Átta fólk vórðu løstað í einum russiskum loftálopi tíðliga í nátt á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv.
Ukrainskir myndugleikar siga, at ein íbúðarblokkur við níggju hæddum varð raktur, og eldur kom í.
Í nátt heittu býarmyndugleikarnir í Kyiv á fólk um at søkja sær skjól, tá tað vísti seg, at russiskar dronur vóru á veg móti býnum.
Í einari dagføring seinni siga býarmyndugleikarnir, at átta fólk eru særd í russska álopinum.
Í Russlandi siga lokalir myndugleikar, at tvey fólk vórðu særd í einum ukrainskum rakettálopi, sum rakti ein íbúðarbygning í býnum, Volgograd.
Á Telegram siga russiskir myndugleikar, at eitt ídnaðarøki eisini varð rakt í ukrainska álopinum.
Í nátt visti næst størsta nethandilsfelagið Ozon í Russlandi at siga, at ein av goymslunum hjá felagnum í býnum Saratov varð rakt í ukrainskum dronuálopi.