsetingum aftur

4 tímar síðan
Tíðindi

Noreg tekur stórt stig móti aling á opnum havi

5 tímar síðan
Tíðindi

Jensen Huang aftur forstjóri í Nvidia

5 tímar síðan
Lesarabrøv

POLITISKA STØÐAN SPENT

6 tímar síðan