info
Ongi úrslit

Allar fasadur­nar á Al­bert Hall skulu skiftast

Gjaldstovan leitar eftir byggiharraráðgeva til umfatandi umvælingar á Argjum. Ventilatiónin skal dagførast og brunatrygdin betrast. Tilboðsfreistin er 9. november.

Eirikur Lindenskov
23. oktober 2026 kl. 21:30

Albert Hall á Argjum stendur fyri einari størri umvæling.

Allar fasadurnar á bygninginum skulu skiftast, ventilatiónsskipanin skal dagførast, og arbeiði skal gerast við brunatrygging og øðrum avleiddum uppgávum.

Tað upplýsir Gjaldstovan í einum nýggjum útboði á Keypsportali landsins. Leitað verður eftir einum byggiharraráðgeva, sum skal hjálpa stovninum at fyrireika og fylgja umvælingunum frá byrjan til enda.

Bygningurin er frá 1985

Sambært útbjóðingartilfarinum er Albert Hall bygdur í 1985. Nakað av umvælingum er gjørt seinastu árini, men nú er tørvur á størri dagføringum.

Útboðið fevnir um ráðgeving í sambandi við ognir undir Fíggjarmálaráðnum. Í løtuni eru tveir bygningar nevndir: Albert Hall á Argjum og BAKS í Klaksvík.

Umvælingin av Albert Hall verður lýst sum ein stór uppgáva, ið stendur fyri framman. Aðrar uppgávur kunnu koma afturat í sáttmálatíðarskeiðnum, og Gjaldstovan sær fyri sær at nýta sama ráðgeva til tær.

Skal hjálpa við útboði og fíggjarstýring

Ráðgevin skal millum annað umboða áhugamálini hjá Gjaldstovuni mótvegis veitarum, hjálpa at gera útbjóðingartilfar og taka lut í sáttmálasamráðingum.

Uppgávan fevnir eisini um at stuðla fíggjarstýringini og hava ein virknan leiklut, meðan umbygt verður, eitt nú við at luttaka á byggifundum.

Sambært uppskotinum til ráðgevarasáttmála skal ráðgevin boða frá beinanvegin, um tíðarætlanin ella fíggjarkarmurin er í vanda. Broytingar og eyka veitingar skulu góðkennast skrivliga, áðrenn tær verða settar í verk.

Sáttmálatíðarskeiðið er sett til trý ár ella so leingi, sum umvælingarverkætlanirnar taka.

Prísur og góðska telja javnt

Gjaldstovan leggur upp til, at góðska og prísur skulu telja 50 prosent hvør í metingini av tilboðunum.

Feløgini skulu bjóða ein navngivnan høvuðsráðgeva fram. Viðkomandi skal hava minst tvey ára skjalprógvaðar royndir, og veitarin skal vátta, at hann kann fara undir uppgávuna innan tveir mánaðir.

Nakrir av teimum ráðgevunum, sum fáa bestu metingina, verða bodnir til samrøðu, áðrenn endaliga støðan verður tikin.

Vil byrja skjótast gjørligt

Freistin at lata tilboð inn er mánadagin 9. november klokkan 12. Spurningar til útboðið skulu vera latnir inn í seinasta lagi mikudagin 4. november klokkan 12.

Á Keypsportalinum er 1. desember settur sum veitingardagur. Gjaldstovan ger tó vart við, at dagfestingin er sett inn, tí skipanin krevur tað. Ætlanin er, at ráðgevin skal byrja skjótast gjørligt.

Útboðið snýr seg um ráðgevingina. Sjálvt umvælingararbeiðið verður ikki boðið út við hesum útboðnum, og eingin samlaður kostnaður ella endalig tíðarætlan fyri umvælingina er upplýst í tilfarinum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Västerås tapti fyri botnproppinum á heimavølli

0 minuttir síðan
Fótbóltur

Árni Nóa mátti út við skaða

30 minuttir síðan
Tíðindi

Gunnvá Zachariasen fær Mentanarvirðisløn landsins

57 minuttir síðan
Fótbóltur

Fridrikka vann bronsu í sínum fyrsta kappingarári í Íslandi

1 tími síðan
Tíðindi

Kári Bæk fær Heiðursgávu landsins 2026

1 tími síðan
Tíðindi

Eli Tausen á Lava fær virðislønlandsins til ungt listafólk

2 tímar síðan
Tíðindi

Sigrun Gunnarsdóttir fær Sømdargávu landsins

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: B36 smurdi HB av

2 tímar síðan
Fótbóltur

B36 sendi HB úr næstbestu deildini

2 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri deyð í hørðum jarðskjálvta í Tibet

3 tímar síðan
Tíðindi

Keypspen­ing­ur­in varð ongan­tíð gold­in – nú sleppa Bú­staðir framat

4 tímar síðan
Tíðindi

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

4 tímar síðan