Tað vildi so illa til hjá Árna Nóa Atlasyni í kvøld, at hann var skiftur inn í 64. minutti í útidystinum hjá Vendsyssel FF móti Hobro í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. 22 minuttir seinni mátti Árni Nóa av vøllinum, bløðandi um andlitið.
Hin føroyski leikarin hjá Vendsyssel, Ari Olsen spældi allan dystin móti Hobro, ið endaði við javnleiki 2-2.
Rasmus Schüller legði Vendsyssel á odda 1-0 í 17. minutti, og júst 17. minuttir seinni økti Adam Vendelbo við einum brotssparki til 2-0. Vendsyssel hevði tamarhald á dystinum, men Hobro skoraði tvey mál innanfyri sjey minuttir í seinna hálvleiki, og so mátti føroyingaliðið taka til takkar við javnleiki 2-2.
Ari Olsen fær fyri leikliga avrikið í kvøld frá bæði Flashscore og Sofascore karakterin: 7,1 (av 10 møguligum).
Vendsyssel FF er triðaftast í deildini við 11 stigum.
Í morgin klokkan 12 taka Poul Kallsberg og liðfelagarnir í Hillerød móti Aalborg á heimavølli. Klokkan 17.30 hava Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Vejle dyst á heimavølli móti Aarhus Fremad.