info
Ongi úrslit

Vil hava Løgtingið at viðgera koppingarætlanina

Tað sær út sum at føroyingr verða koppsettir fer við støði í danska samfelagnum og við donskum pengum, sigur Høgni Hoydal

Áki Bertholdsen
18. februar 2021 kl. 10:03
Tað er undranarvert, at koppsetingarætlanin fyri koronu, ikki er løgd fyri Løgtingið. Tað heldur Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi og tískil vil hann nú hava Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, at greiða Løgtinginum frá, hví koppingrætlanin sær út, sum hon ger. Í hesum sambandi skal landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu raðfylgjan, fólk skulu koppesetast eftir, er løgd. Samstundis vil hann hava at vita um tað er landsstýrið, sum  hevur lagt ætlanina  við støði í føroyska samfelagnum, og saman við føroyskum fakfólki, ella um talan bara hevur verið um at fylgja vegleiðingunum frá donskum myndugleikum. Høgni Hoydal vil eisini hava landsstýrismannin at greiða frá, hvussu nøkur fólk eru sett í serligar vandabólkar, og hvussu tíðarætlanin fyri at koppseta teir ymsu bólkarnar bólkarnar, er. Her hugsar hann bæði um fólk við varandi sjúku, fólk við breki og fjølbreki, fólk ið eru undir viðgerð uttanlands og avvarðandi hjá hesum bólkum. Løgtingsmaðurin vil eisini hava at vita um myndugleikarnir hava hugsað um tey, sum hava serligar sálarligar og kropsligar trupulleikar av at tey ikki hava nakað serligt samband við onnur. Ein bólkur, sum skal koppsetast, eru fólk í serliga týdningarmiklum størvum í samfelagnum, og Kaj Leo Holm Johannesen skal eisini greina frá, hvørji hesi størvini eru, og hvussu tíðarætlanin er fyri hesar bólkarnar. Í hesum sambandi hugsar Høgni Hoydal eisini um tey, sum starvast við fólki í vandabólkum, fólk í tilbúgvingini, umframt starvsfólk hjá Sev, hjá Strandferðsluni og Atlantsflogi, útisiglarar, hýruvognskoyrarar, tey sum sita við við kassarnar í handlum, og onnur. Høgni Hoydal vil eisini hava at vita, hví landsstýrið ikki lagt koppsetingarætlanina og gjaldið fyri koppsetingarnar, fyri Løgtingi. Hann sigur, at talan er um sera týðandi og stórar avgerðir fyri fólkið og landið í bardaganum móti koronufarsóttini. Samstundis hava fólk, sum heild, umframt fakfólk og politiskir flokkar, lagt nógv fyri at standa saman og taka felags tøk undir koronufarsóttini og tað er uttan iva høvuðsorsøkin til, at Føroyar higartil eru sloppin so væl burtur úr tí, sum vit eru. – Tí er tað undranarvert, at koppsetingarætlan ikki er viðgjørd í politisku skipanini, og at fíggingin, og gjaldið, fyri koppsetingina, ikki eru løgd fyri Løgtingið, heldur Høgni Hoydal. Og hann heldur, at tað er líka undrundarvert, at landsstýrið ikki hevur lagt koppingarætlanina og raðfylgjuna, teir ymsu bólkarnir skulu koppasetast eftir, fyri Løgtingið – Tað tykist sum, at koppsetingin fer fram við støði í danska samfelagnum og donskum avgerðum, og við donskum pengum, sigur Høgni Hoydal.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

3 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Samstarvsavtala undirskrivað: Newton Føroyar verður sett á stovn

29 minuttir síðan
Tíðindi

Borgararnir hava verið sera tolnir

33 minuttir síðan
Tíðindi

Bil­ar­nir skilja ikki før­oysku ferðslu­skeltini

37 minuttir síðan
Tíðindi

Bilførari rendi á autoverjuna

59 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðsúttøkur

1 tími síðan
Fótbóltur

Tveir spildurnýggir spælarar á landsliðnum

1 tími síðan
Fótbóltur

Fýra stig til EB/Streym og fýra stig til B36

1 tími síðan
Tíðindi

Tiltak um rúmliga arbeiðsmarknaðin

1 tími síðan
Tíðindi

Samstarvsavtala: Newton Føroyar verður sett á stovn

1 tími síðan
Tíðindi

Rúmdarfyrilestur við David Arge Klevang í Varpinum

1 tími síðan
Tíðindi

Fleiri enn 140 arbeiðspláss taka lut í Ítrótta- og rørsluvikuni

2 tímar síðan
Tíðindi

Kanna møguligt harðskapsmál á Tvøroyri

2 tímar síðan