info
Ongi úrslit

Størri og djarvari á Ambassadørdegnum 2026

Ambassadørar hjá Visit Faroe Islands vóru savnaðir á árliga Ambassadørdegnum hjá Visit Faroe Islands 3. september. Undir yvirskriftini Størri & djarvari varð ljós varpað á úrslitini í árinum, sum fór, og á nýggjar møguleikar fyri Føroyar sum vertslandi fyri ráðstevnur og tiltøk.

Eirikur Lindenskov
4. september 2026 kl. 15:45

Dagurin varð hildin á Panorama í Havn, har Heðin Mortensen, formaður í vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu, setti dagin. Síðani tók Visit Faroe Islands samanum árið, har Føroyar veruliga hava flutt mørkini fyri, hvørji altjóða tiltøk kunnu haldast her til dømis við UArctic ráðstevnuni og teimum møguleikum, sum Við Tjarnir gevur.

Níggju smærri framløgur undir heitinum Hvirluvindar. Her greiddu føroyskir ambassadørar frá ymiskum tiltøkum, ætlanum og møguleikum innan millum annað Oyggjaleikir, LGBT+, UArctic, dart, hagtøl, veður og hav.

Greg Worley og Sóley Heradóttir Hammer frá, hví og hvussu Føroyar eru eitt frálíkt stað til altjóða tiltøk. Tey eru fyriskiparar av Tonik ráðstevnuni, sum fekk heiðurin sum Ársins Ambassadørátak á Ambassadørdegnum í 2025.

Undir leiðslu av teimum báðum og evninum Størri & djarvari í verki arbeiddu luttakararnir við ítøkiligum hugskotum til komandi ráðstevnur og tiltøk, sum Føroyar kunnu bjóða seg fram at hýsa. Endamálið var bæði at hugsa stórt og djarvt og at fáa eyga á smærri fakfundir og ráðstevnur, sum kunnu skapa altjóða sambond, vitan og virksemi í Føroyum.

Dagurin endaði við døgurða á matstovuni Tubbak, har tríggir heiðrar vórðu handaðir: Ársins Ambassadørur, Ársins Ambassadørátak og Serligur heiður. Í dómsnevndini handan heiðrarnar vóru: Jeannette Ellefsen Blaasvær frá Tórshavnar Kommunu, Andrias Sólsker frá Atlantic Airways og Guðrið Højgaard frá Visit Faroe Islands.

 

UArctic er Ársins Ambassadørátak

Fróðskaparsetur Føroya varð heiðrað fyri UArctic Congress og Ocean Connectivity-ráðstevnuna, sum hava lagt eitt nýtt støði fyri altjóða ráðstevnur í Føroyum.

Ráðstevnurnar savnaðu granskarar, leiðarar og samstarvsfelagar úr øllum arktiska økinum. Við fleiri enn 1.400 luttakarum gjørdist UArctic Congress størsta altjóða ráðstevnan, sum higartil hevur verið hildin í Føroyum.

Ráðstevnan varð hildin Við Tjarnir og var sera væl samskipað av toyminum hjá Fróðskaparsetri Føroya saman við veitarum úr ferðavinnuni. Karmarnir Við Tjarnir skiftu ham fleiri ferðir, og óvanlig støð í býarmyndini vórðu tikin í nýtslu til veitslur og móttøkur. Tiltakið skapti nógv virksemi og stórt fíggjarligt virði.

Men UArctic var meira enn ein stór ráðstevna. Við eini sterkari fakligari skrá og einum serføroyskum mentanar- og upplivingarparti eydnaðist at vísa, at Føroyar kunnu vera vertir fyri stórum og krevjandi altjóða tiltøkum á sera høgum støði.

Við dirvi, professionellari fyriskipan, kreativiteti og framúr góðum vertskapi er UArctic eitt fyrimyndarligt dømi um, hvussu ein altjóða ráðstevna kann skapa fakligt, samfelagsligt og fíggjarligt virði.

FSF fekk serligan heiður

Fótbóltssamband Føroya fekk Serligan heiður fyri UEFA U17 EM-endaspælið fyri gentur, sum varð hildið í Føroyum í mai 2025.

Við endaspælinum megnaði FSF at skipa eitt stórt altjóða ítróttartiltak á høgum støði og samstundis brúka kappingina sum ein pall til at skapa varandi virði fyri føroyskan gentu- og kvinnufótbólt.

Í sambandi við endaspælið varð miðvíst arbeitt við at vekja áhugan hjá fleiri gentum fyri fótbólti og skapa fleiri møguleikar fyri luttøku. Við UEFA Playmakers og øðrum átøkum varð dentur lagdur á felagsskap, javnstøðu og eina góða og inkluderandi inngongd til fótbóltin.

Ein týðandi partur av arbeiðinum hevur eisini verið at skapa og sjónliggera fyrimyndir. Tá gentur síggja aðrar gentur og kvinnur sum leikarar, venjarar og leiðarar, verður leiðin inn í fótbóltin sjónligari og nærri.

FSF varð tí heiðrað fyri eitt átak, sum ikki bert eydnaðist ómetaliga væl, meðan tað fór fram, men sum eisini hevur lagt eitt týðandi og varandi grundarlag undir framtíðina hjá gentu- og kvinnufótbólti í Føroyum.

Magni Mohr er Ársins Ambassadørur

Magni Mohr, dekanur, pro-rektari fyri gransking og professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi á Fróðskaparsetri Føroya, varð kosin Ársins Ambassadørur.

Við stórum eldhuga, fakligari tyngd og sterkum altjóða sambondum, hevur Magni verið við til at seta føroyska gransking og Føroyar á heimskortið.

Hann hevði ein týðandi leiklut í arbeiðinum at fáa UArctic Congress 2026 til Føroya og at skapa karmarnar um størstu altjóða ráðstevnuna, sum higartil hevur verið hildin í Føroyum. Ráðstevnan savnaði fleiri enn 1.400 granskarar, leiðarar, politisk umboð og samstarvsfelagar úr øllum heiminum. Í nakrar dagar vóru Føroyar miðdepil fyri altjóða kjak um Arktis, hav, veðurlagsbroytingar, lívfrøðiligt margfeldi og burðardygga menning.

Magni fekk eisini ráðstevnuna Football is Medicine til Føroya í 2020. Hon varð sama ár kosin Ársins Ambassadørátak. Og longu nú liggja fleiri nýggjar altjóða ráðstevnur í kortunum.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

Í gjár kl. 23:26

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Vejle vann grannauppgerðina móti FC Fredericia

2 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF tapti við fimm málum - avrikaðu væl í seinna hálvleiki

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður biðið um frágreiðing um Bakkafrost-málið

3 tímar síðan
Tíðindi

Kanada tekur frástøðu frá USA í fíggjarætlan

4 tímar síðan
Tíðindi

Klaksvík: Biskupsstøðgøta breiðkað

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Universi­tets­sjúkra­hús á papp­ír­i­num, men hvar eru íløgur­nar?

6 tímar síðan
Tíðindi

Tummas Láadal 35 ára starvsdag á Hotel Føroyum

6 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

6 tímar síðan
Tíðindi

Danska poppdrotningin Medina á OY Voxbotn 2027

6 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit mugu ansa eftir hvørjum øðrum ⛑

7 tímar síðan
Tíðindi

Vil vita, hvat landskassin fekk burtur úr skerdum frádráttum

7 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Odmar gleðir seg til avgerandi Nations League dystirnar

7 tímar síðan