Í grundgevingini, fyri at lata Gunnvá Zachariasen mentanarvirðisløn landsins, segði Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, millum annað, at Gunnvá Zachariasen hevur verið ein drívmegi í føroyskari palllist í meira enn 25 ár.
"Síðani Gunnvá Zachariasen í 2000 varð útbúgvin sjónleikari frá Statens Teaterskole í Keypmannahavn, hevur hon virkað sum yrkissjónleikari, leikstjóri, framleiðari, undirvísari og fyriskipari í Føroyum og uttanlands."
Í 2006 var Gunnvá við til at stovna Leikfelagið Tvazz, har hon er listaligur leiðari, og tað er eisini har, ið Gunnvá hevur útmerkað seg, heldur dómsnevndin.
"Tvazz hevur síðan framleitt eina røð av djørvum og listarliga krevjandi verkum og hevur verið við til at víðka um føroyska palllist bæði í Føroyum og á altjóða pallum. Leiklistakavinnan hevur í sínum arbeiði troytt fleiri spennandi samstørv við onnur.
Dómsevndin vísir á, at framleiðslurnar hjá Tvazz vísa eitt stórt listarligt fjølbroytni.
"Verk sum Køksdrotningarnar, Fundamentalisturin, 4.48 Psykosa, Tey óndu, Stovugenturnar, Deyðadansurin 3.0 og pallsetingin av Ó – søgur um djevulskap hava flutt mørk og skapað spennandi upplivingar fyri áskoðarafjøldina."
Upphavið týdning
Umframt leiklistina, so hevur Gunnvá Zachariasen eisini havt leiklutir í føroyskum filmsframleiðslum, millum annað í Trom og komandi filminum Verdandi, har hon hevur ein av høvuðsleiklutunum.
Í løtuni er Gunnvá millum annað á palli við einrøðuleikinum "Upphav" í samstarvi við Leikhús Skift. Leikurin hevur í Danmark vunnið virðisløn sum besta nýggja leikverk, ið hevur annað mál enn danskt sum uppruna. Upphav er eisini valt til at vera besta gestaspæl í Danmark leikárið 25/26.
Fyri sítt ótroyttiliga og dygdargóða arbeiði sum yrkissjónleikari og fyri at lyfta føroysku leiklistina upp á hægstu tindar fær Gunnvá Zachariasen Mentanarvirðisløn landsins 2026.
Mentanarvirðisløn landsins er 150.000 krónur og verður latin føroyskum mentafólki sum viðurkenning og tøkk fyri eitt serligt listarligt avrik.