Tað er eingin ivi um, at tað hevur havt heilt stóran týdning fyri NSÍ, sum nú hevur vunnið FM heitið, at Viljormur Davidsen undan hesum kappingarárinum flutti aftur til barndómsfelagið.
Í dag var Viljormur Davidsen, sum hevur spælt nógv í bæði Danmark og Svøríki, fyri 100. ferð í bestu føroysku landskappingini.
Og Viljormur dylur ikki, at hann er fegin um ta avgerðina:
-Nú vit hava vunnið FM, so er tað eingin ivi hjá mær. Hetta er tað størsta, sum eg havi verið við til sum fótbóltsspælari, sigur Viljormur Davidsen við John Andersen hjá Televarpinum.
Nú dysturin er liðugur er Brandur Hendriksson Olsen saman við hinum spælarunum og fegnast um FM heitið.
Nær verður tú aftur á vøllinum?
-Nú fegnast vit fyrsti um FM heitið, men um tað gongur, sum vit vóna, at tað fer at gera, so fari eg at spæla, tá ið ein triðingur av 2027 kappingini er av, sigur Brandur H. Olsen.