Bíðað verður í spenningi eftir, nær Bárður á Steig Nielsen fer at skriva út valið. Við Kringvarpið á middegi segði hann, at hann bíðaði eftir onkrum, áðrenn hann kundi taka støðu. Hann nágreinaði ikki, hvørjum hann bíðar eftir.
Men tað kann verða, at hann bíðar eftir onkrum tekniskum í sambandi við valdagin og um fíggjarlógina, sum á onkran hátt skal avgreiðast.
Mest sannlíkt er, at Løgtingið samtykkir eina »provosoriska fíggjarlóg«, ella ein bráðfeingis játtanarlóg, sum tað eitur. Tá er tað galdandi fíggjarlóg, sum heldur fram soleiðis, at stovnar hjá landinum kunnu virka. Men teir kunnu tá ikki hava nakrar eyka útreiðslur, seta nýggj fólk, gera íløgur, ella á annan hátt brúka meira pengar, enn tað sum var játtað á fíggjarlógini frammanundan.
Hetta var seinast gjørt í 2011, tá løgtingsvalið var 29. oktober. Landsstýrið, sum sat frammanundan, hevði lagt fram eitt fíggjarlógaruppskot, sum samgongan segði seg ikki vera føra fyri at viðgera liðugt til nýggjárs. Tí var ein bráðfeingis játtanarlóg samtykt. Tá skrivaði landsstýrismaðurin soleiðis í viðmerkingunum:
»Sambært stýrisskipanarlógini skal fíggjarlógaruppskot vera lagt fyri Løgtingið áðrenn 1. oktober, og Løgtingið hevur tí vanliga tríggjar mánaðir at viðgera uppskotið, áðrenn dagførda fíggjarlógin skal vera samtykt.
Í ár varð løgtingsval skrivað út 27. september, og nýggj samgonga varð skipað 14. november. Landsstýrið fór alt fyri eitt í holt við at fyrireika fíggjarlógaruppskotið fyri 2012, sum var lagt fyri Løgtingið 2. desember 2011.
Løgtingið hevur boðað frá, at tey megna ikki at viðgera fíggjarlógaruppskotið liðugt áðrenn 1. januar 2012, og tí hevur landsstýrið sambært stýrisskipanarlógini § 43, stk. 3 skyldu til at leggja fram uppskot um eina bráðfeingis játtanarlóg. Hetta uppskotið skal fáa til vega ta neyðugu heimildina at føra landshúsarhaldið víðari, til løgtingsfíggjarlógin fyri 2012 er samtykt. Íkomna støðan hevur við sær, at inntøkur og útreiðslur sambært galdandi siðvenju skulu haldast á áleið sama støði sum í játtanarlógunum fyri 2011, tó við hóskandi afturhaldni við útreiðsluatgerðum.
Fyri inntøkujáttanir verða beinleiðis og óbeinleiðis skattir (t.e. avgjøld og lógarkravd gjøld) uppkravd eftir galdandi lógum. Fyri játtanir av játtanarslagnum Rakstrarjáttan heldur vanligt virksemi í neyðugan mun fram. Um neyðugt, ber til at endurseta starvsfólk fyri tey, sum fara úr starvi, men ikki er loyvt at økja um starvsfólkaliðið í mun til játtanina í 2011.
Keyp av vørum, tænastum og útbúnaði, sum ikki eru treyt fyri, at vanliga virksemið ótarnað kann fara fram, mugu ikki fremjast.
Eingi nýggj tiltøk mugu setast í verk. Fyri játtanir av játtanarslagnum Lógarbundin játtan heldur virksemið fram sambært galdandi lóggávu. Eingi nýggj tiltøk mugu setast í verk. Fyri játtanir av játtanarslagnum »Løgujáttan« skal vegleiðandi bert løguvirksemi halda fram, sum er sáttmálabundið, ella sum á annan hátt er átikin skylda. Eingi nýggj tiltøk mugu setast í verk. Fyri játtanir av játtanarslagnum »Stuðulsjáttan« er tað bert virksemi, sum bindandi tilsøgn er givin um, og studningur til rakstur av almennum virksemi av áhaldandi slagi, sum heldur fram.
Eingi nýggj tiltøk mugu setast í verk.«
Skrivar helst út løgtingsval í dag Skrivar helst út løgtingsval í dag
Sum skilst verður tað á tingfundinum seinnapartin, at Bárður á Steig Nielsen fer at skriva út løgtingsval
Eirikur Lindenskov
9. november 2022 kl. 13:19
Mest lisið hesa vikuna
Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?
Í gjár kl. 23:26
So nógv vita danskir politikarar um Føroyar
30. oktober kl. 15:45
Aðalstjóri við meira enn einari millión krónum ársløn
1. november kl. 07:45
Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum
2. november kl. 23:18
Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu
3. november kl. 14:11
Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn
2. november kl. 17:48
Fleiri tíðindi
Hondbóltur
EM: Erling Erlendsson inn fyri Ísak Vedelsbøl
59 minuttir síðan
Tíðindi
Langabbasonur William Heinesen við fyrstu heildaútgávu síni
1 tími síðan
Tíðindi
Føroysk bók vinnur amerikanska virðisløn
2 tímar síðan
Tíðindi
Sjokuláta og jólakalendarar tiknir aftur eftir fráboðanir um sjúku
2 tímar síðan
Tíðindi
Kastrup stevnir móti metári
3 tímar síðan
Hondbóltur
Jana avrikaði væl móti donsku meistarunum
3 tímar síðan
Tíðindi
Ravsøgn útgeva nýtt staklag um kópakonuna
3 tímar síðan
Hondbóltur
Faxe Kondi: Stjørnan vann á Kyndli í bólki 1
4 tímar síðan
Tíðindi
Føroysk dansilist partur av altjóða pallseting í Taivan
4 tímar síðan
Tíðindi
Bústaðir byggja 37 nýggjar íbúðir við Villingadalsvegin
4 tímar síðan
Hondbóltur
VIDEO: Ungarn vann stórsigur á Montenegro í okkara bólki
4 tímar síðan
Tíðindi
Heðin Ziska Davidsen framførir tónleikin úr verkinum RIVA – Kanska ein bygd
4 tímar síðan