Tað endaði við málleysum javnleiki, tá ið KÍ og Víkingur hittust fyri fjórðu ferð í ár. Í finaluni í kappingini um løgmanssteypið vann Víkingur 2-0, og fyrr í ár endaðu landskappingardystir við 1-0 heimasigri í Klaksvík og 2-2 í Sarpugerði.
Í góða heystarveðrinum í dag var tað undan dystarbyrjan greitt, at bæði liðini næsta summar fara at luttaka í UEFA Conference League. Víkingur, sum í landskappingini endaði á fjórða plássi, vann við sigri í steypafinaluni rætt til at taka lut í Conference League, og undan dagsins dysti var tað greitt, at KÍ fór at enda á silvurplássinum og harvið hevði vunnið rættin at luttaka í Conference League.
KÍ hevði fleiri royndir á málið hjá Bárði á Reynatrøð, enn Víkingur hevði á málið hjá Mark F. Jensen, sum í dag fyri síðstu ferð var í málinum hjá KÍ. KÍ vann sjey hornaspørk, og Víkingur vann eitt hornaspark.
Í dag var Fríði Gertsson Jarnskor, sum í gjár fylti 19 ár, fyri fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu hjá Víkingi. Einaferð fyrr í heyst varð hann skiftur inn á besta liðið.
Hjá KÍ vóru fleiri spælarar, sum í dag spældu fyri síðstu ferð á KÍ liðnum. Ein teirra var Hallur Hansson, sum varð skiftur inn átta minuttir undan leikloki. Aðrir á KÍ liðnum í dag, sum næsta ár ikki vera í bláu KÍ troyggjuni, vóru umframt Mark F. Jensen og Hall Hansson Filip Brattbakk, Erlend Hustad og Mansour Sinyan.
Í dag vóru tveir ungir klaksvíkingar – John Ziska Joensen og Erza Lukama – skiftir inn á KÍ liðið.
Fróði Benjaminsen tók við venjarastarvinum í Klaksvík 13. september, tá ið KÍ vann 1-0 í Sørvági. Úrtøkan hjá Fróða Benjaminsen í átta dystum er fýra sigrar, ein javnleikur og eitt tap.
KÍ úrtøkan í ár var 52 stig – 19 stig færri enn í fjør og seks stig aftanfyri NSÍ – sum er tann lakasta síðani 2018, tá ið KÍ endaði á fjórða plássi við 51 stigum.
Úrtøkan hjá Víking, sum endaði á fjórða plássi, var 43 stig, sum er eitt stig lakari enn í fjør, tá ið Víkingur eisini endaði á fjórða plássi. Fyrr í ár eru fleiri spælarar farnir úr felagnum og av landinum at royna seg. Einasti av teimum, sum vóru á listanum í dag, og sum tað er greitt ikki verður við í 2027, er Arnbjørn Svensson, sum nú fer til Danmarkar, har hann eisini fer at royna seg sum fótbóltsspælari.
Jóhan Petur Poulsen hevur verið venjari hjá besta liðnum hjá Víkingi síðani á heysti í 2020. Hann fer nú í holtur við fyrireikingar til sítt áttanda ár sum venjari hjá Víkingi í Meistaradeildini.